reconciliation
18 versir um "reconciliation"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið
Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!
Seinna Korintbrævið 5:18 Seinna Korintbrævið
Og alt er tað frá Gudi, sum við Kristusi samdi okkum við Seg sjálvan og gav okkum tænastu sáttarinnar.
Matteus 18:15 Matteus
Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.
Matteus 18:16 Matteus
Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at „hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna“!
Matteus 18:17 Matteus
Lurtar hann nú ikki eftir teimum, so sig tað við samkomuna! Og lurtar hann ikki eftir samkomuni heldur, skal hann vera tær sum heidningur og tollari.
Rómverjabrævið 5:10 Rómverjabrævið
Tí vórðu vit, táið vit vóru fíggindar, sátt við Gud við deyða Sonar Hansara, skulu vit mangan meir, eftir at vit nú eru sátt, verða frelst við lívi Hansara.
Seinna Korintbrævið 5:19 Seinna Korintbrævið
Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndir teirra, og Hann hevur lagt niður í okkum orð sáttarinnar.
Seinna Korintbrævið 5:20 Seinna Korintbrævið
Vit eru tá sendiboð í stað Kristusar, sum tað hevði verið Gud, ið áminti við okkum; vit biðja í stað Kristusar: Verðið sátt við Gud!
Seinna Korintbrævið 5:21 Seinna Korintbrævið
Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.
Matteus 5:23 Matteus
Um tær tí kemur í hug, táið tú bert fram gávu tína á altarið, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær,
Matteus 5:24 Matteus
lat tá gávu tína liggja har framman fyri altarið og far og verð fyrst samdur við bróður tín – kom so og ber fram gávu tína!
Matteus 5:25 Matteus
Ver skjótur til semju við mótpart tín, meðan tú enn ert á vegnum við honum, so ikki mótparturin letur teg dómaranum í hendur, og dómarin letur teg tænaranum í hendur, og tú verður settur í fangahús!
Matteus 5:26 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tær: Tú skalt als ikki sleppa út haðani, fyrrenn tú hevur goldið síðsta oyrað.
Lukas 17:3 Lukas
Varðið tykkum! Syndar bróðir tín, so hav at honum, og angrar hann, so fyrigev honum!
Lukas 23:34 Lukas
Men Jesus segði: „Faðir, fyrigev teimum – teir vita ikki, hvat teir gera!“ Teir býttu nú klæði Hansara millum sín við lutakasti.
Kolossibrævið 1:20 Kolossibrævið
og við Honum at gera alt sátt við Seg – veri tað nú tað, sum á jørðini er, ella tað, sum í Himlunum er – táið Hann gjørdi frið við blóði kross Hansara.
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið
Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
Hebrearabrævið 12:14 Hebrearabrævið
Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering – tí uttan hana skal eingin síggja Harran!