rebuilding

49 versir um "rebuilding"

Versir

Síða 1 av 1
Nehemias 4:1 Nehemias

Táið nú Sanballat frætti, at vit laðaðu múrin, tendraðist vreiði hansara; fúkandi ilt kom í hann, og hann speirak Jødarnar

3
Nehemias 4:2 Nehemias

og segði, so brøður hansara og herfólkið í Samaria hoyrdu: „Hvat er tað, ið Jødarnir, hasi vesalavættini, havast at! Skulu teir sleppa at gera slíkt! Skulu teir sleppa at ofra! Teir munnu fara at fullføra verkið í dag! Teir munnu fara at blása lív í steinarnar í hesum eyrdungum, hóast teir eru brendir!“

3
Nehemias 4:3 Nehemias

Og Tobias Ammonitur, sum hjá honum stóð, segði: „Lat teir byggja, sum teir vilja! Bert ein revur loypur upp á steinvegg teirra, rívur hann hann niður!“

3
Nehemias 4:4 Nehemias

Gud okkara! Hoyr, hvussu vit eru háðaðir! Lat spott teirra falla aftur á teirra egna høvd, og lat teir verða háðaðar sum fangar í fremmandum landi!

3
Nehemias 4:5 Nehemias

Fjal ikki misgerð teirra, og lat synd teirra ikki verða útstrikaða fyri ásjón Tíni! Tí teir eggjaðu Teg til vreiði, og tað so teir, ið byggja, hoyrdu.

3
Nehemias 4:6 Nehemias

Vit hildu so fram at laða múrin, og allur múrurin varð gjørdur liðugur upp í helvt – og fólkið var hugagott í arbeiðinum.

3
Nehemias 4:7 Nehemias

Men táið Sanballat og Tobias og Arabarar, Ammonitar og Asdoditar hoyrdu, at fram gekk við umvæling múra Jerusalems, og at liðini fóru at vera upplaðað, kom ógvuliga ilt í teir.

3
Nehemias 4:8 Nehemias

Og teir svóru seg allir saman um at koma og herja á Jerusalem og forða fólkinum í arbeiðinum.

3
Nehemias 4:9 Nehemias

Men vit bóðu til Gud okkara, og vit settu vakt ímóti teimum dag og nátt, av ótta fyri teimum.

3
Nehemias 4:10 Nehemias

Jødarnir søgdu nú: „Teir, ið bera, orka ikki longur – eyrdungarnir eru ov stórir – vit komast ikki út fyri at laða múrin!“

3
Nehemias 4:11 Nehemias

Og fíggindar okkara søgdu: „Teir skulu ongum vita av og einki vara, fyrrenn vit standa mitt ímillum teirra og høgga teir niður og soleiðis gera enda á verkinum!“

3
Nehemias 4:12 Nehemias

Við tað at nú Jødarnir, sum vóru grannar teirra, komu úr øllum ættum og søgdu við okkum ikki undir tíggju ferðir: „Tit mugu koma aftur til okkara!“

3
Nehemias 4:13 Nehemias

so læt eg fólkið standa á teimum lægstu støðunum aftan fyri múrin, á teimum opnu plássunum; har læt eg teir standa eftir ættum teirra, við svørðum, spjótum og bogum teirra.

3
Nehemias 4:14 Nehemias

Og táið eg hevði kannað teir, steig eg fram og segði við stórmenninar og yvirmenninar og hitt fólkið: „Ikki skulu tit ræðast teir! Minnist Harran, hin stóra og øgiliga, og berjist fyri brøður, synir og døtur tykkara, fyri konur og hús tykkara!“

3
Nehemias 4:15 Nehemias

Táið fíggindar okkara hoyrdu, at vit høvdu fingið tað at vita, og at Gud hevði gjørt ráð teirra til einkis, fóru vit allir aftur til múrin, hvør til arbeiði sítt.

3
Nehemias 4:16 Nehemias

Men frá tí degi tókst bert helvtin av tænarum mínum við arbeiðið; hin helvtin stóð har við spjótum, skjøldum, bogum og brynjum sínum, og høvdingarnir stóðu aftan fyri allar Judamenn.

3
Nehemias 4:17 Nehemias

Teir, ið laðaðu upp múrin, og teir, ið løgdu á seg og bóru byrðar, gjørdu arbeiði sítt við aðrari hondini og hildu spjótið í hini;

3
Nehemias 4:18 Nehemias

allir teir, ið laðaðu, vóru gyrdir við svørði um lendarnar, meðan teir arbeiddu, og hornblásarin stóð hjá mær.

3
Nehemias 4:19 Nehemias

Og eg segði við teir stóru og yvirmenninar og hitt fólkið: „Arbeiðið er stórt og vítt um, og vit eru spjaddir á múrinum, hvør langt frá øðrum;

3
Nehemias 4:20 Nehemias

har sum tit nú hoyra hornið ljóða, hagar skulu tit savnast um okkum; Gud okkara skal berjast fyri okkum!“

3
Nehemias 4:21 Nehemias

Soleiðis gjørdu vit nú arbeiði okkara; helvtin av fólkinum helt á spjótunum – frá tí tað lýsti av morgni, inntil stjørnurnar fóru at síggjast.

3
Nehemias 4:22 Nehemias

Um somu tíð segði eg eisini við fólkið: „Hvør maður skal við tænara sínum verða um náttina í Jerusalem, so vit kunnu hava teir til vakt um náttina og til arbeiðis um dagin!“

3
Nehemias 4:23 Nehemias

Og eg og brøður mínir, tænarar mínir og vaktin, ið við mær fylgdi – eingin av okkum fór úr klæðunum; hvør maður hevði hjá sær spjót sítt og vatn.

3
Esaias 9:10 Esaias

„Múrar av tigulgróti fullu, men vit skulu byggja upp aftur við høgdum gróti; morberjatrø eru feld, men vit skulu seta sedristrø í staðin!“

3
Dániel 9:25 Dániel

Og tú skalt vita og skilja: Frá tí orðið gongur út um at reisa Jerusalem aftur og byggja tað av nýggjum, inntil ein Salvaður,* ein Høvdingi, kemur, skulu ganga 7 vikur og 62 vikur; tað skal verða reist aftur og bygt upp við torgum og gøtum, men á trongdartíðum.

3
Dániel 9:26 Dániel

Men táið tær 62 vikurnar eru umlidnar, skal hin Salvaði verða fyribeindur og einki hava; og staðurin og halgidómurin skulu verða lagdir í oyði av fólki eins høvdinga, sum kemur; endin á tí er revsidómsflóð, og líka til endan er ófriður; oyðing er óvikiliga avgjørd.

3
Dániel 9:27 Dániel

Og hann skal eina viku staðfesta sáttmála við mong; mitt í vikuni skulu sláturoffur og matoffur halda uppat; á viðurstygdarveingjum skal oyðarin koma, og tað, líka inntil undirgangur og óvikiliga avgjørdur revsidómur streymar niður yvir oyðaran.“

3
Amos 9:14 Amos

Tá skal Eg venda lagnu fólks Míns, Ísraels; teir skulu byggja upp aftur býirnar, sum lagdir eru í oyði, og búgva har, planta víngarðar og drekka vínið úr teimum, dýrka urtagarðar og eta ávøkst teirra.

3
Nehemias 1:1 Nehemias

Frásøgn Nehemiasar, sonar Hakalja. Í kislev mánaði tjúgunda árið* – eg var tá í borgini Susan –

2
Nehemias 1:2 Nehemias

kom Hanani, ein av brøðrum mínum, úr Juda, hann og nakrir aðrir. Eg spurdi teir tá eftir Jødunum – leivdini, ið heimaftur var komin úr útlegdini – og um Jerusalem.

2
Nehemias 1:3 Nehemias

Teir svaraðu mær: „Tey, sum eftir eru aftan á útlegdina og nú eru har í landspartinum, eru í stórari neyð og vanæru; og múrar Jerusalems eru niðurbrotnir, og portrini brend upp.“

2
Nehemias 1:4 Nehemias

Táið eg hevði frætt hesi tíðindi, sat eg og græt og syrgdi fleiri dagar; eg fastaði og bað fyri ásjón Guds Himmalsins.

2
Nehemias 1:5 Nehemias

Og eg segði: „Á HARRI Gud Himmalsins, Tú stóri, øgiligi Gud, sum heldur teimum sáttmálan og goymir teimum náði – teimum, ið elska Teg og halda boð Tíni!

2
Nehemias 1:6 Nehemias

Lat oyra Títt lurta eftir, og eygu Tíni vera opin, so Tú hoyrir bønina, ið tænari Tín biður – sum eg nú biði fyri ásjón Tíni bæði dag og nátt – fyri tænarum Tínum Ísraelsmonnum! Eg játti syndirnar, ið Ísraelsmenn hava gjørt – sum vit hava gjørt móti Tær; bæði eg og hús faðirs míns hava syndað;

2
Nehemias 1:7 Nehemias

vit hava borið okkum illa at móti Tær og ikki hildið boðini, lógirnar og fyriskipanirnar, ið Tú gavst tænara Tínum Mósesi.

2
Nehemias 1:8 Nehemias

Minst orðið, ið Tú gavst tænara Tínum Mósesi, táið Tú segði: „Eru tit trúleys, skal Eg spjaða tykkum millum fólkini;

2
Nehemias 1:9 Nehemias

men venda tit við til Mín og halda boð Míni og gera eftir teimum, skal Eg, um so hini burtriknu tykkara eru við enda himmalsins, savna tey haðani og lata tey koma til staðið, ið Eg havi útvalt, navni Mínum til bústað“!

2
Nehemias 1:10 Nehemias

Tey eru tó tænarar Tínir og fólk Títt, sum Tú hevur loyst út við mikla mátti Tínum og sterku hond Tíni.

2
Nehemias 1:11 Nehemias

Á Harri! Lat oyra Títt lurta eftir tí, sum tænari Tín biður – og tænarar Tínir, teir, ið fegnir vilja óttast navn Títt – og lat tað eydnast tænara Tínum í dag, lat hann finna náði hjá hesum manni!“ – Eg var tá skeinkjari hjá kongi.

2
Esaias 49:8 Esaias

So sigur HARRIN: Í náðistundini bønhoyri Eg Teg, frelsudagin hjálpi Eg Tær, og Eg skal varðveita Teg og gera Teg til sáttmála fyri fólkið, so Tú skalt fáa landið aftur á føtur, skifta sundur arvalutirnar, sum liggja í oyði,

2
Esaias 61:4 Esaias

Tey skulu byggja upp aftur hinar avgomlu toftir, reisa aftur tað, sum hevur ligið í oyði frá fornaldartíð; tey skulu reisa av nýggjum oyddar býir, tað, sum hevur ligið í oyði mann eftir mann.

2
Dániel 9:24 Dániel

70 vikur* eru tilmáldar fólki tínum og heilaga staði tínum, til at steingja fráfallið inni, til at innsigla syndir, til at fjala misgerð, til at leiða fram æviga rættvísi, til at innsigla sjón og profet, og til at salva hitt alraheilagasta.

2
Dániel 12:11 Dániel

Frá tí at hitt dagliga ofrið verður avtikið, og viðurstygd oyðingarinnar sett upp, skulu ganga 1290 dagar.

2
Matteus 24:15 Matteus

Táið tit tá síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti, standa á heilagari grund – tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! –

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Seinna Korintbrævið 5:1 Seinna Korintbrævið

Vit vita jú, at um jørðiska hús likams okkara verður brotið niður, hava vit bygning frá Gudi, hús, ið ikki er gjørt við hondum, ævigt í Himlum.

2
Seinna Tessalonikabrævið 2:4 Seinna Tessalonikabrævið

hann, sum setur seg ímóti øllum og upp um alt, ið kallast Gud ella halgidómur, so at hann setur seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud.

2
Fyrra Pætursbrævið 2:5 Fyrra Pætursbrævið

og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi!

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2