reality
42 versir um "reality"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 2:14 Fyrra Korintbrævið
Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga.
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið
Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Sálmarnir 27:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. HARRIN er ljós mítt og frelsa mín – hvønn skal eg óttast! HARRIN er tann, ið verjir lív mítt – hvønn skal eg ræðast!
Sálmarnir 27:2 Sálmarnir
Táið illgerðarmenn koma ímóti mær og ætla at gloypa mær, snáva og falla teir sjálvir, mótstøðumenn og fíggindar mínir.
Sálmarnir 27:3 Sálmarnir
Um so herur tekur støðu móti mær, óttast hjarta mítt ikki; um ófriður brestur á móti mær, eri eg tó tryggur.
Sálmarnir 27:4 Sálmarnir
– Um eitt havi eg biðið HARRAN, tí trái eg eftir: At eg skal sleppa at búgva í húsi HARRANS allar dagar mínar, til at skoða, hvussu lívsælur HARRIN er, og grunda í templi Hansara.
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið
Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
Job 38:36 Job
Hvør legði vísdóm í hini myrku skýggj, og hvør gav luftsjónini vit!
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,
Hoseas 6:1 Hoseas
„Komið, latið okkum venda við til HARRAN! Hann hevur skrætt okkum sundur, og Hann skal eisini grøða okkum; Hann sló, og Hann skal eisini binda um hjá okkum.
Hoseas 6:2 Hoseas
Hann skal gera okkum livandi um tveir dagar; triðja dagin skal Hann reisa okkum upp aftur, og vit skulu liva fyri ásjón Hansara.
Hoseas 6:3 Hoseas
Latið okkum tá læra HARRAN at kenna, latið okkum av álvara royna at læra Hann at kenna! Hann skal renna upp, líka víst sum morgunroðin, og Hann kemur til okkara sum regnið, sum várregn, ið vætir jørðina.“
Hoseas 6:4 Hoseas
Hvat skal Eg gera við teg, Efra’im? Hvat skal Eg gera við teg, Juda? Kærleiki tykkara er jú sum morguntoka, sum døggin, ið árla hvørvur!
Hoseas 6:5 Hoseas
Tí havi Eg ikki spart at geva teimum høgg við profetunum; Eg havi dripið tey við orði muns Míns, og dómarnir yvir teg skygdu sum snarljós.
Hoseas 6:6 Hoseas
Tí Eg vil hava kærleika – og ikki sláturoffur, kunnskap um Gud – og ikki brennioffur!
Hoseas 6:7 Hoseas
Men tey hava brotið sáttmálan, eins og Ádam; har hava tey verið Mær trúleys.
Hoseas 6:8 Hoseas
Gilead er staður illgerðarmanna, fullur av blóðsporum.
Hoseas 6:9 Hoseas
Og líkur ránsmannaflokki, ið liggur á lúri eftir fólki, er prestaflokkurin; teir myrða á vegnum til Sikem, ja, skemdarverk hava teir útint.
Hoseas 6:10 Hoseas
Í húsi Ísraels havi Eg sæð tað, ið ræðuligt er; har drívur Efra’im hor, har er Ísrael vorðið óreint.
Hoseas 6:11 Hoseas
Eisini tær, Juda, er heyst ásett, táið Eg reisi fólk Mítt aftur á føtur.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið
Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.
Fyrra Pætursbrævið 2:11 Fyrra Pætursbrævið
Tit elskaðu! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá hinum holdligu lystum, sum eru í bardaga við sálina!
Seinna Kongabók 6:17 Seinna Kongabók
Og Elisa bað og segði: „HARRI! Lat eygu hansara upp, so hann sær!“ Tá læt HARRIN upp eygu tænarans, og hann sá, at fjallið var fult av eldhestum og eldvagnum rundan um Elisa.
Matteus 6:5 Matteus
Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja, fyri at teir kunnu verða sæddir av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.
Matteus 6:6 Matteus
Men tú, táið tú biður – far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Matteus 6:7 Matteus
Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman – sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð.
Matteus 6:8 Matteus
Líkist tí ikki teimum! Tí Faðir tykkara veit, hvat tykkum tørvar, áðrenn tit biðja Hann.
Matteus 6:9 Matteus
Tí skulu tit biðja soleiðis: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!
Matteus 6:10 Matteus
Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!
Matteus 6:11 Matteus
Gev okkum í dag dagliga breyð okkara!
Matteus 6:12 Matteus
Fyrigev okkum skuldir okkara, sum eisini vit fyrigeva skuldarum okkara.
Matteus 6:13 Matteus
Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum! Tí Títt er ríkið og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir. Amen.“
Matteus 6:14 Matteus
Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;
Markus 11:24 Markus
Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.