rapture
20 versir um "rapture"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Tessalonikabrævið 4:17 Fyrra Tessalonikabrævið
síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.
Matteus 24:29 Matteus
Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.
Matteus 24:30 Matteus
Tá skulu tekin Menniskjasonarins síggjast á himli, og tá skulu allar ættir jarðarinnar vena seg; og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á skýggjum himmalsins við mátti og miklari dýrd.
Matteus 24:31 Matteus
Hann skal senda út einglar Sínar við veldigum lúðraljóði; teir skulu savna hini útvaldu Hansara úr hinum fýra ættunum, úr øðrum enda himmalsins í annan.
Opinberingin 1:7 Opinberingin
Hann kemur við skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja Hann, eisini teir, sum hava stungið Hann; og allar ættir jarðarinnar skulu gráta sárt yvir Honum. – Ja, amen!
Fyrra Korintbrævið 15:52 Fyrra Korintbrævið
og tað í einum nú, í einum eygnabragdi, við hin seinasta lúður. Lúðurin skal ljóða, og hini deyðu skulu rísa upp óforgeingilig, og vit skulu umbroytast.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:16 Fyrra Tessalonikabrævið
Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;
Fyrra Tessalonikabrævið 4:18 Fyrra Tessalonikabrævið
Troystið tá hvør annan við hesum orðum!
Opinberingin 3:10 Opinberingin
Aftur fyri at tú hevur aktað eftir orði Mínum um tol, skal eisini Eg bjarga tær úr freistingarstundini, ið koma skal á alt jarðarríki at freista tey, sum á jørðini búgva.
Matteus 24:36 Matteus
Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.
Matteus 24:42 Matteus
Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.
Lukas 21:34 Lukas
Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart!
Lukas 21:35 Lukas
Tí eins og snerra skal hann koma á øll tey, sum á allari jørðini búgva.
Lukas 21:36 Lukas
Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“
Jóhannes 14:3 Jóhannes
Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:13 Fyrra Tessalonikabrævið
Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru – fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:14 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:15 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí hetta siga vit tykkum við orði Harrans, at vit, ið liva – sum verða eftir til komu Harrans – skulu als ikki koma undan teimum, ið sovnað eru.
Titusarbrævið 2:13 Titusarbrævið
meðan vit vænta hina sælu vón og opinbering dýrdar hins stóra Guds og Frelsara okkara Jesu Krists,
Hebrearabrævið 9:28 Hebrearabrævið
so skal Kristus eisini, eftir at Hann eina ferð er ofraður til at taka burt syndirnar hjá mongum, aðru ferð – uttan synd* – opinbera Seg, teimum til frelsu, sum bíða eftir Honum.