rape

89 versir um "rape"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrsta Mósebók 34:5 Fyrsta Mósebók

– Jákup fekk nú at hoyra, at hann hevði vanært Dinu, dóttur hansara; men við tað at synir hansara tá vóru úti á markini við fænum, tagdi Jákup, inntil teir komu aftur.

2
Fyrsta Mósebók 34:6 Fyrsta Mósebók

Hamor, faðir Sikem, fór so til Jákup at tosa við hann.

2
Fyrsta Mósebók 34:7 Fyrsta Mósebók

Men synir Jákup fingu at frætta hetta, og teir komu tá heimaftur av markini; menninir vóru ógvuliga ringir og illir, tí hann hevði gjørt skemdarverk í Ísrael við at liggja hjá dóttur Jákup; slíkt átti ikki at verða gjørt.

2
Fyrsta Mósebók 34:8 Fyrsta Mósebók

Hamor tosaði við teir og segði: „Hjartað í Sikem, syni mínum, er fast bundið til dóttur tykkara – latið hann fáa hana til konu!

2
Fyrsta Mósebók 34:9 Fyrsta Mósebók

Og svágið tykkum við okkum – gevið okkum døtur tykkara, og giftist tit við døtrum okkara.

2
Fyrsta Mósebók 34:10 Fyrsta Mósebók

Verðið búgvandi hjá okkum – landið skal standa tykkum opið – búgvið her og ferðist um og fáið tykkum ogn her!“

2
Fyrsta Mósebók 34:11 Fyrsta Mósebók

Og Sikem segði við faðir hennara og brøður hennara: „Latið meg finna náði fyri eygum tykkara! Hvat tit so krevja av mær, tað skal eg geva.

2
Fyrsta Mósebók 34:12 Fyrsta Mósebók

Leggið á, so nógv sum tit vilja, brúðarkeyp og aðrar gávur – eg skal lata tað, ið tit vilja hava, bert tit vilja geva mær gentuna til konu!“

2
Fyrsta Mósebók 34:13 Fyrsta Mósebók

Tá svaraðu synir Jákup Sikem og faðir hansara, Hamor, við svikafullum orðum – við tað at hann hevði vanært Dinu, systur teirra.

2
Fyrsta Mósebók 34:14 Fyrsta Mósebók

Teir søgdu við teir: „Tað kunnu vit ikki gera, at geva einum óumskornum manni systur okkara – tað hevði verið okkum skomm.

2
Fyrsta Mósebók 34:15 Fyrsta Mósebók

Tey kor seta vit tykkum, fyri at vera tykkum til vildar, at tit verða sum vit og lata allar av mannkyni hjá tykkum umskera.

2
Fyrsta Mósebók 34:16 Fyrsta Mósebók

So skulu vit geva tykkum døtur okkara, giftast við døtrum tykkara og verða búgvandi hjá tykkum, so at vit verða eitt fólk.

2
Fyrsta Mósebók 34:17 Fyrsta Mósebók

Men lurta tit ikki eftir okkum og lata tykkum umskera, so taka vit systur okkara og fara leið okkara!“

2
Fyrsta Mósebók 34:18 Fyrsta Mósebók

Teimum dámdi væl tað, ið teir søgdu, bæði Hamor og Sikem, syni Hamor.

2
Fyrsta Mósebók 34:19 Fyrsta Mósebók

Hesin ungi maður drálaði ikki við at gera hetta; tí hann var so góður við dóttur Jákup, og hann var tann, ið mest hevði at siga í húsi faðirs síns.

2
Fyrsta Mósebók 34:20 Fyrsta Mósebók

So fóru Hamor og sonur hansara Sikem út í portrið í býi sínum og søgdu soleiðis við menninar í býnum:

2
Fyrsta Mósebók 34:21 Fyrsta Mósebók

„Hesir menn eru okkum friðarliga sintir; latið teir tí búseta seg her og ferðast frítt um í landinum – landið er jú nóg rúmsátt til teirra! Vit skulu giftast við døtrum teirra og geva teimum døtur okkara.

2
Fyrsta Mósebók 34:22 Fyrsta Mósebók

Men tey kor seta teir okkum fyri at vera okkum til vildar og búgva hjá okkum, so vit verða eitt fólk, at alt mannkyn hjá okkum letur seg umskera, soleiðis sum teir eru umskornir.

2
Fyrsta Mósebók 34:23 Fyrsta Mósebók

Fylgi teirra, góðs teirra og alt fæ teirra – verður tað ikki alt okkara, táið vit bert eru teimum til vildar, so teir verða búgvandi hjá okkum!“

2
Fyrsta Mósebók 34:24 Fyrsta Mósebók

Teir aktaðu nú Hamor og son hansara Sikem, allir teir, ið áttu heima í býi hansara; alt mannkyn, allir, ið áttu heima í býi hansara, lótu seg umskera.

2
Fyrsta Mósebók 34:25 Fyrsta Mósebók

Men triðja dagin – táið teir høvdu sárfepur – tóku Símeon og Levi, báðir synir Jákup, brøður Dinu, hvør sítt svørð og herjaðu á býin, uttan at nakar vardi ilt, og drópu alt mannkyn.

2
Fyrsta Mósebók 34:26 Fyrsta Mósebók

Eisini Hamor og Sikem, son hansara, drópu teir við svørði, tóku Dinu úr húsi Sikems og fóru so avstað.

2
Fyrsta Mósebók 34:27 Fyrsta Mósebók

So løgdust synir Jákup á teir falnu og rændu býin, aftur fyri at systir teirra var vanærd.

2
Fyrsta Mósebók 34:28 Fyrsta Mósebók

Teir tóku smáfæið, neytini og eslini hjá teimum, bæði tað, sum í býnum var, og tað, ið úti á markini var.

2
Fyrsta Mósebók 34:29 Fyrsta Mósebók

Og alt góðs teirra, øll børn teirra og allar kvinnur teirra tóku teir við sær sum herfong, og rændu alt tað, sum í húsunum var.

2
Fyrsta Mósebók 34:30 Fyrsta Mósebók

Tá segði Jákup við Símeon og Levi: „Tit hava gjørt mær stóra vanlukku! Tit hava gjørt, at eg eri komin í ringt orð hjá fólkinum, sum býr í landinum, Kána’anitum og Perizitum, og menn mínir eru so fáir; manna teir seg ímóti mær, so drepa teir meg, og bæði eg og hús mítt ganga til grundar!“

2
Fyrsta Mósebók 34:31 Fyrsta Mósebók

Men teir svaraðu: „Skuldi hann sleppa at bera seg at við systur okkara sum við skøkju!“

2
Onnur Mósebók 22:16 Onnur Mósebók

Táið ein maður forførir gentu, ið ikki er trúlovað, og liggur hjá henni, skal hann lata brúðarkeyp fyri hana og taka hana til konu.

2
Onnur Mósebók 22:17 Onnur Mósebók

Vil faðir hennara ikki lata hann fáa hana, so skal hann bøta so mikið í peningi, sum vanligt er at lata í festargávu fyri gentu.

2
Fimta Mósebók 21:10 Fimta Mósebók

Táið tú fert í bardaga móti fíggindum tínum, og HARRIN Gud tín gevur teir í hendur tínar, og tú hertekur nøkur av teimum

2
Fimta Mósebók 21:11 Fimta Mósebók

– fært tú tá millum fangarnar eyga á kvinnu, ið er vøkur at síggja, og tú verður góður við hana og hevur hug at taka hana til konu,

2
Fimta Mósebók 21:12 Fimta Mósebók

so skalt tú leiða hana inn í hús títt; og hon skal klippa hárið av sær, skera neglir sínar

2
Fimta Mósebók 21:13 Fimta Mósebók

og fara úr klæðunum, sum hon gekk í, táið hon varð hertikin; síðani skal hon verða í húsi tínum og syrgja faðir sín og móður sína ein heilan mánað; tá kanst tú fara inn til hennara og taka hana til ekta, so hon verður kona tín.

2
Fimta Mósebók 21:14 Fimta Mósebók

Men verður tú eftirsíðani ikki góður við hana longur, so skalt tú geva hana fría; tú mást ikki selja hana fyri pening; tú mást ikki fara við henni sum við trælkvinnu, við tað at tú hevur livað saman við henni.

2
Sálmarnir 9:9 Sálmarnir

Hann dømir jarðarríki við rættvísi, fellir dóm yvir fólkasløg við rætti.

2
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið

Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,

2
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið

avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,

2
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið

øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.

2
Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið

Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,

2