rap
88 versir um "rap"
Versir
Síða 1 av 2Hoseas 4:2 Hoseas
Tey svørja, lúgva, myrða, stjala, horast og bróta inn í húsini, og blóð verður úthelt samt og javnt.
Hoseas 4:3 Hoseas
Tí liggur landið í sorg, og alt, ið har býr, viknar burtur – dýrini á markini og fuglar himmalsins; ja, um tað so eru fiskarnir í sjónum, svinna teir burtur.
Hoseas 4:4 Hoseas
Tó má eingin hava at nøkrum, og eingin revsa; tí fólk títt er líkt teimum, ið træta við prest.
Hoseas 4:5 Hoseas
Fall skal koma á teg um dagin, og profeturin skal falla um náttina saman við tær, og Eg skal gera enda á móður tíni.
Hoseas 4:6 Hoseas
Fólk Mítt gongur til grundar, tí tað hevur ikki kunnskap; aftur fyri at tú hevur vrakað kunnskapin, vraki Eg teg – tú skalt ikki tæna Mær sum prestur; tú gloymdi lóg Guds tíns, tí skal Eg eisini gloyma børn tíni.
Hoseas 4:7 Hoseas
Tess fleiri tey vórðu, tess meiri tey syndaðu móti Mær – æru teirra skal Eg venda í skomm!
Hoseas 4:8 Hoseas
Av synd fólks Míns liva teir; teir tráa eftir misgerð teirra.
Hoseas 4:9 Hoseas
Tí skal gangast prestinum sum fólkinum, og Eg skal heimsøkja hann fyri atburð hansara og løna honum verk hansara aftur.
Hoseas 4:10 Hoseas
Teir skulu eta, men ikki verða mettir; teir skulu horast, men ikki vaksa í tali – tí teir eru givnir uppat at halda seg til HARRAN.
Hoseas 4:11 Hoseas
– Hor, vín og vínberjaløgur taka vitið burtur.
Hoseas 4:12 Hoseas
Fólk Mítt spyr træsprek sítt til ráðs, puttur tess gevur tí svar – tí trúloysisandi hevur vilt tey av leið, so tey dríva hor og vilja ikki standa undir Gudi sínum!
Hoseas 4:13 Hoseas
Uppi á fjallatindunum ofra tey, og uppi á heyggjunum brenna tey roykilsi, undir eikum, øspum og terebintum – tí skuggin har er góður! – Tí verða døtur tykkara skøkjur, tí eru sonarkonur tykkara sekar í hjúnabandsbroti.
Hoseas 4:14 Hoseas
Eg heimsøki ikki døtur tykkara fyri, at tær eru skøkjur, ei heldur sonarkonur tykkara fyri, at tær bróta hjúnaband – teir fara jú sjálvir avsíðis við horum, ofra saman við skøkjum! Soleiðis gongur tað til grundar, fólkið, ið einki skilir.
Hoseas 4:15 Hoseas
Um nú so er, at tú, Ísrael, drívur hor, má Juda kortini ikki draga skyld oman yvir seg! Farið ikki til Gilgal, gangið ikki niðan til Bet-Aven! – Og svørjið ikki:* „So satt sum HARRIN livir!“
Hoseas 4:16 Hoseas
Tí Ísrael er sum ólátað kúgv – skal HARRIN tá lata tey liggja sum lomb og eta, sum tey vilja?
Hoseas 4:17 Hoseas
Efra’im er bundin til avgudamyndir – lat hann fara!
Hoseas 4:18 Hoseas
Tað er ikki við máta, sum teir drekka; hor hava skjøldir* teirra drivið; nógv hava teir elskað tað, ið skammiligt er.
Hoseas 4:19 Hoseas
– Men stormur skal grípa teir við veingjum sínum, og teir skulu verða til skammar við ofrum sínum!
Hoseas 5:1 Hoseas
Hoyrið hetta, tit prestar, lurta eftir, tú hús Ísraels, og tú kongahús, vend oyranum til! Tí yvir tykkum er tað, dómurin er, tit, ið hava verið snerra á Mizpa og útbreitt net á Tabor.
Hoseas 5:2 Hoseas
Mitt í ofring síni eru teir soknir djúpari og djúpari – men Eg skal tykta teir allar!
Hoseas 5:3 Hoseas
Eg kenni Efra’im, og Ísrael er ikki loynt fyri Mær. Nú hevur tú drivið hor, Efra’im! Ísrael er vorðið óreint!
Hoseas 5:4 Hoseas
Verk teirra loyva teimum ikki at venda við til Gud teirra; tí trúloysisandi býr í brósti teirra, og tey kenna ikki HARRAN.
Titusarbrævið 3:2 Titusarbrævið
ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri!
Titusarbrævið 3:3 Titusarbrævið
Tí eisini vit vóru einaferð skilaleys, ólýðin, villfarandi, trælir undir mongum ymiskum girndum og lystum; vit livdu í óndskapi og øvund, vóru hatað og hataðu hvørt annað.
Orðtøkini 21:1 Orðtøkini
Hjarta kongsins er sum løkir í hond HARRANS; Hann leiðir tað, hagar sum Hann vil.
Orðtøkini 21:2 Orðtøkini
Allar leiðir mansins eru beinar í hansara egnu eygum; men HARRIN vigar hjørtuni.
Orðtøkini 21:3 Orðtøkini
At gera rætt og skjal hevur meiri virði fyri HARRANUM enn offur.
Orðtøkini 21:4 Orðtøkini
Stolt eygu og hugmóðigt hjarta – lampa gudleysra er teimum til synd.
Orðtøkini 21:5 Orðtøkini
Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning, men alt bræði bert til tap.
Orðtøkini 21:6 Orðtøkini
Ríkidømi, sum verður vunnið við svikafullari tungu, er blástur, ið hvørvur í luftini, og tað leiðir til deyða.
Orðtøkini 21:7 Orðtøkini
Yvirgangsverk hinna gudleysu ríva tey sjálv burtur, aftur fyri at tey vildu ikki gera rætt.
Orðtøkini 21:8 Orðtøkini
Skuldartyngdur maður gongur sniðgøtur, men hin reini – beint fram er tað, ið hann ger.
Orðtøkini 21:9 Orðtøkini
Betri er at búgva í horni á takinum enn í húsi saman við klandrutari kvinnu.
Orðtøkini 21:10 Orðtøkini
Sál hins gudleysa hevur hug til ilt; næsti hansara finnur onga miskunn hjá honum.
Orðtøkini 21:11 Orðtøkini
Táið spottarin verður revsaður, verður hin fávitskuti vísur; og verður hin vísi lærdur, tekur hann við kunnskapi.
Orðtøkini 21:12 Orðtøkini
Hin rættvísi hevur eyguni eftir húsi hins gudleysa; hann stoytir gudleysum í vanlukku.
Orðtøkini 21:13 Orðtøkini
Tann, ið letur aftur oyrað fyri rópum hins fátæka, hann skal sjálvur rópa, men einki svar fáa.
Orðtøkini 21:14 Orðtøkini
Gáva í loyndum stillar vreiði, og mutur í barmin blíðkar, ið hvussu illur ein er.
Orðtøkini 21:15 Orðtøkini
Tað er hinum rættvísa gleði, at rætturin hevur framgongd, men tað er teimum ræðsla, sum gera órætt.
Orðtøkini 21:16 Orðtøkini
Tað menniskja, ið villist burtur av klókskaparleið, skal skjótt hvíla millum deydningarnar.
Orðtøkini 21:17 Orðtøkini
Fátækur verður tann, ið elskar glaðar dagar; tann, ið elskar vín og olju, verður ikki ríkur.
Orðtøkini 21:18 Orðtøkini
Hin gudleysi verður givin sum loysigjald fyri hin rættvísa, og svikarin kemur í staðin fyri hini sannhjartaðu.
Orðtøkini 21:19 Orðtøkini
Betri er at búgva í oyðilandi enn hjá klandrutari og illsintari kvinnu.
Orðtøkini 21:20 Orðtøkini
Dýrabarir skattir og olja eru í húsi hins vísa, men dárin ger enda á tí.
Orðtøkini 21:21 Orðtøkini
Tann, ið stevnir eftir rættvísi og miskunn, skal finna lív, rættvísi og heiður.
Orðtøkini 21:22 Orðtøkini
Hin vísi tekur bý kappanna og rívur niður borgina, ið hann leit á.
Orðtøkini 21:23 Orðtøkini
Tann, ið varðar munn sín og tungu sína, varðar lív sítt frá trongdum.
Orðtøkini 21:24 Orðtøkini
Tann, ið hugmóðigur og uppblástur er, verður kallaður spottari; hann heldur fram í óstýriligum hugmóði.
Orðtøkini 21:25 Orðtøkini
Tráan letingans ger enda á honum; tí hendur hansara vilja einki gera.
Orðtøkini 21:26 Orðtøkini
Allan dagin tráar og tráar hann, men hin rættvísi gevur og sparir ikki.