rannsókn við embryo-stamkyklum

20 versir um "rannsókn við embryo-stamkyklum"

Versir

Síða 1 av 1
Jeremias 1:4 Jeremias

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

29
Jeremias 1:5 Jeremias

„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“

29
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir

Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.

18
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir

Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.

18
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir

Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.

18
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir

Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.

18
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók

So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“

6
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók

So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.

6
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók

Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“

6
Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók

Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.

6
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók

Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.

6
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók

Tú mást ikki drepa.

6
Prædikarin 11:5 Prædikarin

Líka lítið sum tú kennir leið vindsins, ella hvussu beinini verða til í lívi hennara, sum er við barn, líka lítið veitst tú, hvat Gud fer at gera, Hann, sum virkar tað alt samalt.

4
Rómverjabrævið 3:8 Rómverjabrævið

Og hví skulu vit tá ikki – sum vit verða spilt út fyri, og sum summi siga, at vit læra – „gera ilt, fyri at gott kann koma burtur úr tí“! – Slík fáa av røttum dóm sín!

3
Dómararnir 13:7 Dómararnir

Hann segði við meg: „Nú skalt tú verða við barn og eiga son; drekk nú ikki vín ella sterkan drykk, og et einki óreint, tí drongurin skal vera Nasireari Guds frá móðurlívi og líka til deyðadag sín!““

2
Job 10:8 Job

Hendur Tínar hava virkað meg og gjørt meg í einum og øllum – og nú forkemur Tú mær!

2
Job 10:9 Job

Minst, at Tú myndaði meg sum leirið – og nú ætlar Tú at gera meg til mold aftur!

2
Job 10:10 Job

Hevur Tú ikki helt meg út sum mjólk og latið meg leypa sum ost!

2
Job 10:11 Job

Við húð og holdi klæddi Tú meg og flættaði meg saman við beinum og sinum.

2
Job 10:12 Job

Lív og náði veitti Tú mær, og umsorgan Tín varðveitti andadrátt mín.

2