ram
29 versir um "ram"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 22:2 Fyrsta Mósebók
Tá segði Hann: „Tak son tín, Ísak, tín einasta, hann, ið tú elskar, far til Morialand og ofra hann har sum brennioffur á einum av fjøllunum, sum Eg skal vísa tær!“
Fyrsta Mósebók 22:13 Fyrsta Mósebók
Táið Ábraham nú hugdi upp, sá hann aftan fyri seg veðr, sum var komin fastur við hornunum í nakrar tættar greinar, og Ábraham fór og tók veðrin og ofraði hann sum brennioffur í staðin fyri son sín.
Dániel 8:1 Dániel
Triðja árið ið Belsazar kongur sat við stýrið, sá eg, Dániel, sjón, eina, sum kom eftir hana, ið eg áður hevði sæð.
Dániel 8:2 Dániel
Táið eg sá hesa sjón, var tað mær, sum eg var í borgini Susan í landspartinum Elam; og eg sá meg í sjónini standa við Ulaiá.
Dániel 8:3 Dániel
Táið eg hugdi upp, fekk eg at síggja veðr, ið stóð við ánna; hann hevði tvey horn, sum bæði vóru høg; tó var annað hægri enn hitt, og hetta hægra vaks seinni upp.
Dániel 8:4 Dániel
Eg sá veðrin stúta móti vestri, norðri og suðri, og einki dýr var ment at standa seg móti honum; eingin kundi frelsa undan valdi hansara; hann gjørdi, sum hann vildi, og hevði hugmóðigan atburð.
Dániel 8:5 Dániel
Táið eg nú framvegis gav gætur, fekk eg at síggja bukk, ið kom vestaneftir; hann streyk fram yvir alla jørðina, men bar ikki við hana; bukkurin hevði óføra stórt horn millum eyguni.
Dániel 8:6 Dániel
Hann kom til veðrin, sum hevði tvey horn, hann, ið eg hevði sæð standa við ánna, og legði á hann í óførari øði.
Dániel 8:7 Dániel
Eg sá, hvussu hann, táið hann var komin tætt til veðrin, leyp á hann í øði, rendi undir hann og breyt bæði hornini av honum; veðrurin var ikki mentur at verja seg fyri honum; hann feldi hann til jarðar og traðkaði hann undir, og har var eingin, ið kundi frelsa veðrin undan valdi hansara.
Dániel 8:8 Dániel
Bukkurin fekk ovurhonds stórt vald; men júst táið máttur hansara var sum mestur, varð hitt stóra hornið brotið av, og í staðin fyri vuksu upp fýra veldig horn, sum vendu móti hinum fýra høvuðsættunum.
Dániel 8:9 Dániel
Út úr einum teirra kom eitt nýtt horn, lítið í fyrstuni; men seinni varð tað ovurhonds stórt suðureftir, eystureftir og móti hinum fagra landi.
Dániel 8:10 Dániel
Tað vaks líka upp til her himmalsins og kastaði til jarðar nakrar av herinum og av stjørnunum og traðkaði tey undir.
Dániel 8:11 Dániel
Ja, líka móti høvdinga hersins hugmóðaði tað sær; tað tók frá honum hitt dagliga ofrið, og halgidómsbústaður hansara varð niðurrivin.
Dániel 8:12 Dániel
Saman við hinum dagliga ofrinum varð herurin givin upp til oyðing – tað voldi fráfallið; og hornið kastaði sannleikan til jarðar, og tað hevði eydnu við sær í øllum, sum tað gjørdi.
Dániel 8:13 Dániel
So hoyrdi eg ein av hinum heilagu tala; og ein annar heilagur segði við hann, ið talaði: „Hvussu langa tíð sipar hon til, sjónin um hitt dagliga ofrið og hitt oyðandi fráfall – at bæði halgidómur og herur verða givin upp til undirtraðking?“
Dániel 8:14 Dániel
Hann segði við meg: „2300 kvøld og morgnar; so skal halgidómurin koma aftur til rætt sín.“
Dániel 8:15 Dániel
Táið nú eg, Dániel, sá hesa sjón, royndi eg at skilja hana. Og alt í einum stóð framman fyri mær ein, ið sá út sum maður.
Dániel 8:16 Dániel
Og eg hoyrdi menniskjarødd rópa yvir um Ulai: „Gabriel! Greið honum frá sjónini!“
Dániel 8:17 Dániel
Hann kom nú, hagar sum eg stóð; og táið hann kom, ræddist eg og fall á andlit mítt. Hann segði við meg: „Akta eftir hesum, menniskjasonur! Tí sjónin sipar til tíð endans.“
Dániel 8:18 Dániel
Meðan hann tosaði við meg, lá eg sansaleysur við andlitinum til jarðar; tá nam hann við meg og reisti meg aftur á føtur.
Dániel 8:19 Dániel
Og hann segði: „Nú skal eg kunngera tær tað, ið henda skal hina síðstu vreiðitíð; tí sjónin sipar til ásettu tíð endans.
Dániel 8:20 Dániel
Veðrurin við tveimum hornum, ið tú sást, merkir kongarnar í Media og Persia.
Dániel 8:21 Dániel
Hin lodni bukkurin er grikkalandskongur; hitt stóra hornið millum eygu hansara er fyrsti kongurin.
Dániel 8:22 Dániel
At hetta hornið varð brotið av, og at fýra onnur komu í staðin fyri, talar um, at fýra kongaríki skulu koma upp av tjóð hansara, men ikki við mátti hansara.
Dániel 8:23 Dániel
Men móti endanum á harradømi teirra, táið brotsmenninir hava fylt mál sítt, skal koma upp kongur, frekur og kønur í óndum ráðum.
Dániel 8:24 Dániel
Vald hansara skal verða stórt, men ikki av hansara egnu ávum, og hann skal volda ótrúligan skaða og fáa framt alt, ið hann tekur sær fyri; hann skal forkoma máttugum høvdingum og fólki hinna heilagu.
Dániel 8:25 Dániel
Av tí at hann er klókur, skal honum eydnast so væl við svikum sínum; hann skal gera seg stóran í hjartanum, og hann skal forkoma mongum, ið sita trygg; ja, móti Høvdinga høvdinga skal hann seta seg upp; men hann skal verða knasaður, tó ikki av menniskjahond.
Dániel 8:26 Dániel
Sjónin um kvøldini og morgnarnar, sum um varð talað, er sonn; men goym tú sjónina, tí hon peikar langt fram í tíðina!“
Dániel 8:27 Dániel
Men eg, Dániel, misti allan mátt og lá sjúkur eina tíð; so fór eg upp og virkaði í tænastu míni hjá kongi. Eg var ræðslusligin av sjónini, og eingin skilti hana.