rain
20 versir um "rain"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 26:4 Triðja Mósebók
so skal Eg senda tykkum regnið í rættari tíð, so at jørðin gevur grøði sína, og trøini á markini bera ávøkst sín.
Zakarias 10:1 Zakarias
HARRAN skulu tit biðja um regn, táið várregntíðin er komin. HARRIN sendir snarljósini, og regnskúrir skal Hann geva teimum, hvørjum manni grøði av markini.
Jákupsbrævið 5:18 Jákupsbrævið
Aftur bað hann, og himmalin gav regn, og jørðin bar grøði sína.
Fyrra Kongabók 18:41 Fyrra Kongabók
Síðani segði Elias við Akab: „Far nú niðan og et og drekk! Tí eg hoyri ljóð av regni.“
Fyrra Kongabók 18:42 Fyrra Kongabók
Akab fór so niðan at eta og drekka; men Elias fór niðan á Karmelstind og boygdi seg til jarðar við andlitinum millum knøini.
Fyrra Kongabók 18:43 Fyrra Kongabók
So segði hann við tænara sín: „Far niðan og hygg út í havið!“ Hann fór niðan og hugdi út, men segði: „Einki er at síggja!“ Sjey ferðir segði hann: „Far avstað aftur!“
Fyrra Kongabók 18:44 Fyrra Kongabók
Sjeyndu ferðina, tá segði hann: „Nú stígur lítið skýggj, til støddar sum manshond, upp úr havsbrúnni.“ Tá segði hann: „Far avstað og sig við Akab: „Set hestarnar fyri vagnin og far oman, meðan framkomandi er fyri regni!““
Fyrra Kongabók 18:45 Fyrra Kongabók
Eftir eini løtu var himmalin svartur av stormskýggjum, og ógvuligt regn kom. Akab fór upp í vagn sín og helt avstað til Jizre’el;
Job 5:10 Job
Hann, sum sendir regn yvir jørðina og letur vatn streyma niður yvir markirnar,
Esaias 55:10 Esaias
Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina, gjørt hana fruktbara og fylt hana við spírum, so at hon gevur sáð at sáa og breyð at eta,
Jeremias 5:24 Jeremias
Og tey hava ikki sagt í hjarta sínum: „Latið okkum óttast HARRAN Gud okkara, sum gevur regn í rættari tíð, bæði heystregn og várregn, Hann, sum vissar okkum vikurnar, táið inn skal heystast!“
Hoseas 6:3 Hoseas
Latið okkum tá læra HARRAN at kenna, latið okkum av álvara royna at læra Hann at kenna! Hann skal renna upp, líka víst sum morgunroðin, og Hann kemur til okkara sum regnið, sum várregn, ið vætir jørðina.“
Ápostlasøgan 14:17 Ápostlasøgan
tó læt Hann ikki Seg sjálvan uttan vitnisburð; tí Hann gjørdi gott, gav tykkum regn og fruktbarar tíðir av himli og mettaði hjørtu tykkara við føði og gleði.“
Fimta Mósebók 11:14 Fimta Mósebók
so skal Eg geva landi tykkara regn í rættari tíð, heystregn og várregn, so tú fært heystað korn títt, vín títt og olju tína.
Sálmarnir 72:6 Sálmarnir
Hann skal koma niður sum regn á nýslignan bø, sum skúrur, ið vætir jørðina.
Sálmarnir 147:8 Sálmarnir
Honum, sum fjalir himmalin við skýggjum, letur jørðina fáa regn, letur grógva gras á fjøllunum,
Esaias 45:8 Esaias
Dryppið, tit himlar, omanífrá, og rættferð streymi niður úr skýggjunum! Jørðin opnist og lati spretta fram frelsu og hartil rættvísi vaksa upp! Eg, HARRIN, skapi hetta.
Jeremias 14:22 Jeremias
Man nakar vera millum hinar følsku gudar heidninganna, sum er mentur at senda regn! Ella gevur himmalin av sær sjálvum avfall! Er tað ikki Tú, HARRI Gud okkara! Tí bíða vit eftir Tær; tað er jú Tú, ið hevur gjørt alt hetta!
Jóel 2:23 Jóel
Og tit, børn Zions, fegnist og gleðist í HARRANUM Gudi tykkara! Tí Hann gevur tykkum læraran í rættvísi, og so sendir Hann regn niður yvir tykkum, heystregn og várregn, sum áður.
Matteus 5:45 Matteus
– fyri at tit kunnu verða børn Faðirs tykkara, sum í Himli er! Tí Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís.