rahab
56 versir um "rahab"
Versir
Síða 1 av 2Hebrearabrævið 11:31 Hebrearabrævið
Við trúgv slapp skøkjan Rahab frá at ganga til grundar saman við hinum vantrúgvandi; tí hon tók við friði móti njósnarunum.
Jákupsbrævið 2:25 Jákupsbrævið
Á sama hátt Rahab, skøkjan – varð hon ikki rættvísgjørd av verkum, táið hon tók ímóti sendimonnunum og læt teir fara burt aðra leið!
Josva 2:1 Josva
Josva, sonur Nun, sendi loyniliga tveir njósnarar úr Sittim og segði: „Farið og kannið landið, serliga Jeriko!“ Teir fóru so avstað og komu inn hjá eini skøkju, ið æt Rahab, og løgdu seg til hvíldar har.
Josva 6:17 Josva
Og staðurin og alt, sum í honum er, skal verða HARRANUM vígt og skal bannlýsast; bert skøkjan Rahab skal sleppa at liva, hon og øll tey, sum í húsinum hjá henni eru – aftur fyri at hon fjaldi menninar, ið vit sendu.
Matteus 1:5 Matteus
Salmon átti Boas við Rahab; Boas átti Obed við Rutt; Obed átti Ísai;
Josva 2:2 Josva
Boð vórðu nú borin konginum í Jeriko: „Higar eru komnir í nátt nakrir Ísraelsmenn at kanna landið!“
Josva 2:3 Josva
Tá sendi kongurin í Jeriko boð til Rahab og læt siga: „Út við monnunum, ið til tín eru komnir, og sum tú hevur hýst! Teir eru komnir at kanna alt landið.“
Josva 2:4 Josva
Men kvinnan tók og fjaldi menninar báðar, og so svaraði hon: „Jú, víst komu menninir til mín, men eg visti ikki, hvaðani teir vóru;
Josva 2:5 Josva
og í skýmingini, táið portrið skuldi læsast, fóru menninir avstað; eg veit ikki, hvar teir fóru. Skundið tykkum og haldið eftir teimum, so munnu tit fara at fáa teir aftur!“
Josva 2:6 Josva
Men hon hevði latið teir fara upp á takið og fjalt teir undir línstelkunum, ið hon hevði liggjandi ristar har á takinum.
Josva 2:7 Josva
Menninir hildu nú eftir teimum leiðina at Jordan, til vaðini; og portrið varð stongt, við tað sama sum teir, ið hildu eftir teimum, vóru farnir avstað.
Josva 2:8 Josva
Men áðrenn njósnararnir vóru lagstir, fór hon upp á takið til teirra;
Josva 2:9 Josva
og hon segði við teir: „Eg veit, at HARRIN hevur givið tykkum landið; tí ræðsla fyri tykkum er komin á okkum, ja, angist fyri tykkum er á øllum, sum í landinum búgva.
Josva 2:10 Josva
Vit hava frætt, hvussu HARRIN turkaði upp vatnið í Reyðahavi fyri tykkum, táið tit fóru út av Egyptalandi, og vit hava frætt tað, ið tit gjørdu við báðar amoritakongarnar hinumegin Jordan, Sihon og Og, sum tit slógu við banni.
Josva 2:11 Josva
Táið vit frættu hetta, varð hjarta okkara fult av angist, og eingin er meir, sum hevur mót at fara ímóti tykkum; tí HARRIN Gud tykkara, Hann er Gud, bæði uppi í Himli og niðri á jørðini.
Josva 2:12 Josva
Gerið mær tí nú eið um HARRAN, at tit skulu vísa fedrahúsi mínum miskunn, eins og eg havi víst tykkum miskunn, og gevið mær álítandi tekin um hetta
Josva 2:13 Josva
– at tit skulu lata faðir mín og móður mína, brøður og systrar mínar og øll teirra sleppa at liva og bjarga okkum undan deyðanum!“
Josva 2:14 Josva
Menninir svaraðu henni: „Við okkara egna lívi skulu vit svara fyri tykkara! So satt sum tit ongan lata fáa at vita um ørindi okkara, so skulu vit, táið HARRIN gevur okkum landið, vísa tær miskunn og trúfesti.“
Josva 2:15 Josva
So sígdi hon teir niður úr vindeyganum í togi; tí hús hennara stóð við býmúrin, hon búði úti við múrin.
Josva 2:16 Josva
Og hon segði við teir: „Haldið í fjøllini, so teir, ið leita eftir tykkum, finna tykkum ikki, og krógvið tykkum har í tríggjar dagar, inntil teir koma aftur! So kunnu tit fara leið tykkara!“
Josva 2:17 Josva
Nú søgdu menninir við hana: „Gert tú ikki, sum vit nú siga, so eru vit leysir frá eiðinum, ið tú lætst okkum svørja:
Josva 2:18 Josva
Táið vit koma inn í landið, skalt tú binda henda reyða tráðin í vindeygað, sum tú hevur sígt okkum niður úr, og so savnar tú faðir tín og móður tína, brøður tínar og alla ætt tína inn í húsið til tín.
Josva 2:19 Josva
Ein og hvør, ið fer út um húsdyr tínar, blóð hansara skal koma yvir hansara egna høvd, og vit eru sakleysir; men verður hond løgd á nakran, ið hjá tær er í húsinum, so skal blóð hansara koma yvir høvd okkara.
Josva 2:20 Josva
Og letur tú nakran fáa nakað at vita um ørindi okkara, so eru vit leysir frá eiðinum, ið tú lætst okkum svørja.“
Josva 2:21 Josva
Hon svaraði: „Latið vera, sum tit siga!“ So læt hon teir fara, og teir fóru avstað. Hon bant so tann reyða tráðin í vindeygað.
Josva 2:22 Josva
Teir fóru nú og komu sær niðan í fjøllini; har vórðu teir í tríggjar dagar, inntil teir, ið leitaðu, vóru afturvendir. Teir leitaðu allastaðni eftir vegnum, men funnu teir ikki.
Josva 2:23 Josva
So fóru teir báðir menninir heimaftur; teir fóru oman úr fjøllunum, gingu um ánna og komu til Josva, son Nun; honum søgdu teir alt, ið hent teir hevði.
Josva 2:24 Josva
Og teir søgdu við Josva: „HARRIN hevur givið alt landið í hendur okkara; øll, sum í landinum búgva, ræðast okkum!“
Josva 6:22 Josva
Men við menninar báðar, sum høvdu kannað landið, segði Josva: „Farið inn í hús skøkjunnar og leiðið út haðani bæði kvinnuna og øll hennara – soleiðis sum tit við eiði hava lovað henni!“
Josva 6:23 Josva
Hinir ungu menninir, ið njósnað høvdu, fóru tá inn og leiddu Rahab út úr húsinum og somuleiðis faðir og móður hennara og brøður hennara og øll, ið henni hoyrdu til; alla ætt hennara leiddu teir út og lótu tey sleppa at vera einastaðni uttan fyri tilhald Ísraels.
Josva 6:24 Josva
Býin og alt, sum í honum var, brendu teir; bert silvurið og gullið og alt, ið var av kopari og jarni, løgdu teir í skattkamar hús HARRANS.
Josva 6:25 Josva
Men skøkjuna Rahab og fedrahús hennara og øll, ið henni hoyrdu til, læt Josva sleppa at liva; hon varð búgvandi millum Ísraelsmenn líka til henda dag – aftur fyri at hon fjaldi menninar, ið Josva hevði sent at kanna Jeriko.
Matteus 1:1 Matteus
Ættartal Jesu Krists, sonar Dávids, sonar Ábrahams.
Matteus 1:2 Matteus
Ábraham átti Ísak; Ísakur átti Jákup; Jákup átti Juda og brøður hansara;
Matteus 1:3 Matteus
Juda átti Perez og Zera við Tamar; Perez átti Hezron; Hezron átti Ram;
Matteus 1:4 Matteus
Ram átti Amminadab; Amminadab átti Nason; Nason átti Salmon;
Matteus 1:6 Matteus
Ísai átti Dávid kong; Dávid átti Sálomon við konu Urias;
Matteus 1:7 Matteus
Sálomon átti Roboam; Roboam átti Abia; Abia átti Asa;
Matteus 1:8 Matteus
Asa átti Jósafat; Jósafat átti Jóram; Jóram átti Ozias;
Matteus 1:9 Matteus
Ozias átti Jótam; Jótam átti Akas; Akas átti Ezekias;
Matteus 1:10 Matteus
Ezekias átti Manasse; Manasse átti Amon; Amon átti Josias;
Matteus 1:11 Matteus
Josias átti Jekonja og brøður hansara, um ta tíðina táið herleiðingin til Bábylon fór fram.
Matteus 1:12 Matteus
Eftir herleiðingina til Bábylon átti Jekonja Sealtiel; Sealtiel átti Zerubbabel;
Matteus 1:13 Matteus
Zerubbabel átti Abiud; Abiud átti Eljakim; Eljakim átti Azor;
Matteus 1:14 Matteus
Azor átti Sadok; Sadok átti Akim; Akim átti Eliud;
Matteus 1:15 Matteus
Eliud átti Eleazar; Eleazar átti Mattan; Mattan átti Jákup;
Matteus 1:16 Matteus
Jákup átti Jósef, mann Mariu; av henni varð Jesus føddur, Hann, sum kallast Kristus.
Matteus 1:17 Matteus
Soleiðis eru øll ættarliðini frá Ábrahami til Dávid fjúrtan lið; frá Dávidi til herleiðingina til Bábylon fjúrtan lið; frá herleiðingini til Bábylon til Kristus fjúrtan lið.
Matteus 1:18 Matteus
Við føðing Jesu Krists gekk so til: Maria, móðir Hansara, var trúlovað við Jósefi; men áðrenn tey komu saman, royndist hon at vera við barn við Heilaga Andanum.
Matteus 1:19 Matteus
Men við tað at Jósef, maður hennara, var rættvísur og vildi ikki gera hana til skammar fyri almenningi, ætlaði hann loyniliga at skiljast frá henni.