racism and slavery

21 versir um "racism and slavery"

Versir

Síða 1 av 1
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið

Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.

9
Kolossibrævið 3:11 Kolossibrævið

Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.

6
Efesusbrævið 6:9 Efesusbrævið

Og tit harrar! Gerið á sama hátt við teir og latið vera at hótta! Tit vita jú, at Harri bæði teirra og tykkara er í Himlunum, og hjá Honum er ikki mannamunur.

5
Filemonarbrævið 1:15 Filemonarbrævið

Tí kanska hann júst tí varð skildur frá tær lítla stund, fyri at tú kundi fáa hann aftur til æviga ogn,

5
Filemonarbrævið 1:16 Filemonarbrævið

ikki sum træl longur, men sum meir enn træl, sum elskaðan bróður. Tað er hann mær á serligan hátt, og hvussu mikið meiri tá ikki tær – bæði í holdinum og í Harranum!

5
Opinberingin 7:9 Opinberingin

Síðani fekk eg at síggja stóran skara, sum eingin kundi telja, av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum; tey stóðu fyri hásætinum og lambinum, klædd í síðar, hvítar kyrtlar og við pálmagreinum í hondunum.

5
Fimta Mósebók 10:17 Fimta Mósebók

Tí HARRIN Gud tykkara, Hann er Gud gudanna og Harri harranna, hin stóri, veldigi, øgiligi Gud, sum ikki ger mannamun og ikki letur Seg keypa,

4
Fimta Mósebók 10:18 Fimta Mósebók

sum hjálpir hinum faðirleysa og einkjuni at fáa rætt, og sum elskar hin fremmanda, so Hann gevur honum føði og klæði.

4
Fimta Mósebók 10:19 Fimta Mósebók

Tit skulu tí eisini vera góð við hin fremmanda; tit hava jú sjálv verið fremmand í Egyptalandi.

4
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan

Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,

4
Fyrra Timoteusarbrævið 1:10 Fyrra Timoteusarbrævið

siðloysingar, tey, sum synda móti náttúruni, menniskjatjóvar, lygnarar, meinsvorin – og alt annað, sum er ímóti hini heilnæmu læru,

4
Onnur Mósebók 21:16 Onnur Mósebók

Tann, ið stjelur menniskja, skal lata lív, um hann nú hevur selt tað, ella tað enn finst hjá honum.

3
Onnur Mósebók 22:21 Onnur Mósebók

Fremmandum mást tú ikki gera órætt ella vera harður við hann; tit hava jú sjálv verið fremmand í Egyptalandi.

3
Triðja Mósebók 19:34 Triðja Mósebók

sum ein av tykkara egnu skulu tit rokna hin fremmanda, ið hjá tykkum býr, og tú skalt elska hann sum teg sjálvan; tí tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!

3
Triðja Mósebók 19:33 Triðja Mósebók

Táið fremmandur býr hjá tykkum í landi tykkara, so mást tú ikki vera harður við hann;

2
Triðja Mósebók 25:44 Triðja Mósebók

Men vilt tú fáa tær trælir ella trælkvinnur, so skalt tú keypa tey frá fólkasløgunum, ið rundan um tykkum búgva.

2
Triðja Mósebók 25:45 Triðja Mósebók

Eisini av børnunum hjá teimum innfluttu, ið búgva hjá tykkum sum fremmand – av teimum og av eftirkomarum teirra, sum búgva hjá tykkum og eru fødd í landi tykkara – kunnu tit keypa tykkum trælir og trælkvinnur, og tey skulu vera ogn tykkara;

2
Triðja Mósebók 25:46 Triðja Mósebók

tey kunnu tit lata børn tykkara fáa í arv eftir tykkum, so tey kunnu hava tey sum ogn; tey kunnu tit við alla nýta sum trælir. Men móti brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum, mást tú ikki við harðskapi valda, bróðir yvir bróður.

2
Fimta Mósebók 23:15 Fimta Mósebók

Tú mást ikki geva træl upp í hendur harra hansara, táið hann er flýddur frá harra sínum og hevur leitað sær skjól hjá tær.

2
Fimta Mósebók 23:16 Fimta Mósebók

Hann skal sleppa at vera hjá tær í landi tínum, á tí staði, hann sjálvur velur sær – í einum av býum tínum, har sum honum best líkar; og tú mást ikki kúga hann.

2
Kolossibrævið 4:1 Kolossibrævið

Tit harrar! Gerið móti trælum tykkara tað, sum rætt og hampiligt er! Tit vita jú, at eisini tit hava Harra í Himli.

2