race mixing

17 versir um "race mixing"

Versir

Síða 1 av 1
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan

Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,

6
Fimta Mósebók 7:3 Fimta Mósebók

Tú mást ikki ganga í svágarskap við tey; tú mást ikki geva sonum teirra døtur tínar og ikki taka sonum tínum døtur teirra til konur;

5
Fimta Mósebók 7:4 Fimta Mósebók

tí so fáa tær synir tínar at víkja burtur frá Mær, so teir dýrka aðrar gudar, og tá fer vreiði HARRANS at tendrast móti tykkum, so Hann ger enda á tykkum, og tað skjótt.

5
Triðja Mósebók 19:19 Triðja Mósebók

Haldið lógir Mínar! – Av fæi tínum mást tú ikki lata tvey dýr hvørt av sínum slagnum para seg. Tú skalt ikki sáa tvinnanda sløg av sáði í akur tín. Garn og veftur mugu ikki vera hvørt sítt slagið í klæðunum, sum tú gongur í.

4
Fimta Mósebók 23:2 Fimta Mósebók

Eingin, sum er føddur í hori, má vera í samkomu HARRANS – nei, ikki í tíggjunda liði mugu eftirkomarar hansara vera í samkomu HARRANS!

4
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið

Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.

4
Kolossibrævið 3:11 Kolossibrævið

Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.

3
Fyrsta Mósebók 1:25 Fyrsta Mósebók

Gud gjørdi tey villu dýrini, hvørt eftir tess slagi, fæið eftir tess slagi, og øll skriðdýrini á jørðini, hvørt eftir tess slagi. Og Gud sá, at tað var gott.

2
Fjórða Mósebók 25:6 Fjórða Mósebók

Nú kom ein Ísraelsmaður og leiddi midjanitiska kvinnu inn millum brøður sínar, so Móses og øll samkoma Ísraels sá, meðan teir sótu fyri durum samkomutjaldsins og grótu.

2
Fjórða Mósebók 25:7 Fjórða Mósebók

Táið Pinehas, sonur Eleazar, sonarsonur Áron prest, sá hetta, gekk hann fram úr samkomuni, treiv eitt spjót,

2
Fjórða Mósebók 25:8 Fjórða Mósebók

fór aftan á Ísraelsmanninum inn í sovikamarið og rendi spjótið gjøgnum tey bæði, Ísraelsmannin og kvinnuna, so tað fór inn í búk hennara. Tá steðgaði plágan og veik frá Ísraelsmonnum.

2
Fimta Mósebók 32:8 Fimta Mósebók

Táið hin Hægsti skifti ogn millum fólkini, táið Hann setti mark millum menniskjabørnini, setti Hann landamark tjóðanna eftir tali Ísraels sona.

2
Nehemias 13:3 Nehemias

Táið teir hoyrdu tað, sum í lógini stóð, skiltu teir øll fremmand úr Ísrael.

2
Job 14:4 Job

Ja, hevði reinur kunnað komið av óreinum! Nei, ikki so mikið sum ein!

2
Seinna Korintbrævið 6:14 Seinna Korintbrævið

Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!

2
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið

Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.

2
Opinberingin 7:9 Opinberingin

Síðani fekk eg at síggja stóran skara, sum eingin kundi telja, av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum; tey stóðu fyri hásætinum og lambinum, klædd í síðar, hvítar kyrtlar og við pálmagreinum í hondunum.

2