røð frá tveimum ella trimum
691 versir um "røð frá tveimum ella trimum"
Versir
Síða 2 av 14Orðtøkini 2:9 Orðtøkini
Tá skalt tú skilja rættvísi, rætt og rættsinni, ja, eina og hvørja góða leið.
Orðtøkini 2:10 Orðtøkini
Tí vísdómur skal koma í hjarta títt, og kunnskapur skal gleða sál tína;
Orðtøkini 2:11 Orðtøkini
skil skal halda vakt yvir tær, vit skal vera verja tín
Orðtøkini 2:12 Orðtøkini
– at bjarga tær frá ringum leiðum, frá fólki, sum talar tað, ið rangvørgt er,
Orðtøkini 2:13 Orðtøkini
frá teimum, sum fara av rættvísileiðum og ganga á gøtum myrkursins,
Orðtøkini 2:14 Orðtøkini
sum hava gleði av at gera ilt og rópa av gleði um tað, ið rangvørgt og ónt er,
Orðtøkini 2:15 Orðtøkini
sum ganga á sniðgøtum og fylgja rangvørgum leiðum.
Orðtøkini 2:16 Orðtøkini
Vísdómurin skal frelsa teg frá konu annars mans, frá fremmandari kvinnu við sleiskum orðum,
Orðtøkini 2:17 Orðtøkini
sum hevur svikið ungdómsvin sín og gloymt sáttmála Guds síns.
Orðtøkini 2:18 Orðtøkini
Tí hús hennara søkkur niður í deyðan, og vegir hennara ganga niður til deydningarnar;
Orðtøkini 2:19 Orðtøkini
aftur kemur eingin, ið inn til hennara fer, teir náa aldri leiðum lívsins.
Orðtøkini 2:20 Orðtøkini
Vísdómurin skal hjálpa tær at ganga vegin, ið hini góðu ganga, og halda teg á leiðum rættvísra.
Orðtøkini 2:21 Orðtøkini
Tí hini sannhjartaðu skulu búgva í landinum, og hini ólastandi skulu verða eftir í tí;
Orðtøkini 2:22 Orðtøkini
men hini gudleysu skulu verða beind av landinum, og hini trúleysu skulu verða rykt burtur úr tí.
Orðtøkini 3:1 Orðtøkini
Sonur mín! Gloym ikki tað, ið eg læri teg, lat hjarta títt goyma boð míni!
Orðtøkini 3:2 Orðtøkini
Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli.
Orðtøkini 3:3 Orðtøkini
Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns!
Orðtøkini 3:4 Orðtøkini
So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Orðtøkini 3:7 Orðtøkini
Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum!
Orðtøkini 3:8 Orðtøkini
Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni.
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini
Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini
So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.
Orðtøkini 3:11 Orðtøkini
Sonur mín! Virð ikki lítið tykt HARRANS, og ver ikki ótolin, táið Hann revsar teg!
Orðtøkini 3:12 Orðtøkini
Tí HARRIN revsar tann, ið Hann elskar, Hann straffar sonin, ið er Honum kærur.
Orðtøkini 3:13 Orðtøkini
Sælur er tann, ið hevur funnið vísdóm, sælt er tað menniskja, ið vinnur sær vit.
Orðtøkini 3:14 Orðtøkini
Tí betri er at vinna vísdóm enn at vinna silvur, og vinningurin, ið hann gevur, er betri enn gull.
Orðtøkini 3:15 Orðtøkini
Hann er dýrabarari enn perlur, og av øllum dýrgripum tínum er eingin sum hann.
Orðtøkini 3:16 Orðtøkini
Langt lív hevur hann í høgru hond, ríkdóm og heiður í vinstru.
Orðtøkini 3:17 Orðtøkini
Vegir hansara eru lívsælir vegir, og allar gøtur hansara eru lukka.
Orðtøkini 3:18 Orðtøkini
Hann er teimum lívsins træ, sum grípa hann, og lukkuligur tann, ið ikki sleppir honum!
Orðtøkini 3:19 Orðtøkini
Við vísdómi hevur HARRIN grundfest jørðina; við viti hevur Hann bygt himmalin.
Orðtøkini 3:20 Orðtøkini
Við kunnskapi Hansara streymaðu hini djúpu vøtn fram, og við honum lata skýggini døgg dryppa niður.
Orðtøkini 3:21 Orðtøkini
– Sonur mín! Lat ikki vísdóm og klókskap víkja frá eygum tínum, gev teimum gætur!
Orðtøkini 3:22 Orðtøkini
So skulu tey vera sál tíni lív og hálsi tínum prýði.
Orðtøkini 3:23 Orðtøkini
Tá skalt tú trygt ganga leið tína og ikki sláa fótin ímóti.
Orðtøkini 3:24 Orðtøkini
Táið tú legst, skalt tú ikki óttast, og táið tú ert lagstur, skal svøvnur tín vera søtur.
Orðtøkini 3:25 Orðtøkini
Tá nýtist tær ikki at óttast fyri bráðari ræðslu ella fyri ódnini, táið hon brestur á yvir hinum gudleysu.
Orðtøkini 3:26 Orðtøkini
Tí HARRIN skal vera álit títt, og Hann skal varða fót tín frá snerruni.
Orðtøkini 3:27 Orðtøkini
Sýt ikki teimum hjálp, sum hava hana fyri neyðini – so satt sum tú ert mentur at lata hana!
Orðtøkini 3:28 Orðtøkini
Sig ikki við næsta tín: „Far, og kom aftur! Eg skal geva tær í morgin!“ – táið tú fært gjørt tað alt fyri eitt!
Orðtøkini 3:29 Orðtøkini
Legg ikki upp ónd ráð móti næsta tínum, táið hann heldur seg búgva tryggan hjá tær!
Orðtøkini 3:30 Orðtøkini
Kjakast ongan við uttan grund, táið hann einki ilt hevur gjørt tær!
Orðtøkini 3:31 Orðtøkini
Øvunda ikki yvirgangskropp, og vel onga av øllum leiðum hansara!
Orðtøkini 3:32 Orðtøkini
Tí hin falski er HARRANUM andstygd, men hini sannhjartaðu eru næstu vinir Hansara.
Orðtøkini 3:33 Orðtøkini
Í húsi hins gudleysa er bann HARRANS, men bústað rættvísra signar Hann.
Orðtøkini 3:34 Orðtøkini
Spottarar spottar Hann, men eyðmjúkum gevur Hann náði.
Orðtøkini 3:35 Orðtøkini
Hini vísu arva heiður, men dárarnir fáa skomm í løn.
Orðtøkini 4:1 Orðtøkini
Hoyrið, børn míni, táið ein faðir áminnir tykkum, lurtið eftir, so tit kunnu læra klókskap!