røð frá tveimum ella trimum
691 versir um "røð frá tveimum ella trimum"
Versir
Síða 1 av 14Fimta Mósebók 19:15 Fimta Mósebók
Ikki má bert eitt vitni stíga fram móti manni, táið tað viðvíkur nakrari misgerð ella synd – tað veri nú hvør synd, ið tað vera vil, ið hann hevur gjørt; eftir tí, sum tvey ella trý vitni siga, skal mál gerast av.
Seinna Korintbrævið 13:1 Seinna Korintbrævið
Hetta er nú triðja ferðin, eg komi til tykkara; við tí, sum tveir ella tríggir vitna, skal hvør søk standa føst.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:19 Fyrra Timoteusarbrævið
Tak ikki við klagu móti einum elsta uttan eftir tveimum ella trimum vitnum!
Sálmarnir 32:8 Sálmarnir
„Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.“
Orðtøkini 15:22 Orðtøkini
Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd.
Matteus 18:16 Matteus
Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at „hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna“!
Hebrearabrævið 10:28 Hebrearabrævið
Hevur ein brotið Móselóg, doyr hann miskunnarleyst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna.
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir
Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,
Sálmarnir 20:4 Sálmarnir
Hann minnist øll matoffur tíni og taki brennioffur títt fyri gott! – Sela.
Orðtøkini 1:1 Orðtøkini
Orðtøk Sálomos, sonar Dávids, kongs Ísraels.
Orðtøkini 1:2 Orðtøkini
Av teimum kann ein læra vísdóm og tykt og skilja vitiga talu;
Orðtøkini 1:3 Orðtøkini
av teimum kann ein fáa revsing, ið ger hann klókan, og læra rættvísi, rætt og rættsinni;
Orðtøkini 1:4 Orðtøkini
tey geva hinum óroyndu klókskap, hinum ungu kunnskap og skil.
Orðtøkini 1:5 Orðtøkini
Við at lurta eftir teimum eykar hin vísi um lærdóm sín, og hin vitigi lærir at liva rætt.
Orðtøkini 1:6 Orðtøkini
Av teimum kann ein læra at skilja orðtøk og líkingamál, orð vísmanna og gátur teirra.
Orðtøkini 1:7 Orðtøkini
At óttast HARRAN er upphav kunnskapar; dárar vanvirða vísdóm og tykt.
Orðtøkini 1:8 Orðtøkini
Lurta eftir, sonur mín, táið faðir tín áminnir teg, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
Orðtøkini 1:9 Orðtøkini
Tí tað er yndisligur kransur um høvd títt og ketur um háls tín.
Orðtøkini 1:10 Orðtøkini
Sonur mín! Táið syndarar lokka teg, sig tá nei!
Orðtøkini 1:11 Orðtøkini
Táið teir siga: „Kom við okkum! Vit skulu lúra eftir blóði, uttan grund seta fellur fyri hini sakleysu;
Orðtøkini 1:12 Orðtøkini
sum deyðaríkið skulu vit gloypa teimum livandi, við húð og hári, sum tað gloypir teimum, ið fara niður í grøvina;
Orðtøkini 1:13 Orðtøkini
vit skulu vinna okkum góðs og gull, fylla hús okkara við ráni;
Orðtøkini 1:14 Orðtøkini
tú skalt sleppa at kasta lut um tað saman við okkum, vit skulu allir hava ein pung“
Orðtøkini 1:15 Orðtøkini
– sonur mín, far tá ikki við teimum, halt fóti tínum frá leið teirra!
Orðtøkini 1:16 Orðtøkini
Tí føtur teirra eru skjótir til hitt illa, teir eru kvikir at úthella blóð;
Orðtøkini 1:17 Orðtøkini
til onga nyttu verður netið breitt út, so allir fuglarnir síggja;
Orðtøkini 1:18 Orðtøkini
teir lúra eftir sínum egna blóði, teir seta fellur fyri seg sjálvar.
Orðtøkini 1:19 Orðtøkini
– Soleiðis gongst einum og hvørjum, ið er tráur eftir órøttum vinningi – hann tekur lívið av sínum egnu harrum!
Orðtøkini 1:20 Orðtøkini
Vísdómurin rópar á gøtuni, hann letur rødd sína ljóða á torgunum;
Orðtøkini 1:21 Orðtøkini
á gøtumótum kallar hann, mitt í ganginum; við býportrini og runt um í býnum talar hann og sigur:
Orðtøkini 1:22 Orðtøkini
„Hvussu leingi ætla tit fávitskutu at elska fávitsku, og hvussu leingi ætla spottararnir at hava gleði sína í spotti, og dárarnir at hata kunnskap?
Orðtøkini 1:23 Orðtøkini
Vendið við og aktið eftir revsing míni! So skal eg lata anda mín streyma út yvir tykkum, eg skal kunngera tykkum orð míni.
Orðtøkini 1:24 Orðtøkini
– Við tað at tit vildu ikki hoyra, táið eg rópti, við tað at eingin gav tí gætur, táið eg rætti út hond mína,
Orðtøkini 1:25 Orðtøkini
við tað at tit vanvirdu øll ráð míni og vildu ikki vita av revsing míni,
Orðtøkini 1:26 Orðtøkini
so skal eisini eg læa, táið vanlukkan rámar tykkum, eg skal spotta, táið tað kemur, sum tit óttast fyri,
Orðtøkini 1:27 Orðtøkini
táið tað, ið tit óttast fyri, kemur sum ódnarveður, og vanlukkan nærkast tykkum sum stormur, táið trongd og neyð koma á tykkum.
Orðtøkini 1:28 Orðtøkini
Tá skulu tey kalla á meg, men eg svari ikki; tey leita eftir mær, men finna meg ikki.
Orðtøkini 1:29 Orðtøkini
Aftur fyri at tey hataðu kunnskap og vrakaðu at óttast HARRAN,
Orðtøkini 1:30 Orðtøkini
vildu ikki vita av ráði mínum, men vanvirdu alla revsing mína,
Orðtøkini 1:31 Orðtøkini
so skulu tey eta ávøkstin av atburði sínum og verða mettað av sínum egnu ráðum.
Orðtøkini 1:32 Orðtøkini
Tí at hini fávitskutu venda sær burt – tað drepur tey, og sorgloysi dáranna verður undirgangur teirra.
Orðtøkini 1:33 Orðtøkini
Men tann, ið lurtar eftir mær, býr tryggur og livir í friði uttan ótta fyri vanlukku.“
Orðtøkini 2:1 Orðtøkini
Sonur mín! Tekur tú við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær,
Orðtøkini 2:2 Orðtøkini
so tú vendir oyra tínum til vísdóm og boyggir hjarta títt til klókskap,
Orðtøkini 2:3 Orðtøkini
ja, kallar tú á vitið og rópar hart eftir klókskapinum,
Orðtøkini 2:4 Orðtøkini
leitar tú eftir honum sum eftir silvuri, og grevur tú eftir honum sum eftir dýrgripum,
Orðtøkini 2:5 Orðtøkini
so skalt tú skilja, hvat tað er at óttast HARRAN, og vinna tær kunnskap um Gud.
Orðtøkini 2:6 Orðtøkini
Tí HARRIN er tann, sum gevur vísdóm, av munni Hansara koma kunnskapur og vit;
Orðtøkini 2:7 Orðtøkini
Hann goymir hinum sannhjartaðu lukku, Hann er øllum teimum skjøldur, sum liva ólastandi!
Orðtøkini 2:8 Orðtøkini
Hann vakir yvir gøtum rættarins og varðveitir veg hinna heilagu Sína.