questions

20 versir um "questions"

Versir

Síða 1 av 1
Job 38:3 Job

Gyrð nú lendar tínar sum maður! So skal Eg spyrja teg, og tú skalt læra Meg!

7
Jóhannes 18:38 Jóhannes

Pilatus segði við Hann: „Hvat er sannleiki!“ Táið hann hetta hevði sagt, fór hann út aftur til Jødarnar og segði við teir: „Eg finni onga skyld hjá Honum!

5
Fyrsta Mósebók 3:9 Fyrsta Mósebók

Tá rópti Gud HARRIN á Ádam og segði við hann: „Hvar ert tú?“

4
Matteus 7:7 Matteus

Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!

4
Lukas 2:46 Lukas

Táið so tríggir dagar vóru gingnir, funnu tey Hann í templinum, har Hann sat mitt millum lærararnar og bæði lurtaði eftir teimum og spurdi teir.

4
Matteus 16:15 Matteus

Hann segði við teir: „Men tit, hvønn siga tit Meg vera?“

3
Matteus 22:41 Matteus

Meðan nú Fariseararnir vóru savnaðir, spurdi Jesus teir:

3
Matteus 22:42 Matteus

„Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er Hann?“ Teir svaraðu Honum: „Dávids.“

3
Matteus 22:43 Matteus

Tá segði Hann við teir: „Hvussu kann Dávid tá í Andanum kalla Hann Harra! Hann sigur jú:

3
Matteus 22:44 Matteus

„Harrin segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar undir føtur Tínar!““

3
Matteus 22:45 Matteus

Táið nú Dávid kallar Hann Harra, hvussu kann Hann tá vera sonur hansara!“

3
Matteus 22:46 Matteus

Og eingin fekk svarað Honum orð; ei heldur tordi nakar aftur at seta Honum spurningar eftir tann dag.

3
Matteus 27:46 Matteus

Um níggjunda tíman rópti Jesus við harðari rødd: „Eli, Eli! Lama sabaktani?“ – Tað er: „Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?“

3
Job 40:7 Job

Ja, kúga við eygnakasti hvønn stoltan, og slá niður hinar gudleysu, sum teir standa har!

2
Esaias 1:18 Esaias

Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur HARRIN; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.

2
Jeremias 33:3 Jeremias

Rópa til Mín, og Eg skal svara tær, og Eg skal kunngera tær tað, ið stórt og ófatandi er, slíkt sum tú kennir ikki!

2
Markus 8:29 Markus

Hann spurdi teir: „Men tit, hvønn siga tit Meg vera?“ Pætur svaraði Honum: „Tú ert Kristus.“

2
Lukas 10:29 Lukas

Men hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði tí við Jesus: „Hvør er tá næsti mín?“

2
Jóhannes 3:4 Jóhannes

Nikodemus segði við Hann: „Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!“

2
Ápostlasøgan 8:30 Ápostlasøgan

Filip rann tá hagar og hoyrdi hann lesa Esaias profet; og hann segði: „Skilir tú tað, ið tú lesur?“

2