queens

35 versir um "queens"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Kongabók 10:1 Fyrra Kongabók

Táið drotningin í Saba fekk at hoyra orðið um Sálomo og tað, hann hevði gjørt fyri navn HARRANS, kom hon at royna hann við gátum.

8
Fyrra Kongabók 10:2 Fyrra Kongabók

Hon kom til Jerusalem við stórum fylgi, við kamelum, ið bóru kryddurtir og ógvuliga nógv av gulli og dýrum steinum; táið hon var komin til Sálomo, tosaði hon við hann um alt, ið henni lá á hjarta.

8
Fyrra Kongabók 10:3 Fyrra Kongabók

Men Sálomo svaraði øllum spurningum hennara; ikki eitt orð av tí, ið hon segði, var konginum loynt, nei, hann svaraði henni upp á alt.

8
Fyrra Kongabók 10:4 Fyrra Kongabók

Táið drotningin í Saba sá allan vísdóm Sálomos, sá húsið, ið hann hevði bygt,

8
Fyrra Kongabók 10:5 Fyrra Kongabók

rættirnar á borði hansara, hvussu tænarar hansara sótu, hvussu borðsveinar hansara stóðu, og hvussu teir vóru klæddir, sá skeinkjarar hansara og brenniofrini, ið hann ofraði í húsi HARRANS – var hon rættiliga frá sær sjálvari av undran.

8
Fyrra Kongabók 10:6 Fyrra Kongabók

Hon segði við kongin: „Satt var tað, ið eg hoyrdi heima í landi mínum um teg og vísdóm tín!

8
Fyrra Kongabók 10:7 Fyrra Kongabók

Eg trúði ikki tíðindunum, ið gingu, fyrrenn eg kom og fekk tað at síggja við mínum egnu eygum; men nú – eg havi ikki frætt helvtina! Tú ert vísari og lukkuligari, enn eg havi frætt um teg.

8
Fyrra Kongabók 10:8 Fyrra Kongabók

Lukkuligir eru menn tínir, lukkuligir eru hesir tænarar tínir, sum altíð standa fyri ásjón tíni og hoyra vísdóm tín!

8
Fyrra Kongabók 10:9 Fyrra Kongabók

Lovaður veri HARRIN Gud tín, sum hevði gleði av tær, so Hann setti teg í hásæti Ísraels! Tí at HARRIN til ævigar tíðir elskar Ísrael, tí setti Hann teg til kong at fremja rætt og rættvísi.“

8
Fyrra Kongabók 10:10 Fyrra Kongabók

Síðani gav hon konginum 120 talentir av gulli og stóra mongd av kryddurtum og dýrum steinum; aldri síðani er komin slík mongd av kryddurtum sum tað, ið drotningin í Saba gav Sálomo kongi.

8
Fyrra Kongabók 10:11 Fyrra Kongabók

Men eisini skip Hirams, tey, sum førdu gull úr Ofir, vóru komin haðani við stórari mongd av sandelviði og dýrum steinum.

8
Fyrra Kongabók 10:12 Fyrra Kongabók

Av sandelviðinum læt kongurin gera lutir, sum til hoyrdu í húsi HARRANS og í kongshøllini, somuleiðis sitarar og hørpur til sangararnar; aldri síðani er so nógvur sandelviður komin í landið ella sæddur har.

8
Fyrra Kongabók 10:13 Fyrra Kongabók

Sálomo kongur gav drotningini í Saba alt, ið hon vildi hava og bað um, umframt gávurnar, ið sømdi so mætum kongi sum Sálomo at geva henni. – So fór hon avstað og fór heimaftur til land sítt við tænarum sínum.

8
Seinna Krønikubók 9:1 Seinna Krønikubók

Táið drotningin í Saba fekk at hoyra orðið um Sálomo, kom hon til Jerusalem við stórum fylgi og við kamelum, ið bóru kryddurtir og ógvuliga nógv av gulli og dýrum steinum; hon ætlaði at royna Sálomo við gátum; táið hon var komin til hansara, tosaði hon við hann um alt, ið henni lá á hjarta.

5
Seinna Krønikubók 9:2 Seinna Krønikubók

Men Sálomo svaraði øllum spurningum hennara; ikki eitt orð av tí, ið hon segði, var Sálomo dult, nei, hann gav henni svar upp á alt.

5
Seinna Krønikubók 9:3 Seinna Krønikubók

Táið drotningin í Saba sá vísdóm Sálomos, sá húsið, ið hann hevði bygt,

5
Seinna Krønikubók 9:4 Seinna Krønikubók

rættirnar á borði hansara, hvussu tænarar hansara sótu, hvussu borðsveinar hansara stóðu, og hvussu teir vóru klæddir, sá skeinkjarar hansara og klæði teirra og brenniofrini, ið hann ofraði í húsi HARRANS – var hon rættiliga frá sær sjálvari av undran.

5
Seinna Krønikubók 9:5 Seinna Krønikubók

Hon segði við kongin: „Satt var tað, sum eg hoyrdi heima í landi mínum um teg og vísdóm tín!

5
Seinna Krønikubók 9:6 Seinna Krønikubók

Eg trúði ikki tíðindunum, ið gingu, fyrrenn eg kom og fekk tað at síggja við mínum egnu eygum; men nú – eg havi ikki frætt helvtina um stóra vísdóm tín! Tú bert av tí, ið eg havi frætt um teg.

5
Seinna Krønikubók 9:7 Seinna Krønikubók

Lukkuligir eru menn tínir, lukkuligir eru hesir tænarar tínir, ið altíð standa fyri ásjón tíni og hoyra vísdóm tín!

5
Seinna Krønikubók 9:8 Seinna Krønikubók

Lovaður veri HARRIN Gud tín, sum hevði tokka til tín, so Hann setti teg í hásæti Sítt sum kong fyri HARRANUM Gudi tínum! Tí at Gud tín elskar Ísrael og ætlar at halda tí uppi til ævigar tíðir, tí setti Hann teg til kong yvir teimum at fremja rætt og rættvísi.“

5
Seinna Krønikubók 9:9 Seinna Krønikubók

Síðani gav hon konginum 120 talentir av gulli og stóra mongd av kryddurtum og dýrum steinum; aldri hevur slík mongd av kryddurtum verið í landinum sum tað, ið drotningin í Saba gav Sálomo kongi.

5
Seinna Krønikubók 9:10 Seinna Krønikubók

Eisini menn Hurams og menn Sálomos, sum fóru til Ofir eftir gulli, høvdu havt sandelvið og dýrar steinar við sær haðani.

5
Seinna Krønikubók 9:11 Seinna Krønikubók

Av sandelviðinum læt kongurin gera trappur til hús HARRANS og kongshøllina, somuleiðis sitarar og hørpur til sangararnar; tess líki var aldri áður sæddur í Judalandi.

5
Seinna Krønikubók 9:12 Seinna Krønikubók

Sálomo kongur gav drotningini í Saba alt tað, ið hon vildi hava og bað um, umframt tað, ið hann gav henni aftur fyri tað, ið hon hevði havt við til kongin. – So fór hon avstað og fór heimaftur til land sítt við tænarum sínum.

5
Ester 1:9 Ester

Samstundis helt Vasti drotning veitslu fyri kvinnunum í kongaborg Ahasverusar kongs.

5
Ester 2:17 Ester

Og kongurin varð betri við Ester enn við allar hinar kvinnurnar; hon vann náði og yndi hjá honum meir enn allar hinar moyggjarnar. Hann setti tí kongliga krúnu á høvd hennara og gjørdi hana til drotning í staðin fyri Vasti.

5
Opinberingin 18:7 Opinberingin

So nógv sum hon hevur sett seg sjálva høgt og livað í ólevnaði – gevið henni so nógv av pínu og sorg! Aftur fyri at hon sigur í hjartanum: „Eg siti sum drotning og eri ikki einkja – sorg skal eg aldri síggja!“

4
Nehemias 2:6 Nehemias

Tá spurdi kongur meg – drotning sat undir lið hansara: „Hvussu langa tíð tekur ferð tín? Nær kemur tú aftur?“ Táið soleiðis líkaði kongi at senda meg, nevndi eg honum ásetta tíð.

3
Jeremias 13:18 Jeremias

Sig við kong og móður kong: Setið tykkum lágt! Tí hin fagra krúnan, ið prýddi høvd tykkara, er av tykkum fallin.

3
Ápostlasøgan 8:27 Ápostlasøgan

Hann reistist tá og fór. Og har var Etiopari, hirðmaður, høgur maður hjá Kandake drotning í Etiopia; hann var settur yvir allar skattir hennara. Hann var komin til Jerusalem at tilbiðja

3
Fyrra Kongabók 15:13 Fyrra Kongabók

Um tað so var Ma’aku, móður sína, setti hann hana av sum drotning, aftur fyri at hon hevði gjørt eina ræðuliga skurðmynd fyri Asjeru; Asa høgdi niður ræðuligu skurðmynd hennara og brendi hana í Kidronsdali.

2
Jeremias 7:18 Jeremias

Børnini sanka brenni, fedrarnir kynda eld, og kvinnurnar knoða deiggj til at baka himmaldrotningini offurkøkur av; og tey hella øðrum gudum út drykkjuoffur – til at volda Mær sorg!

2
Matteus 12:42 Matteus

Drotningin úr Suðurlandi skal rísa upp í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí hon kom frá enda jarðarinnar at hoyra vísdóm Sálomons – og hyggið, her er meir enn Sálomon!

2
Lukas 11:31 Lukas

Drotningin í Suðurlandi skal rísa upp í dóminum saman við monnunum av hesi ætt og dómfella teir; tí hon kom frá enda jarðarinnar at hoyra vísdóm Sálomons – og hyggið, her er meir enn Sálomon!

2