queen esther

27 versir um "queen esther"

Versir

Síða 1 av 1
Ester 2:17 Ester

Og kongurin varð betri við Ester enn við allar hinar kvinnurnar; hon vann náði og yndi hjá honum meir enn allar hinar moyggjarnar. Hann setti tí kongliga krúnu á høvd hennara og gjørdi hana til drotning í staðin fyri Vasti.

9
Ester 4:14 Ester

Nei, tigur tú nú, so fáa Jødarnir kortini hjálp og bjarging aðrastaðni frá, men tú og ætt tín, tit skulu farast! Og hvør veit, um tað ikki júst var fyri slíka tíð sum hesa, tú komst at sita sum drotning?“

8
Ester 4:16 Ester

„Far og kalla saman allar Jødar, sum eru í Susan, og haldið føstu fyri mína skuld! Í trý samdøgur – nátt og dag – mugu tit hvørki leska vátt ella turt! Eg og hinar ungu gentur mínar skulu eisini halda føstu á sama hátt. Og so skal eg fara inn fyri kong, tóat tað er móti lógini; skal eg so farast, so lat meg farast!“

8
Ester 7:3 Ester

Tá svaraði Ester drotning: „Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, kongurin, og líkar tað konginum, so lat lív mítt verða mær givið eftir bøn míni, og fólk mítt eftir ynski mínum!

6
Ester 5:1 Ester

Triðja dagin læt Ester seg í kongligt skrúð og fór inn í hin innara garð kongshallarinnar; har stóð hon, beint fyri kongshøllini, og kongurin sat í kongahásæti sínum í kongshøllini, beint inn av durum hallarinnar.

3
Ester 5:2 Ester

Táið nú kongurin sá Ester drotning standa í garðinum, fann hon náði fyri eygum hansara; kongurin rætti út móti Ester gullstavin, sum hann hevði í hondini, og Ester gekk fram og nam við enda stavsins.

3
Ester 5:3 Ester

Kongurin segði við hana: „Hvat bagir, og hvat vilt tú hava, Ester drotning? – Um tað so var hálvt ríkið, skuldi tú fingið tað!“

3
Ester 8:5 Ester

og segði: „Líkar tað konginum, og havi eg funnið náði fyri ásjón hansara, heldur kongurin tað vera beint, og eri eg góð í eygum hansara – so lat verða givið skrivligt boð um at taka aftur brøvini, ið hini óndu ráð Hamans Agagits, sonar Hammedata, stóðu í, tey, sum hann skrivaði til at fáa beint fyri Jødunum í øllum landspørtum kongsins!

3
Ester 8:6 Ester

Hvussu skal eg orka at síggja vanlukkuna, ið kemur yvir fólk mítt, og hvussu skal eg orka at síggja, at ætt mín týnist!“

3
Ester 9:29 Ester

Ester drotning, dóttir Abihajil, og Mordokai Jødi skrivaðu uppaftur bræv við veldisorðum til at staðfesta tað, sum stóð í hesum nýggja brævinum um purim.

3
Ester 2:7 Ester

Hann var fosturfaðir Hadassu, tað er Ester, dóttur faðirbróður hansara; tí hon átti hvørki faðir ella móður. Henda unga genta var vælvaksin og vøkur. Táið foreldur hennara vóru deyð, hevði Mordokai tikið hana til sín sum sína egnu dóttur.

2
Ester 4:11 Ester

„Allir tænarar kongs og fólkið í landspørtum kongs vita, at fer onkur, maður ella kvinna, inn í hin innara garðin til kong – og boð ikki hava verðið send eftir honum – so geldur fyri øll slík sama lóg: At tey skulu lata lív – uttan so er, at kongur rættir út gullstav sín móti teimum; tá sleppa tey at liva. Men nú í tríati dagar hava ikki boð verið eftir mær at koma inn til kong.“

2
Ester 7:1 Ester

Kongurin og Haman komu nú í veitsluna hjá Ester drotning.

2
Ester 7:2 Ester

Sum tey tá sótu og drukku vín, segði kongurin – eisini henda seinna dagin – við Ester: „Hvat er bøn tín, Ester drotning? Hon skal verða tær veitt! Og hvat vilt tú hava? Um tað so var hálvt ríkið, skuldi tað ikki verðið tær sýtt!“

2
Ester 7:4 Ester

Tí vit eru seld, bæði eg og fólk mítt, til at verða týnd, dripin og fyribeind. Høvdu vit so bert verið seld at verðið trælir og trælkvinnur, skuldi eg tagt, men nú er fíggindi okkara ikki førur fyri at bøta konginum skaðan.“

2
Ester 7:5 Ester

Ahasverus kongur spurdi Ester drotning: „Hvør er hann, og hvar er hann, ið hevur vágað sær at gera hetta?“

2
Ester 7:6 Ester

Ester svaraði: „Ein mótstøðumaður og fíggindi – illi Haman, ið har situr!“ Tá varð Haman sligin av ræðslu fyri konginum og drotningini.

2
Ester 7:7 Ester

Kongurin reistist í vreiði, rýmdi úr veitsluni og fór út í urtagarð hallarinnar; men Haman steðgaði eftir, at biðja Ester drotning um lív sítt; tí hann dugdi at síggja, at kongurin hevði gjørt av at lata vanlukkuna koma yvir hann.

2
Ester 7:8 Ester

Táið nú kongurin kom aftur úr urtagarði hallarinnar, inn í salin, har sum veitslan hevði verðið hildin, hevði Haman kastað seg niður yvir beinkin, ið Ester drotning sat á. Tá segði kongurin: „Man hann enntá ætla at neyðtaka drotningina her í mínum egna húsi!“ Kongurin hevði ikki meir enn talað hetta orð, tá sveipaðu teir inn andlit Hamans.

2
Ester 7:9 Ester

Og Harbona, ein av hirðmonnum kongsins segði: „Við hús Hamans stendur longu gálgi, 50 alin høgur, sum hann sjálvur hevur latið reisa Mordokai, honum, sum einaferð talaði tað, ið var konginum til so stóran bata!“ Tá segði kongurin: „Heingið hann í hann!“

2
Ester 7:10 Ester

Teir hongdu nú Haman í gálgan, sum hann hevði latið reisa Mordokai. So sissaðist kongurin.

2
Ester 9:12 Ester

Tá segði kongurin við Ester drotning: „Í borgini Susan hava Jødarnir dripið og beint fyri 500 monnum og hinum tíggju sonum Haman – hvat munnu teir tá ikki hava gjørt í hinum landspørtum kongsins! Og nú – hvat er bøn tín? Hon skal verða tær veitt! Og hvat meiri vilt tú hava? Tað skal ikki verða tær sýtt!“

2
Ester 9:13 Ester

Ester svaraði: „Líkar tað konginum, so lat Jødarnar í Susan eisini í morgin sleppa at gera á sama hátt sum í dag, og lat hinar tíggju synir Haman verða hongdar í gálgan!“

2
Ester 9:14 Ester

Kongurin beyð tá, at so skuldi verða gjørt, og boð um hetta gekk út í Susan; hinir tíggju synir Haman vórðu hongdir.

2
Ester 9:30 Ester

Og hann sendi brøv við friðar- og sannleiksorðum til allar Jødar í hinum 127 landspørtunum í ríki Ahasverusar,

2
Ester 9:31 Ester

til at staðfesta sum lóg, at tey skuldu halda hesar purimdagar, tíðina ið ásett var, soleiðis sum Mordokai Jødi og Ester drotning høvdu gjørt av um teir, og soleiðis sum tey høvdu ásett fyri seg sjálv og eftirkomarar sínar um føsturnar og sorgarrópini hesar dagar.

2
Ester 9:32 Ester

Soleiðis vórðu, eftir boði Esterar, hesar fyriskipanir um purim staðfestar sum lóg; og tað varð skrivað í bók.

2