pyramids
126 versir um "pyramids"
Versir
Síða 1 av 3Esaias 19:19 Esaias
Tann dag skal altar vera reist HARRANUM mitt í Egyptalandi, og merkissteinur skal vera reistur HARRANUM við landamarkið.
Esaias 19:20 Esaias
Tey skulu vera til tekin og vitnisburð um HARRAN Gud herskaranna í Egyptalandi; táið tey rópa til HARRAN undan teimum, ið kúga tey, skal Hann senda teimum frelsara og verjara, sum skal fría tey.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Job 3:14 Job
millum kongar og ráðharrar jarðarinnar, sum bygdu sær gravhallir,
Ezekiel 28:1 Ezekiel
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
Ezekiel 28:2 Ezekiel
Menniskjasonur! Sig við fúrstan í Týrus: So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at hjarta títt hugmóðar sær, og tú sigur: „Eg eri Gud; eg siti á gudasæti mitt úti í havinum!“ – tú, sum tó ert menniskja og eingin Gud, hvussu mikið tú so í hjartanum heldur teg vera Gud
Ezekiel 28:3 Ezekiel
– jú, tú ert vísari enn Dániel, eingin loyndardómur er tær duldur;
Ezekiel 28:4 Ezekiel
við vísdómi og viti tínum hevur tú vunnið tær ríkidømi og savnað gull og silvur í skattkømur tíni;
Ezekiel 28:5 Ezekiel
við mikla dugnaskapi tínum í handli hevur tú økt um ríkidømi títt, og hjarta títt hevur hugmóðað sær av ríkidømi tínum!
Ezekiel 28:6 Ezekiel
– tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tú í hjartanum heldur teg vera Gud,
Ezekiel 28:7 Ezekiel
ja, so lati Eg fremmandar koma yvir teg, hinar grummastu millum tjóðirnar, og tær skulu draga svørðini móti fagra vísdómi tínum og vanhalga prýði títt.
Ezekiel 28:8 Ezekiel
Í grøvina skulu teir stoyta tær niður, og tú skalt doyggja, sum tann, ið dripin verður, mitt úti í havinum.
Ezekiel 28:9 Ezekiel
Manst tú tá fara at siga við banamann tín: „Eg eri Gud!“ – tú, sum tó ert menniskja og eingin Gud í hondum hansara, sum drepur teg!
Ezekiel 28:10 Ezekiel
Sum óumskornir doyggja, skalt tú doyggja fyri hond útlendinga – tí Eg havi talað, sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 28:11 Ezekiel
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
Ezekiel 28:12 Ezekiel
Menniskjasonur! Tak at syngja sorgarsong um kongin í Týrus – sig við hann: So sigur Harrin HARRIN: Tú, sum vart innsigli hins væl fyriskipaða bygnings, fullur av vísdómi og fullkomin í vakurleika!
Ezekiel 28:13 Ezekiel
Í Eden, urtagarði Guds, búði tú; alskyns dýrir steinar vóru klædningur tín – karneol, topas, jaspis, krýsolit, sjóam, onyks, safir, karfunkul og smaragd, haraftrat gull; trummur og floytur tínar vóru í fullum arbeiði hjá tær; tann dag tú vart skaptur, stóðu tær til reiðar.
Ezekiel 28:14 Ezekiel
Tú vart salvaður kerúbur, sum gav lívd, og Eg setti teg á hitt heilaga gudafjallið; har gekst tú um millum skyggjandi steinar.
Ezekiel 28:15 Ezekiel
Einki var at finnast at atburði tínum, frá tí degi tú vart skaptur, inntil órættvísi varð funnin hjá tær.
Ezekiel 28:16 Ezekiel
Við mikla handli tínum vart tú fullur innan av órætti, og tú syndaði; so vanhalgaði Eg teg og rak teg burtur av gudafjallinum, og Eg gjørdi teg til einkis, tú, kerúburin, sum gav lívd, so tú slapst ikki at vera millum hinar skyggjandi steinarnar longur.
Ezekiel 28:17 Ezekiel
Hjarta títt hugmóðaði sær av vakurleika tínum; við ljóma tínum forkomst tú vísdómi tínum; Eg kastaði teg til jarðar, Eg legði teg niður fyri ásjón konga, so teir kundu skoða teg.
Ezekiel 28:18 Ezekiel
Við mongu misgerðum tínum, við órættvísa handli tínum vanhalgaði tú halgidómar tínar. Tí lati Eg eld ganga út úr tær, og hann skal oyða teg; Eg geri teg til øsku á jørðini fyri eygum alra, ið síggja teg.
Ezekiel 28:19 Ezekiel
Øll millum fólkasløgini, sum kendu teg, eru ræðslusligin av tær; ræðsla ert tú vorðin, og tú ert burtur – til ævigar tíðir.
Ezekiel 28:20 Ezekiel
Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
Ezekiel 28:21 Ezekiel
Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Zidon og profetera móti tí
Ezekiel 28:22 Ezekiel
– sig: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Zidon, og Eg skal vísa heiður Mín í tær. Ja, tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg haldi dóm yvir tí og lati síggjast á tí, at Eg eri heilagur.
Ezekiel 28:23 Ezekiel
Eg skal senda pest og blóð yvir tað – á gøtunum har – og dripnir menn skulu falla har fyri svørði, ið kemur yvir tað úr øllum ættum – og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
Ezekiel 28:24 Ezekiel
Ikki skal fyri hús Ísraels longur vera nakar stingandi tornur ella nakar brennandi tistil millum øll tey, ið rundan um tey búgva, og sum vanvirða tey – og tey skulu sanna, at Eg eri Harrin HARRIN.
Ezekiel 28:25 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN: Táið Eg savni hús Ísraels frá tjóðunum, sum tey eru spjadd ímillum, skal Eg fyri eygum tjóðanna lata síggjast á teimum, at Eg eri heilagur, og tey skulu búgva í landi sínum, tí, sum Eg gav Jákupi, tænara Mínum.
Ezekiel 28:26 Ezekiel
Tey skulu búgva trygt har og byggja hús og planta víngarðar – tey skulu búgva trygt, meðan Eg haldi dóm yvir øllum teimum, ið rundan um tey búgva, og sum vanvirða tey – og tey skulu sanna, at Eg, HARRIN, eri Gud teirra.
Matteus 23:27 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit líkjast kálkaðum grøvum, sum jú eru vakrar at síggja uttan, men eru fullar innan av deyðum beinum og allari óreinsku.
Jóhannes 4:22 Jóhannes
Tit tilbiðja tað, ið tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, ið vit kenna; tí frelsan kemur frá Jødunum.
Jóhannes 14:2 Jóhannes
Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir; var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Kolossibrævið 2:2 Kolossibrævið
– fyri at hjørtu teirra skulu verða troystað, so tey verða knýtt saman í kærleika og náa fram til allan ríkdóm hinnar fullu vitsvissu, til kunnskap um loyndarmál Guds, sum er Kristus.
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið
Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.
Hebrearabrævið 11:2 Hebrearabrævið
Fyri hana var tað jú, hini gomlu fingu góðan vitnisburð.
Hebrearabrævið 11:3 Hebrearabrævið
Við trúgv fata vit, at heimurin er skaptur við orði Guds, so tað ikki er av hinum sjónliga, tað, sum sæst, er vorðið til.
Hebrearabrævið 11:4 Hebrearabrævið
Við trúgv ofraði Ábel Gudi betri offur enn Káin, og við henni fekk hann tann vitnisburð, at hann var rættvísur – táið Gud vitnaði um gávur hansara; við henni talar hann enn, tóat hann er deyður.
Hebrearabrævið 11:5 Hebrearabrævið
Við trúgv varð Enok tikin burtur, so hann skuldi ikki síggja deyðan; og hann var ikki at finna, tí Gud hevði tikið hann burtur. Áðrenn hann varð tikin burtur, hevði hann jú fingið tann vitnisburð, at hann hevði verið Gudi tokkaligur.
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið
Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.
Hebrearabrævið 11:7 Hebrearabrævið
Við trúgv var tað, Nóa, ávaraður av Gudi um tað, sum ikki sást enn, í heilagum ótta smíðaði ørk, húsi sínum til frelsu; við henni dómfeldi hann heimin og varð arvingi trúarrættvísinnar.
Hebrearabrævið 11:8 Hebrearabrævið
Við trúgv var Ábraham lýðin, táið hann varð kallaður, so hann fór út til staðið, hann skuldi fáa í arv; hann fór avstað, tóat hann visti ikki, hvar hann kom.
Hebrearabrævið 11:9 Hebrearabrævið
Við trúgv varð hann útlendingur í landi lyftisins, eins og í fremmandum landi, og búði í tjøldum við Ísaki og Jákupi, samarvingum hins sama lyftis.
Hebrearabrævið 11:10 Hebrearabrævið
Tí hann væntaði staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud.
Hebrearabrævið 11:11 Hebrearabrævið
Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.
Hebrearabrævið 11:12 Hebrearabrævið
Tí fekk eisini ein, ið útlivaður var, avkom, sum stjørnur himmalsins í mongd og sum sandin við sjóvarstrond, ið óteljandi er.
Hebrearabrævið 11:13 Hebrearabrævið
Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið tað, sum lovað var; men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á jørðini.
Hebrearabrævið 11:14 Hebrearabrævið
– Tey, sum siga so, vísa jú harvið, at tey leita eftir fedralandi.