psalm

89 versir um "psalm"

Versir

Síða 2 av 2
Sálmarnir 51:16 Sálmarnir

Fría meg frá blóðskyld, Gud, Frelsugud mín – so skal tunga mín fegnast um rættferð Tína!

2
Sálmarnir 51:17 Sálmarnir

Harri, lat upp varrar mínar – so skal muður mín kunngera prís Títt!

2
Sálmarnir 51:18 Sálmarnir

Tí Tær líkar ikki sláturoffur – annars hevði eg givið Tær tað – brenniofrum tekur Tú ikki við;

2
Sálmarnir 51:19 Sálmarnir

offur til Gud er sundurbrotin andi; sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud!

2
Sálmarnir 55:22 Sálmarnir

Hálari enn smør eru orðini av munni hansara, men hugur til stríð fyllir hjarta hansara; orð hansara eru mjúkari enn olja, og tó eru tey drigin svørð.

2
Sálmarnir 55:23 Sálmarnir

Kasta byrði tína á HARRAN! Hann skal halda tær uppi, Hann skal ikki í allar ævir lata hin rættvísa vikast.

2
Sálmarnir 71:3 Sálmarnir

Ver mær klettur, sum eg kann búgva á, og sum eg altíð kann flýggja til, Tú, sum hevur ásett mær frelsu! Tú ert klettur og borg mín.

2
Sálmarnir 103:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!

2
Sálmarnir 103:2 Sálmarnir

Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara!

2
Sálmarnir 103:3 Sálmarnir

Hann er jú tann, ið fyrigevur allar misgerðir tínar og grøðir allar sjúkur tínar,

2
Sálmarnir 103:4 Sálmarnir

sum loysir lív títt frá grøvini og krýnir teg við náði og miskunn,

2
Sálmarnir 103:5 Sálmarnir

sum mettar sál tína við tí, ið gott er, so tú yngist upp aftur sum ørnin.

2
Sálmarnir 103:6 Sálmarnir

HARRIN ger rættvísi og rætt móti øllum kúgaðum.

2
Sálmarnir 103:7 Sálmarnir

Hann læt Móses vita vegir Sínar, børn Ísraels verk Síni.

2
Sálmarnir 103:8 Sálmarnir

Miskunnsamur og náðigur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í mildleika.

2
Sálmarnir 103:9 Sálmarnir

Hann heldur ikki við at hava nakað ímóti einum, og Hann goymir ikki til ævigar tíðir vreiði.

2
Sálmarnir 103:10 Sálmarnir

Hann ger ikki við okkum eftir syndum okkara og lønir okkum ikki eftir misgerðum okkara.

2
Sálmarnir 103:11 Sálmarnir

Nei, sum himmalin er høgt yvir jørðini, er náði Hansara stór yvir teimum, ið óttast Hann.

2
Sálmarnir 103:12 Sálmarnir

So langt sum eystrið er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum.

2
Sálmarnir 103:13 Sálmarnir

Sum faðir ger miskunn móti børnum sínum, so ger HARRIN miskunn móti teimum, ið óttast Hann.

2
Sálmarnir 103:14 Sálmarnir

Tí Hann veit, hvørjir skapningar vit eru, Hann minnist, at vit eru dust.

2
Sálmarnir 103:15 Sálmarnir

Sum grasið eru dagar mansins; sum blóman á markini, so blómar hann.

2
Sálmarnir 103:16 Sálmarnir

Táið vindurin blæsur á hann, er hann ikki til longur, og stað hansara veit einki um hann longur.

2
Sálmarnir 103:17 Sálmarnir

Men náði HARRANS varir frá ævunum til ævirnar yvir teimum, ið óttast Hann, og rættferð Hansara røkkur líka til barnabørn

2
Sálmarnir 103:18 Sálmarnir

– móti teimum, ið halda sáttmála Hansara og minnast boð Hansara, so tey gera eftir teimum.

2
Sálmarnir 103:19 Sálmarnir

HARRIN hevur reist hásæti Sítt í Himli, og alt er lagt undir ríki Hansara.

2
Sálmarnir 103:20 Sálmarnir

Lovið HARRANUM, tit einglar Hansara, tit veldigu í mátti, sum gera tað, ið Hann býður, við tað sama sum tit hoyra ljóðið av orði Hansara!

2
Sálmarnir 103:21 Sálmarnir

Lovið HARRANUM, allir herskarar Hansara, tit tænarar Hansara, sum fullføra vilja Hansara!

2
Sálmarnir 103:22 Sálmarnir

Lovið HARRANUM, øll verk Hansara, allastaðni har sum Hann ræður! – Sál mín, lova HARRANUM!

2
Sálmarnir 121:1 Sálmarnir

Songur. Á hátíðarferðunum. Eg lyfti upp eygu míni móti fjøllunum; hvaðani skal hjálp mín koma?

2
Sálmarnir 121:2 Sálmarnir

Hjálp mín kemur frá HARRANUM, sum hevur skapt himmal og jørð.

2
Sálmarnir 121:3 Sálmarnir

Ikki skal Hann lata fót tín aka; ikki skal Hann blunda, sum varðar teg!

2
Sálmarnir 121:4 Sálmarnir

Nei, Hann blundar ikki og svevur ikki, Hann, sum varðar Ísrael!

2
Sálmarnir 121:5 Sálmarnir

HARRIN er tann, ið varðar teg, HARRIN er skuggi tín undir høgru lið tíni;

2
Sálmarnir 121:6 Sálmarnir

sólin skal ikki gera tær mein um dagin, ei heldur mánin um náttina;

2
Sálmarnir 121:7 Sálmarnir

HARRIN varðar teg fyri øllum illum, Hann varðar sál tína.

2
Sálmarnir 121:8 Sálmarnir

HARRIN skal varða útgang og inngang tín, frá nú og til ævigar tíðir.

2
Orðtøkini 3:24 Orðtøkini

Táið tú legst, skalt tú ikki óttast, og táið tú ert lagstur, skal svøvnur tín vera søtur.

2
Esaias 54:17 Esaias

Einki vápn, ið smíðað verður móti tær, skal fáa sigur, og hvørja tungu, sum reisir søk móti tær, skalt tú fáa dómfelda. – Hetta er arvur tænara HARRANS og rætturin, ið teir fáa frá Mær – sigur HARRIN.

2