prýði
41 versir um "prýði"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið
Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið
men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:9 Fyrra Timoteusarbrævið
somuleiðis, at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámiligum búna, við blúgv og heiðuri, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:10 Fyrra Timoteusarbrævið
men við góðum verkum – sum kvinnum sømir, ið játta seg undir gudsótta.
Fimta Mósebók 22:5 Fimta Mósebók
Kvinna má ikki ganga í mannfólkaklæðum, og maður má ikki fara í konufólkaklæði; hvør tann, ið slíkt ger, er HARRANUM Gudi tínum andstygd.
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Esaias 61:10 Esaias
Eg gleðist stórliga í HARRANUM, sál mín skal fegnast í Gudi mínum; tí Hann hevur latið meg í búna frelsunnar; í kappa rættvísinnar hevur Hann sveipað meg – eins og táið brúðgómur setur á seg húgvu, vakra sum prestsins, og brúður pyntar seg við stási sínum.
Ezekiel 16:10 Ezekiel
Eg læt teg í klæði, vovin í ymiskum litum, fekk tær skógvar av sjókúskinni at vera í, bant upp á teg fínt høvuðlín og sveipaði teg í silki.
Ezekiel 16:11 Ezekiel
Eg skrýddi teg við prýðum, spenti armbond um handliðir tínar og bant ketu um háls tín.
Ezekiel 16:12 Ezekiel
Eg hongdi tær ring í nøsina og oyrnaringar í oyruni og setti fagra krúnu á høvd títt.
Ezekiel 16:13 Ezekiel
Tú skrýddi teg við gulli og silvuri, og klæði tíni vóru av fínum líni, silki og toyi, vovnum í ymiskum litum. Tú livdi av fínum mjøli, hunangi og olju, og tú vart ovurhonds vøkur; endin varð, at tú gjørdist drotning.
Ezekiel 16:14 Ezekiel
Tú vart tiltikin millum tjóðirnar fyri vakurleika tín; tí hitt fagra skart, ið Eg hevði latið teg í, hevði gjørt hann fullkomnan – sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 16:15 Ezekiel
Men tú dúvaði upp á vakurleika tín og dreivst hor – í áliti á orðinum, sum av tær gekk; tú oyðslaði við hordómi tínum upp á ein og hvønn, ið kom framvið – honum gavst tú teg.
Ezekiel 16:16 Ezekiel
Tú tókst av klæðum tínum og gjørdi tær offurheyggjar í ymiskum litum og dreivst hor á teimum – slíkt, sum ikki hevur hent og ei heldur fer at henda!
Ezekiel 16:17 Ezekiel
Vakra skart títt – gull og silvur Mítt, sum Eg hevði givið tær – tókst tú og gjørdi tær mannfólkamyndir, sum tú dreivst hor við.
Ezekiel 16:18 Ezekiel
Út yvir tær breiddi tú klæði tíni, sum vóru vovin í ymiskum litum, og olju Mína og roykilsi Mítt setti tú fyri tær.
Ezekiel 16:19 Ezekiel
Breyð Mítt, sum Eg hevði givið tær, fínamjølið, oljuna og hunangin, sum Eg gav tær at eta, setti tú fyri tær til góðan anga – so gekk, sigur Harrin HARRIN.
Fyrra Pætursbrævið 3:1 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína –
Fyrra Pætursbrævið 3:2 Fyrra Pætursbrævið
táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta!
Fyrra Pætursbrævið 3:5 Fyrra Pætursbrævið
Soleiðis var tað jú eisini, hinar heilagu kvinnur í forðum prýddu seg, tær, ið settu vón sína til Gud og vóru sínum egnu monnum undirgivnar
Fyrra Pætursbrævið 3:6 Fyrra Pætursbrævið
– sum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra – og børn hennara eru tit vorðnar, táið tit gera hitt góða og óttast onga ræðslu.
Jeremias 4:30 Jeremias
Og tú – táið tú verður oydd, hvat fert tú tá at gera? Um tú klæðir teg í purpur, um tú pyntar teg við gullstási, um tú gert eyguni stór við liti – til einkis gert tú teg fagra, ástvinirnir skoyta ikki um teg, teir liggja tær eftir lívinum!
Matteus 6:25 Matteus
Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!
Matteus 6:26 Matteus
Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!
Matteus 6:27 Matteus
Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!
Matteus 6:28 Matteus
Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;
Matteus 6:29 Matteus
men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.
Matteus 6:30 Matteus
Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!
Matteus 6:31 Matteus
Tí skulu tit ikki stúra og siga: „Hvat skulu vit eta?“ ella: „Hvat skulu vit drekka?“ ella: „Hvat skulu vit fara í?“
Matteus 6:32 Matteus
Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Titusarbrævið 2:10 Titusarbrævið
ikki vera ótrúgv, men vísa allan góðan trúskap, so tey á allan hátt kunnu prýða læru Guds, Frelsara okkara!
Orðtøkini 31:25 Orðtøkini
Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.
Jóhannes 11:38 Jóhannes
Tá suffaði Jesus aftur við Sær sjálvum og fór til grøvina. Hon var helli, og steinur lá fyri tí.
Jóhannes 11:39 Jóhannes
Jesus segði: „Takið burt steinin!“ Marta, systir hin deyða, segði við Hann: „Harri, hann dampar longu, tí hann hevur ligið fýra dagar!“
Jóhannes 11:40 Jóhannes
Jesus svaraði henni: „Segði Eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds!“
Jóhannes 11:41 Jóhannes
Teir tóku tá steinin burtur. Og Jesus lyfti upp eygu Síni og segði: „Faðir, Eg takki Tær, at Tú hevur hoyrt Meg!
Jóhannes 11:42 Jóhannes
Eg visti jú, at Tú hoyrir Meg altíð; men fyri fólksins skuld, sum hjá stendur, segði Eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at Tú hevur sent Meg.“
Jóhannes 11:43 Jóhannes
Táið Hann hetta hevði sagt, rópti Hann hart: „Lazarus, kom út!“
Jóhannes 11:44 Jóhannes
Tá kom hin deyði út, bundin við líkverju um føtur og hendur; og turriklæði var bundið um andlit hansara. Jesus segði við teir: „Loysið hann og latið hann fara!“