providing food
8 versir um "providing food"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 145:15 Sálmarnir
Øll venda bíðandi eygunum móti Tær, Tú gevur teimum føðina í rættari tíð;
Sálmarnir 145:16 Sálmarnir
Tú letur upp hond Tína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær.
Sálmarnir 37:25 Sálmarnir
Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði.
Sálmarnir 37:26 Sálmarnir
Allan dagin ger hann miskunn og lænir frá sær, og avkom hansara verður til signing.
Matteus 6:25 Matteus
Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!
Matteus 6:26 Matteus
Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!
Jóhannes 6:32 Jóhannes
Tá svaraði Jesus teimum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Móses hevur ikki givið tykkum breyðið av Himli, men Faðir Mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av Himli.
Jóhannes 6:33 Jóhannes
Tí breyð Guds er tað, ið kemur niður av Himli og gevur heiminum lív.“