protection from evil
41 versir um "protection from evil"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir
Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir
sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir
Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir
við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir
Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir
ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir
Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir
tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir
„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir
teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir
Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir
teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir
á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir
„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir
hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir
við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“
Esaias 54:17 Esaias
Einki vápn, ið smíðað verður móti tær, skal fáa sigur, og hvørja tungu, sum reisir søk móti tær, skalt tú fáa dómfelda. – Hetta er arvur tænara HARRANS og rætturin, ið teir fáa frá Mær – sigur HARRIN.
Seinna Tessalonikabrævið 3:3 Seinna Tessalonikabrævið
Men trúfastur er Harrin – Hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá tí, sum ilt er.
Seinna Timoteusarbrævið 4:18 Seinna Timoteusarbrævið
Og Harrin skal bjarga mær frá øllum óndum verki og frelsa meg inn í himmalska ríki Sítt. Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.
Seinna Sámuelsbók 22:3 Seinna Sámuelsbók
Gud mín, fjall mítt, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, vernd mín, lívd mín, frelsari mín – frá yvirgangi frelsir Tú meg!
Seinna Sámuelsbók 22:4 Seinna Sámuelsbók
Eg ákalli HARRAN, hin hálovaða, og verði frelstur frá fíggindum mínum!
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Sálmarnir 46:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Eftir alamot. Songur.
Sálmarnir 121:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Eg lyfti upp eygu míni móti fjøllunum; hvaðani skal hjálp mín koma?
Sálmarnir 121:2 Sálmarnir
Hjálp mín kemur frá HARRANUM, sum hevur skapt himmal og jørð.
Sálmarnir 121:3 Sálmarnir
Ikki skal Hann lata fót tín aka; ikki skal Hann blunda, sum varðar teg!
Sálmarnir 121:4 Sálmarnir
Nei, Hann blundar ikki og svevur ikki, Hann, sum varðar Ísrael!
Sálmarnir 121:5 Sálmarnir
HARRIN er tann, ið varðar teg, HARRIN er skuggi tín undir høgru lið tíni;
Sálmarnir 121:6 Sálmarnir
sólin skal ikki gera tær mein um dagin, ei heldur mánin um náttina;
Sálmarnir 121:7 Sálmarnir
HARRIN varðar teg fyri øllum illum, Hann varðar sál tína.
Sálmarnir 121:8 Sálmarnir
HARRIN skal varða útgang og inngang tín, frá nú og til ævigar tíðir.
Sálmarnir 138:7 Sálmarnir
Um so leið mín liggur mitt ígjøgnum neyð – Tú heldur mær á lívi; móti vreiði fígginda mína rættir Tú út hondina, og høgra hond Tín frelsir meg.
Orðtøkini 19:23 Orðtøkini
Ótti HARRANS leiðir til lív; mettur hvílir ein og verður ikki heimsøktur av vanlukku.
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið
Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!