prostitutes

6 versir um "prostitutes"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 38:24 Fyrsta Mósebók

Einar tríggjar mánaðir eftir hetta fekk Juda hesi tíðindi: „Tamar, sonarkona tín, hevur drivið hor; hon er vorðin við barn í hori!“ Tá segði Juda: „Leiðið hana út, hon skal verða brend!“

2
Fimta Mósebók 23:17 Fimta Mósebók

Eingin av døtrum Ísraels má vera skøkja,* og eingin av sonum Ísraels má vera mansskøkja.*

2
Orðtøkini 29:3 Orðtøkini

Tann, ið elskar vísdóm, gleðir faðir sín, men tann, ið er vinur við skøkjur, spillir burtur góðs sítt.

2
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,

2
Fyrra Korintbrævið 6:10 Fyrra Korintbrævið

hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!

2
Fyrra Korintbrævið 6:11 Fyrra Korintbrævið

Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara.

2