propitiation
13 versir um "propitiation"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Jóhannesarbrævið 2:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.
Rómverjabrævið 3:25 Rómverjabrævið
Honum, ið Gud hevur sett fram sum náðistól við trúgv á blóð Hansara, fyri at vísa rættvísi Sína, við tað at Gud í langmóði Sínum hevði havt tol við syndunum, ið áður vóru gjørdar
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:10 Fyrra Jóhannesarbrævið
Í hesum er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara.
Hebrearabrævið 2:17 Hebrearabrævið
Tí mátti Hann í øllum verða brøðrum Sínum líkur, so Hann kundi verða miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur fyri Gudi at gera bót fyri syndir fólksins.
Lukas 18:13 Lukas
Tollarin stóð langt burtur og vildi ikki so mikið sum lyfta upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bróstið og segði: „Gud! Ver mær syndara náðigur!“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:36 Jóhannes
Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.“
Seinna Korintbrævið 5:19 Seinna Korintbrævið
Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndir teirra, og Hann hevur lagt niður í okkum orð sáttarinnar.
Seinna Korintbrævið 5:21 Seinna Korintbrævið
Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.
Hebrearabrævið 9:5 Hebrearabrævið
Yvir henni vóru kerúbar dýrdarinnar, sum skuggaðu yvir náðistólin. – Men um hetta fara vit ikki at tala nú, hvørt fyri seg.
Fyrra Pætursbrævið 3:18 Fyrra Pætursbrævið
Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum;
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Hetta skrivi eg tykkum, fyri at tit skulu ikki synda. Men um onkur syndar, hava vit talsmann hjá Faðirinum, Jesus Kristus, hin rættvísa;