prophet muhammad
15 versir um "prophet muhammad"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 18:18 Fimta Mósebók
Eg skal lata teimum Profet sum teg stíga upp, ein av brøðrum teirra, og leggja Honum orð Míni í munnin; og Hann skal tala til teirra alt tað, ið Eg gevi Honum boð um.
Fyrsta Mósebók 21:21 Fyrsta Mósebók
Hann búði í Paransoyðimørk, og mamma hansara tók honum konu úr Egyptalandi.
Fimta Mósebók 18:19 Fimta Mósebók
Og ein og hvør, ið ikki hoyrir orð Míni, sum Hann skal tala í navni Mínum, skal koma at svara Mær fyri tað!
Fimta Mósebók 18:22 Fimta Mósebók
– so skalt tú vita: Táið tað, ið profeturin talar í navni HARRANS, ikki hendir og ikki verður uppfylt, so eru tað orð, ið HARRIN ikki hevur talað; tað er eitt orð, sum profeturin í hugmóði hevur vágað sær at tala, og tú skalt ikki ræðast hann!“
Fimta Mósebók 33:2 Fimta Mósebók
Hann segði: „HARRIN kom av Sinai og rann upp fyri teimum á Se’ir; Hann læt ljós Sítt skína av Paransfjøllum og kom frá heilagum tíggjutúsundum; við høgru hond Hansara logaði eldur ímóti teimum.
Esaias 21:13 Esaias
Spádómur um Arabia. Í skóginum í Arabia skulu tit vera um náttina, tit ferðamannafylgi úr Dedan!
Esaias 21:14 Esaias
Tey eru farin út móti hinum tystu við vatni, tey, sum búgva í Temalandi; út móti teimum, sum flýggja, eru tey farin við breyði.
Esaias 21:15 Esaias
Tí tey flýggja undan svørðinum, undan hinum drigna svørði, undan hinum spenta boga, undan tyngd ófriðarins.
Esaias 21:16 Esaias
Tí so hevur Harrin sagt við meg: „Eitt ár enn – sum dagløntur maður roknar árið – so skal vera úti við allari dýrd Kedars.
Esaias 21:17 Esaias
Fáir skulu bogarnir vera, ið eftir eru hjá køppum Kedars – tí HARRIN Gud Ísraels hevur talað.“
Matteus 21:43 Matteus
Tí sigi Eg tykkum, at ríki Guds skal verða tikið frá tykkum og givið tjóð, ið ber ávøkst tess.
Jóhannes 14:26 Jóhannes
men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.
Jóhannes 16:12 Jóhannes
Eg havi nógv at siga tykkum enn, men tit fáa ikki borið tað nú.
Jóhannes 16:13 Jóhannes
Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.
Jóhannes 16:14 Jóhannes
Hann skal dýrmeta Meg, tí Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum.