prophet
6 versir um "prophet"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 18:18 Fimta Mósebók
Eg skal lata teimum Profet sum teg stíga upp, ein av brøðrum teirra, og leggja Honum orð Míni í munnin; og Hann skal tala til teirra alt tað, ið Eg gevi Honum boð um.
Fimta Mósebók 18:15 Fimta Mósebók
HARRIN Gud tín skal lata Profet sum meg stíga upp ímillum tykkara, ein av brøðrum tínum; Hann skulu tit hoyra.
Fimta Mósebók 18:20 Fimta Mósebók
Men tann profetur, ið vágar sær í navni Mínum at tala nakað, sum Eg ikki havi álagt honum at tala, ella sum talar í navni annara guda, tann profetur skal doyggja!“
Fimta Mósebók 18:21 Fimta Mósebók
Sigur tú nú við tær sjálvum: „Av hvørjum skulu vit kenna orðið, ið HARRIN ikki hevur talað?“
Fimta Mósebók 18:22 Fimta Mósebók
– so skalt tú vita: Táið tað, ið profeturin talar í navni HARRANS, ikki hendir og ikki verður uppfylt, so eru tað orð, ið HARRIN ikki hevur talað; tað er eitt orð, sum profeturin í hugmóði hevur vágað sær at tala, og tú skalt ikki ræðast hann!“
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.