prophecy

31 versir um "prophecy"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Pætursbrævið 1:21 Seinna Pætursbrævið

Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.

5
Amos 3:7 Amos

– Sanniliga, Harrin HARRIN ger einki, uttan Hann hevur opinberað tænarum Sínum, profetunum, loyniráð Sítt!

4
Ápostlasøgan 2:16 Ápostlasøgan

Nei, hetta er tað, sum sagt er við Jóel profeti:

3
Ápostlasøgan 2:17 Ápostlasøgan

„So skal verða á síðstu døgum“ – sigur Gud – „at Eg skal úthella av Anda Mínum yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera, hini ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir, og hini gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar.

3
Ápostlasøgan 2:18 Ápostlasøgan

Ja, um tað so eru trælir Mínir og trælkvinnur Mínar, skal Eg á teimum døgum úthella av Anda Mínum yvir tey, og tey skulu profetera.

3
Ápostlasøgan 2:19 Ápostlasøgan

Eg skal lata undur henda á himli uppi og tekin á jørðini niðri, blóð, eld og roykskýggj.

3
Ápostlasøgan 2:20 Ápostlasøgan

Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og dýri.

3
Ápostlasøgan 2:21 Ápostlasøgan

Og so skal verða, at hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“

3
Fyrra Korintbrævið 14:3 Fyrra Korintbrævið

Men tann, ið profeterar, talar menniskjum til uppbygging, áminning og troyst.

3
Seinna Pætursbrævið 2:1 Seinna Pætursbrævið

Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.

2
Seinna Pætursbrævið 2:2 Seinna Pætursbrævið

Mong skulu fylgja teimum eftir í skammloysi teirra, og vegur sannleikans skal verða spottaður fyri teirra skuld.

2
Seinna Pætursbrævið 2:3 Seinna Pætursbrævið

Í havisjúku skulu teir – við orðum, sum teir einki meina við – nýta tykkum til at fáa sær vinning. Men dómurin yvir teir stendur frá gamlari tíð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki.

2
Seinna Pætursbrævið 2:4 Seinna Pætursbrævið

Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm.

2
Seinna Pætursbrævið 2:5 Seinna Pætursbrævið

Ei heldur eirdi Hann hinum forna heimi, men bjargaði Nóa, prædikara rættvísinnar, sjálvum áttanda, táið Hann læt flóðina koma yvir heim hinna gudleysu.

2
Seinna Pætursbrævið 2:6 Seinna Pætursbrævið

Býirnar Sodoma og Gomorra legði Hann í øsku og dømdi teir til undirgang; Hann setti teir soleiðis teimum til fyridømi, sum á komandi tíðum vildu liva í gudloysi.

2
Seinna Pætursbrævið 2:7 Seinna Pætursbrævið

Men Hann bjargaði hinum rættvísa Lot, sum píndist av skammleysa atburði hinna gudleysu.

2
Seinna Pætursbrævið 2:8 Seinna Pætursbrævið

Hesin rættvísi, sum millum teirra búði, píndist jú dag eftir dag í rættvísu sál síni av hinum lógleysu verkum, hann sá og hoyrdi.

2
Seinna Pætursbrævið 2:9 Seinna Pætursbrævið

Soleiðis veit Harrin at ríva hini gudræddu úr freisting, men halda hinum órættvísu føstum til revsing dómadag

2
Seinna Pætursbrævið 2:10 Seinna Pætursbrævið

– mest teimum, ið ganga eftir holdi í óreinari girnd og vanvirða harradømi. Frek eru tey og sjálvgóð, ikki rædd fyri at spotta dýrdir.

2
Seinna Pætursbrævið 2:11 Seinna Pætursbrævið

– Og einglar, sum tó eru størri í mátti og valdi, leggja ikki á tey háðandi dóm fyri Harranum!

2
Seinna Pætursbrævið 2:12 Seinna Pætursbrævið

Men hesi – eins og dýr, ið einki vit hava, men av náttúru eru fødd at verða fangað og ganga til grundar, skulu, aftur fyri at tey spotta tað, sum tey kenna ikki, eisini ganga til grundar í spillu síni

2
Seinna Pætursbrævið 2:13 Seinna Pætursbrævið

– og fáa løn órættvísinnar! At nýta dagin til vællevnað – tað dámar teimum, hesum skemdarplettum og andstygdum! Í svikum sínum gera tey sær til góða í veitslunum, tey halda við tykkum.

2
Seinna Pætursbrævið 2:14 Seinna Pætursbrævið

Eygu teirra eru full av hori og fáa ikki nóg mikið av synd; tey lokka ófestar sálir; hjarta teirra er uppvant í havisjúku – hesi børn banningarinnar!

2
Seinna Pætursbrævið 2:15 Seinna Pætursbrævið

Tey eru farin av hinum beina vegi og eru vilst við at fylgja leið Bileams, sonar Beors, sum elskaði órættvísiløn,

2
Seinna Pætursbrævið 2:16 Seinna Pætursbrævið

men varð revsaður fyri brot sítt: Málleyst trældýr talaði við menniskjamáli og forðaði vitloysi profetsins.

2
Seinna Pætursbrævið 2:17 Seinna Pætursbrævið

Hesi eru vatnleysar keldur, skýggj, ið fúka fyri storminum; niða og nátt eru teimum goymdar.

2
Seinna Pætursbrævið 2:18 Seinna Pætursbrævið

Tey reypa við tómum orðum og lokka soleiðis í holdslystum við siðloysi tey, sum júst høvdu sloppið sær burt frá teimum, sum ganga í villu.

2
Seinna Pætursbrævið 2:19 Seinna Pætursbrævið

Tey lova teimum frælsi – tey, sum sjálv eru trælir spillunnar! – Tað, sum ein er sigraður av – trælur tess er hann eisini vorðin!

2
Seinna Pætursbrævið 2:20 Seinna Pætursbrævið

Tí um tey við kunnskapinum um Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus hava sloppið sær burt frá tí, sum heimurin dálkar seg við, og so aftur verða fløkt inn í tað og sigrað av tí, so er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra.

2
Seinna Pætursbrævið 2:21 Seinna Pætursbrævið

Betri hevði verið teimum, at tey ikki høvdu lært veg rættvísinnar at kenna, enn at tey, eftir at hava lært hann at kenna, vendu sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, ið teimum var givið.

2
Seinna Pætursbrævið 2:22 Seinna Pætursbrævið

Teimum hevur gingist eftir hinum sanna orðtaki: „Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin, ið vaskað er, veltir sær í skarninum.“

2