promises of housing
32 versir um "promises of housing"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 6:11 Fimta Mósebók
hús, full av øllum góðum, sum tú ikki hevur savnað, úthøgdar brunnar, sum tú ikki hevur høgt út, víngarðar og oljutrø, sum tú ikki hevur plantað – táið tú tá etur og verður mettur,
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Seinna Korintbrævið 1:20 Seinna Korintbrævið
Tí so mong sum lyfti Guds eru – í Honum hava tey ja sítt; tí fáa tey eisini í Honum amen sítt, Gudi til dýrd við okkum.
Filippibrævið 4:19 Filippibrævið
Og Gud mín skal eftir ríkidømi Sínum fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristi Jesusi.
Fyrsta Mósebók 12:1 Fyrsta Mósebók
HARRIN segði við Ábram: „Far úr landi tínum, frá skyldfólki tínum og frá húsi faðirs tíns – til landið, ið Eg skal vísa tær!
Fyrsta Mósebók 12:2 Fyrsta Mósebók
Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing.
Fyrsta Mósebók 12:3 Fyrsta Mósebók
Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.“
Fyrsta Mósebók 12:4 Fyrsta Mósebók
Ábram fór tá avstað, sum HARRIN hevði sagt við hann, og Lot fór við honum. Ábram var 75 ár, táið hann fór úr Karan.
Fyrsta Mósebók 12:5 Fyrsta Mósebók
Ábram tók Sárai, konu sína, og Lot, bróðurson sín, og alt tað, ið teir áttu – sum teir høvdu savnað sær – og fólkið, ið teir høvdu fingið sær í Karan; og tey fóru avstað og tóku leiðina móti Kána’anslandi – og komu til Kána’ansland.
Fyrsta Mósebók 12:6 Fyrsta Mósebók
Ábram ferðaðist nú gjøgnum landið, líka til tað heilaga staðið í Sikem, til eikina More. – Tá búðu Kána’anitar har í landinum.
Fyrsta Mósebók 12:7 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN opinberaði Seg fyri Ábrami og segði: „Avkomi tínum gevi Eg hetta landið!“ Tá reisti hann har HARRANUM altar, Honum, sum hevði opinberað Seg fyri honum.
Fyrsta Mósebók 12:8 Fyrsta Mósebók
Síðani fór hann haðani og fór til fjøllini eystan fyri Betel; har reisti hann tjald sítt, so hann hevði Betel vestanfyri og Ai eystanfyri. Og hann reisti har HARRANUM altar og ákallaði navn HARRANS.
Fyrsta Mósebók 12:9 Fyrsta Mósebók
Haðani flutti Ábram seg so við og við móti Suðurlandinum.
Fyrsta Mósebók 12:10 Fyrsta Mósebók
Nú kom hungursneyð í landinum; tá fór Ábram til Egyptalands at búgva har sum fremmandur, við tað at hungursneyðin var so svár í landinum.
Fyrsta Mósebók 12:11 Fyrsta Mósebók
Táið nú ikki var langt eftir hjá honum til Egyptalands, segði hann við Sárai, konu sína: „Eg veit, tú ert ein vøkur kvinna.
Fyrsta Mósebók 12:12 Fyrsta Mósebók
Táið nú Egyptar fáa at síggja teg og hugsa, at tú ert kona mín, so drepa teir meg og lata teg liva.
Fyrsta Mósebók 12:13 Fyrsta Mósebók
Sig tí, at tú ert systir mín – so mær kann gangast væl, og lív mítt kann verða spart fyri tína skuld!“
Fyrsta Mósebók 12:14 Fyrsta Mósebók
Táið Ábram nú kom til Egyptalands, sóu Egyptar, at hon var sera vøkur kvinna.
Fyrsta Mósebók 12:15 Fyrsta Mósebók
Høvdingar Faraos sóu hana og høvdu tað á orði fyri Farao; so varð kvinnan tikin og førd til hús Faraos.
Fyrsta Mósebók 12:16 Fyrsta Mósebók
Men við Ábram gjørdi hann væl fyri hennara skuld; hann fekk smáfæ, neyt og esil, trælir og trælkvinnur, esilsryssur og kamelar.
Fyrsta Mósebók 12:17 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN sló Farao og hús hansara við svárum plágum fyri Sárai skuld, konu Ábram.
Fyrsta Mósebók 12:18 Fyrsta Mósebók
Tá sendi Farao boð eftir Ábrami og segði: „Hvat er tað, ið tú hevur gjørt ímóti mær! Hví lætst tú meg ikki vita, at hon er kona tín?
Fyrsta Mósebók 12:19 Fyrsta Mósebók
Hví segði tú, at hon var systir tín, so at eg tók hana til konu? Hygg, her hevur tú konu tína! Tak hana og far!“
Fyrsta Mósebók 12:20 Fyrsta Mósebók
Og Farao segði við menn sínar, at teir skuldu fylgja honum á veg, honum og konu hansara og øllum, ið hann átti.
Fimta Mósebók 6:10 Fimta Mósebók
Táið HARRIN Gud tín leiðir teg inn í landið, sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi, at geva tær – stórar og góðar býir, sum tú ikki hevur bygt,
Josva 24:15 Josva
Men líkst tykkum ikki á at tæna HARRANUM, so veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna – gudunum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna, ella gudum Amorita, í hvørja landi tit búgva! Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!“
Sálmarnir 84:11 Sálmarnir
Tí betri er ein dagur í forgørðum Tínum enn túsund aðrir; fyrr vil eg liggja við gáttina í húsi Guds míns enn búgva í gudloysistjøldum.
Rómverjabrævið 8:32 Rómverjabrævið
Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum!
Seinna Korintbrævið 7:1 Seinna Korintbrævið
Táið vit nú hava hesi lyfti, elskaðu míni, so latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein – á holdi og á anda – og soleiðis fullføra heilaggering í gudsótta!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Seinna Pætursbrævið 1:4 Seinna Pætursbrævið
Harvið hevur Hann givið okkum hini størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu fáa lut í guddómligari náttúru, táið tit flýggja burt frá spilluni í heiminum, sum kemur av girnd.
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.