promised land boundaries
25 versir um "promised land boundaries"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 23:30 Onnur Mósebók
so við og við skal Eg reka teir burt fyri tær, inntil tú ert vorðin eitt so stórt fólk, at tú fært tikið landið í ogn.
Onnur Mósebók 23:31 Onnur Mósebók
Eg skal lata landamark tíni ganga frá Reyðahavi til Filistarahav* og frá oyðimørkini til Ánna.** So gevi Eg nú tey, sum í landinum búgva, í hond tykkara, og tú skalt reka tey burt fyri tær.
Fjórða Mósebók 34:1 Fjórða Mósebók
HARRIN talaði við Móses og segði:
Fjórða Mósebók 34:2 Fjórða Mósebók
„Gev Ísraelsmonnum hetta boð – sig við teir: „Táið tit koma inn í Kána’ansland, so er hetta landið, ið tykkum skal ognast í arvalut – Kána’ansland at ytstu landamarkum sínum.
Fjórða Mósebók 34:3 Fjórða Mósebók
Sunnantil skal land tykkara vera frá Zinsoyðimørk fram við Edom. Mark tykkara fyri sunnan skal eystast byrja við enda Salthavs.
Fjórða Mósebók 34:4 Fjórða Mósebók
So skal markið ganga í bugi suður um Akrabbimskarð til Zin og ganga út suður um Kades-Barnea; haðani skal tað ganga til Hazar-Adar og haðani til Azmon.
Fjórða Mósebók 34:5 Fjórða Mósebók
Úr Azmon skal markið ganga í bugi til Egyptalandsá og síðani líka í sjógvin.
Fjórða Mósebók 34:6 Fjórða Mósebók
Mark tykkara fyri vestan skal vera Stórahav; tað skal vera markið. Hetta skal vera mark tykkara fyri vestan.
Fjórða Mósebók 34:7 Fjórða Mósebók
Hetta skal vera mark tykkara fyri norðan: Frá Stórahavi skulu tit merkja tykkum skjal at Horsfjalli.
Fjórða Mósebók 34:8 Fjórða Mósebók
Frá Horsfjalli skulu tit merkja skjal, hagar sum leiðin liggur til Hamat, og haðani líka til Zedad.
Fjórða Mósebók 34:9 Fjórða Mósebók
Síðani skal markið ganga til Zifron og enda við Hazar-Enan. Hetta skal vera mark tykkara fyri norðan.
Fjórða Mósebók 34:10 Fjórða Mósebók
Eystantil skulu tit merkja tykkum skjal úr Hazar-Enan til Sefam.
Fjórða Mósebók 34:11 Fjórða Mósebók
Úr Sefam skal markið ganga suður til Ribla eystan fyri Ajin, og haðani longur suður, inntil tað kemur at fjallarygginum eystan fyri Kinneretsvatn.*
Fjórða Mósebók 34:12 Fjórða Mósebók
Síðani skal markið ganga suður fram við Jordan og enda við Salthav. Hetta skal vera land tykkara og markini rundan um tað.““
Ezekiel 47:13 Ezekiel
So sigur Harrin HARRIN: Hetta eru markini, ið tit skulu skifta sundur landið eftir, hinum tólv ættum Ísraels til arvalut – Jósef skal hava tveir lutir.
Ezekiel 47:14 Ezekiel
Tit skulu taka tað til arvalut, ein líka væl sum annar; tí Eg havi lyft hond Míni og svorið at geva fedrum tykkara tað; tí skal hetta land nú ognast tykkum sum arvalutur.
Ezekiel 47:15 Ezekiel
Hetta skulu vera mark landsins: Norðursíðan: Frá Stórahavi fram við Hetlonsvegnum, hagar sum leiðin liggur til Zedad,
Ezekiel 47:16 Ezekiel
Hamat, Berota, Sibrajim – sum liggur millum landamark Damaskus og landamark Hamats, Miðhazer, sum liggur yvir at landamarki Havrans.
Ezekiel 47:17 Ezekiel
Markið skal soleiðis ganga frá havinum til Hazar-Enon við landamark Damaskus og haðani enn longur norður, líka at landamarki Hamats. Hetta er norðursíðan.
Ezekiel 47:18 Ezekiel
Eystursíðan: Jordan – millum Havran og Damaskus og millum Gilead og Ísraelsland; úr markinum fyri norðan at havinum fyri eystan skulu tit mála. Hetta er eystursíðan.
Ezekiel 47:19 Ezekiel
Suðursíðan – fyri sunnan: Úr Tamar at Meribotsvatni við Kades, at ánni* og líka í Stórahav. Hetta er suðursíðan, markið fyri sunnan.
Ezekiel 47:20 Ezekiel
Vestursíðan er Stórahav frá markinum fyri sunnan til beint út av, har sum leiðin liggur til Hamat. Hetta er vestursíðan.
Ezekiel 47:21 Ezekiel
Hetta land skulu tit skifta millum tykkara eftir ættum Ísraels.
Ezekiel 47:22 Ezekiel
Tit skulu við lutakasti skifta tað til arvalut tykkara og hinna fremmandu, ið millum tykkara búgva, og sum hava fingið børn millum tykkara; tey skulu vera tykkum sum hini innføddu millum Ísraelsmenn; tey skulu fáa arvalut saman við tykkum millum ættir Ísraels.
Ezekiel 47:23 Ezekiel
Í teirri ætt har hin fremmandi býr, skulu tit lata hann fáa arvalut hansara – sigur Harrin HARRIN.