prolonging life

22 versir um "prolonging life"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 38:1 Esaias

Um hesa tíðina varð Ezekias deyðasjúkur. Tá kom Esaias, sonur Amoz, profeturin, til hansara og segði við hann: „So sigur HARRIN: Skipa fyri húsi tínum, tí tú skalt doyggja og ikki liva!“

3
Esaias 38:2 Esaias

Tá vendi Ezekias sær móti bróstinum og bað soleiðis til HARRAN:

3
Esaias 38:3 Esaias

„Á HARRI! Minst tó, hvussu eg havi livað fyri ásjón Tíni í trúfesti og við heilum hjarta og gjørt tað, sum gott er í eygum Tínum!“ – Og Ezekias græt hart.

3
Esaias 38:4 Esaias

Tá kom orð HARRANS til Esaias; Hann segði:

3
Esaias 38:5 Esaias

„Far og sig við Ezekias: So sigur HARRIN, Gud Dávids, faðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína, Eg havi sæð tár tíni. Eg skal leggja fimtan ár aftrat lívi tínum.

3
Esaias 38:6 Esaias

Og Eg skal bjarga tær og hesum staði úr hondum assýriakongs, ja, Eg skal verja henda stað!

3
Esaias 38:7 Esaias

Og hetta skalt tú hava til tekin frá HARRANUM, at HARRIN skal halda tað, ið Hann nú hevur lovað:

3
Esaias 38:8 Esaias

Eg skal lata skuggan ganga tær strikurnar aftur, sum hann hevur førkað seg við sólini á sóluri Akazar, tíggju strikur!“ Og sólin gekk aftur tær tíggju strikurnar, ið hon hevði førkað seg á sólurinum.

3
Esaias 38:9 Esaias

Songur, sum Ezekias kongur í Juda skrivaði, táið hann hevði verið sjúkur og var vorðin frískur aftur av sjúkuni:

3
Esaias 38:10 Esaias

„Eg segði: „Á besta aldri mínum má eg fara inn um portur deyðaríkisins, eg má bøta við tí, ið eftir er av árum mínum!“

3
Esaias 38:11 Esaias

Eg segði: „Eg fái ikki meiri HARRAN at síggja, HARRAN í landi teirra, sum liva; hjá teimum, sum búgva í skuggaríkinum, fái eg ikki meiri menniskju at síggja!

3
Esaias 38:12 Esaias

Bústaður mín verður ryktur upp og borin burtur frá mær sum tjald hirðans; eins og vevari havi eg rullað lív mítt saman; frá avsetrunum sker Hann* meg; áðrenn nátt fylgir degi, ert Tú liðugur við meg.“

3
Esaias 38:13 Esaias

Eg fekk sál mína at vera stilla til morguns; sum leyva sorar Hann øll bein míni; áðrenn nátt fylgir degi, ert Tú liðugur við meg.

3
Esaias 38:14 Esaias

Eg eymkaði meg sum svala, sum trani, kurraði sum dúva; við tárum hugdi eg móti Himli: „HARRI, eg eri neyðstaddur – gakk í ábyrgd fyri meg!“

3
Esaias 38:15 Esaias

– Hvat skal eg siga? Hann hevur sagt mær tað, og sjálvur hevur Hann gjørt tað – eyðmjúkur skal eg liva øll ár míni eftir beisku sálarsorg mína!

3
Esaias 38:16 Esaias

Harri! Av teimum* livir menniskjan, og tey halda uppi øllum lívi anda míns – so ger meg tá frískan og lat meg liva!

3
Esaias 38:17 Esaias

Ja, til frið varð mær hitt beiska, ja, hitt beiska, og í kærleika bjargaði Tú sál míni frá undirgangsgrøvini, tí allar syndir mínar kastaði Tú aftur um bak!

3
Esaias 38:18 Esaias

Tí deyðaríkið takkar Tær ikki, deyðin lovar Tær ikki; ikki vóna tey á miskunn Tína, tey, sum søkka í grøvina.

3
Esaias 38:19 Esaias

Tey, sum liva, tey, sum liva, tey prísa Tær – sum eg í dag – faðir lærir børn síni um trúfesti Tína!

3
Esaias 38:20 Esaias

HARRIN skal frelsa meg, og songir mínar skulu vit spæla allar lívsdagar okkara í húsi HARRANS.“

3
Esaias 38:21 Esaias

Esaias segði, at fikukøka skuldi verða tikin og løgd sum plástur á kýlið, so hann kundi verða frískur aftur.

3
Esaias 38:22 Esaias

Men Ezekias segði: „Hvat skal eg hava til merki um, at eg skal fara niðan í hús HARRANS?“

3