profeturin Muhammed
13 versir um "profeturin Muhammed"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 20:25 Onnur Mósebók
Men gert tú Mær altar av gróti, so skalt tú ikki gera tað av høgdum steini; tí táið tú setur meitil á steinin, vanhalgar tú hann.
Esaias 29:12 Esaias
Og verður hon rætt einum, ið ikki dugir at lesa, við hesum orðum: „Les hetta!“ svarar hann: „Eg dugi ikki at lesa!“
Jóhannes 1:19 Jóhannes
Hetta er tað, ið Jóhannes vitnaði, táið Jødarnir sendu prestar og Levitar úr Jerusalem at spyrja hann, hvør hann var.
Jóhannes 1:20 Jóhannes
Tá segði hann beint fram og noktaði ikki, hann viðgekk: „Eg eri ikki Kristus.“
Jóhannes 1:21 Jóhannes
Teir spurdu hann: „Hvat tá? Ert tú Elias?“ Hann svaraði: „Tað eri eg ikki.“ „Ert tú profeturin?“ Hann svaraði: „Nei!“
Jóhannes 1:22 Jóhannes
Tá søgdu teir við hann: „Hvør ert tú? so vit fáa givið teimum svar, sum hava sent okkum; hvat sigur tú um teg sjálvan?“
Jóhannes 1:23 Jóhannes
Hann svaraði: „Eg eri rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: „Javnið Harranum vegin!“ sum Esaias profetur hevur sagt!“
Jóhannes 1:24 Jóhannes
Teir, ið út vóru sendir, vóru Farisearar.
Jóhannes 1:25 Jóhannes
Teir spurdu hann nú: „Hví doypir tú tá, táið tú ikki ert Kristus, ei heldur Elias, ei heldur profeturin?“
Seinna Pætursbrævið 2:1 Seinna Pætursbrævið
Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.
Fimta Mósebók 18:20 Fimta Mósebók
Men tann profetur, ið vágar sær í navni Mínum at tala nakað, sum Eg ikki havi álagt honum at tala, ella sum talar í navni annara guda, tann profetur skal doyggja!“
Fimta Mósebók 18:21 Fimta Mósebók
Sigur tú nú við tær sjálvum: „Av hvørjum skulu vit kenna orðið, ið HARRIN ikki hevur talað?“
Fimta Mósebók 18:22 Fimta Mósebók
– so skalt tú vita: Táið tað, ið profeturin talar í navni HARRANS, ikki hendir og ikki verður uppfylt, so eru tað orð, ið HARRIN ikki hevur talað; tað er eitt orð, sum profeturin í hugmóði hevur vágað sær at tala, og tú skalt ikki ræðast hann!“