profeturin Esaias
79 versir um "profeturin Esaias"
Versir
Síða 2 av 2Esaias 53:5 Esaias
Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.
Esaias 53:6 Esaias
Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum.
Esaias 53:7 Esaias
Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin – sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann – Hann læt ikki upp munnin.
Esaias 53:8 Esaias
Við treinging og dómi varð Hann tikin burt – men hvør á døgum Hansara hugsaði tað, at táið Hann varð ryktur burt úr landi teirra, sum liva, var tað fyri brot fólks míns, plágan rámti Hann!
Esaias 53:9 Esaias
Teir ætlaðu Honum grøv millum hinar gudleysu; men hjá einum ríkum var Hann í deyðanum – tí Hann hevði ongan órætt gjørt, og svik var ikki í munni Hansara.
Esaias 53:10 Esaias
Tað var vilji HARRANS at sora Hann, Hann sló Hann við sjúku; táið sál Hansara hevði fullført skyldofrið, skuldi Hann síggja avkom og liva leingi, og vilji HARRANS skuldi hava framgongd við hond Hansara.
Esaias 53:11 Esaias
Afturfyri at sál Hansara hevur havt møði, skal Hann fáa tað at síggja, sum Hann mettast av; harvið, at tey kenna Hann, skal hin rættvísi, tænari Mín, rættvísgera mong, Hann, sum bar misgerðir teirra.
Esaias 53:12 Esaias
Tí skal Eg geva Honum hini mongu í lut, og sterkar skal Hann fáa sum fong – afturfyri at Hann tømdi sál Sína til deyðan og varð roknaður millum brotsmenn, Hann, sum tó bar synd mangra og bað fyri brotsmonnum.
Hebrearabrævið 11:37 Hebrearabrævið
tey vórðu steinað, sagað sundur, freistað, dripin við svørði; tey gingu um í seyðaskinnum og geitaskinnum; tey liðu neyð, trongd, ringa viðferð
Esaias 7:3 Esaias
Men HARRIN segði við Esaias: „Farið avstað, tú og sonur tín Sjearjasjub,* og møtið Akazi við enda vatnveitingarinnar úr Ovaru Tjørn, við vegin út á Bleikivøll!
Esaias 9:6 Esaias
Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.
Esaias 12:1 Esaias
Tann dag skalt tú siga: „Eg takki Tær, HARRI, tí víst vart Tú vreiður við meg, men vreiði Tín helt uppat, og Tú troystaði meg!
Esaias 12:2 Esaias
Gud er frelsa mín; eg eri tryggur og óttist ikki, tí Harrin HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð mær til frelsu!“
Esaias 12:3 Esaias
– Og við gleði skulu tit oysa vatn úr keldum frelsunnar.
Esaias 12:4 Esaias
Tit skulu siga tann dag: „Takkið HARRANUM, ákallið navn Hansara, gerið verk Hansara kend millum fólkini, kunngerið, at navn Hansara er høgt!
Esaias 12:5 Esaias
Lovsyngið HARRANUM, tí stórverk hevur Hann gjørt! Latið hetta verða kunnigt um alla jørðina!
Esaias 12:6 Esaias
Rópið hart og fegnist, tit, sum búgva á Zion! Tí stórur mitt ímillum tykkara er hin Heilagi Ísraels!“
Esaias 61:1 Esaias
Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys,
Esaias 61:2 Esaias
at kunngera náðiár HARRANS og hevndardag Guds okkara, at troysta øll, ið syrgja,
Esaias 61:3 Esaias
at geva teimum í Zion, sum syrgja, høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju í staðin fyri sorg, lovsongsbúna í staðin fyri mótleysan anda; tey skulu verða rópt rættferðareikir, plantur HARRANS, Honum til dýrd.
Esaias 61:4 Esaias
Tey skulu byggja upp aftur hinar avgomlu toftir, reisa aftur tað, sum hevur ligið í oyði frá fornaldartíð; tey skulu reisa av nýggjum oyddar býir, tað, sum hevur ligið í oyði mann eftir mann.
Esaias 61:5 Esaias
Fremmandir skulu standa og røkta fylgi tykkara, útlendingar skulu sleipa á markum tykkara og í víngørðum tykkara.
Esaias 61:6 Esaias
Men tit, tit skulu kallast prestar HARRANS; tænarar Guds okkara skulu tit verða nevndir. Góðs tjóðanna skulu tit eta, og dýrd teirra skulu tit fáa at eiga.
Esaias 61:7 Esaias
Í staðin fyri skomm tykkara skulu tit fáa dupult aftur; og tey, sum liðu vanæru, skulu nú fegnast um lut sín; tey skulu soleiðis fáa dupultan part í landi sínum, ævig gleði skal falla teimum í lut.
Esaias 61:8 Esaias
Tí Eg, HARRIN, elski rætt og hati tað, sum við órætti er rænt; Eg skal í trúfesti geva teimum løn teirra, og ævigan sáttmála skal Eg gera við tey.
Esaias 61:9 Esaias
Ætt teirra skal kennast millum tjóðirnar, avkom teirra millum fólkasløgini; øll, ið síggja tey, skulu skilja, at tey eru ættin, ið HARRIN hevur signað.
Esaias 61:10 Esaias
Eg gleðist stórliga í HARRANUM, sál mín skal fegnast í Gudi mínum; tí Hann hevur latið meg í búna frelsunnar; í kappa rættvísinnar hevur Hann sveipað meg – eins og táið brúðgómur setur á seg húgvu, vakra sum prestsins, og brúður pyntar seg við stási sínum.
Esaias 61:11 Esaias
Tí eins og jørðin letur vaksa upp nálir sínar, og eins og urtagarðurin letur fræ sítt spretta upp, so skal Harrin HARRIN lata rættferð og lovsong vaksa upp fyri eygum alra tjóða.
Matteus 1:18 Matteus
Við føðing Jesu Krists gekk so til: Maria, móðir Hansara, var trúlovað við Jósefi; men áðrenn tey komu saman, royndist hon at vera við barn við Heilaga Andanum.