profeturin Esaias
79 versir um "profeturin Esaias"
Versir
Síða 1 av 2Esaias 1:1 Esaias
Hetta eru sjónirnar, ið Esaias, sonur Amoz, sá um Juda og Jerusalem, á teimum døgum ið Uzzias, Jótam, Akaz og Ezekias vóru kongar í Juda.
Esaias 1:2 Esaias
Hoyrið, tit Himlar, lurta, tú jørð! Tí HARRIN talar: Eg havi fostrað børn og føtt tey upp, men tey fullu frá Mær.
Esaias 1:3 Esaias
Neytið kennir hann, ið eigur tað, og eslið kennir krubbu harra síns; men Ísrael kennir einki, fólk Mítt skilir einki.
Esaias 1:4 Esaias
Vei hini syndafullu tjóð, tí skuldartyngda fólki, hesum avkomi illgerðarmanna, hesum børnum, sum so illa skikka sær! Tey hava svikið HARRAN, hava vanvirt hin Heilaga í Ísrael, hava vent Honum bakið.
Esaias 1:5 Esaias
Tola tit fleiri sløg, síðani tit halda áfram í fráfalli! Høvdið er ber sár, hjartað er sjúkt, alt sum tað er;
Esaias 1:6 Esaias
frá iljum til hviril er einki heilt – skurðir, kúlur og nýggj sár, sum hvørki eru reinsað ella umbundin ella bloytt við olju!
Esaias 1:7 Esaias
Land tykkara er oyðimørk, býir tykkara eru brendir; fremmand eta jørð tykkara fyri eygum tykkara – har er oyðing, sum táið land fellur í fíggindahendur.
Esaias 1:8 Esaias
Dóttir Zion er einsamøll eftir, sum skúr í víngarði, vaktarhús í melóngarði, sum kringsettur staður.
Esaias 1:9 Esaias
Hevði ikki HARRIN Gud herskaranna unt okkum lítla leivd, so høvdu vit verið sum Sodoma, líkst Gomorra.
Esaias 1:10 Esaias
Hoyrið orð HARRANS, sodomahøvdingar tykkara! Lurta eftir opinbering Guds okkara, gomorrafólk títt!
Esaias 1:11 Esaias
Hvat skal Eg gera við hesi mongu sláturoffur tykkara! sigur HARRIN; Mær leiðist við veðrabrennioffur og gøðingarkálvafiti, Eg skoyti ikki um blóð tarva, lamba og bukka.
Esaias 1:12 Esaias
Táið tit koma at stíga fram fyri ásjón Mína, hvør hevur tá biðið tykkum lata forgarðar Mínar traðka niður!
Esaias 1:13 Esaias
Komið ikki uppaftur við tómum matofri – tað er Mær andstyggiligt roykilsi! Sólkomudagar, sabbatar, hátíðarstevnur – Eg vil ikki vita av høgtíð og órætti saman!
Esaias 1:14 Esaias
Sólkomudagar og høgtíðir tykkara hatar sál Mín; tey eru vorðin Mær byrði, ið Eg ikki eri mentur at bera.
Esaias 1:15 Esaias
Hvussu nógv tit so rætta út hendurnar, lati Eg eyguni aftur fyri tykkum; hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki – tí hendur tykkara eru fullar av blóði!
Esaias 1:16 Esaias
Tváið tykkum, reinsið tykkum! Gevið uppat við ónda atburði tykkara fyri eygum Mínum, leggið av at gera ilt!
Esaias 1:17 Esaias
Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!
Esaias 1:18 Esaias
Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur HARRIN; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.
Esaias 1:19 Esaias
Eru tit lagalig og lýðin, skulu tit eta hitt góða í landinum;
Esaias 1:20 Esaias
men eru tit ólagalig og ólýðin, skulu tit verða etin upp av svørði – tí muður HARRANS hevur talað!
Esaias 1:21 Esaias
– At hon skuldi enda sum skøkja, hin trúfasta borg! Einaferð so full av rætti, rættferðarheim, og nú – manndráparar!
Esaias 1:22 Esaias
Silvur títt er vorðið ilska, vín títt er blandað við vatn;
Esaias 1:23 Esaias
stýrismenn tínir eru fráfalnir og vinir tjóva; allir elska teir gávur og liggja eftir mutri; ikki hjálpa teir hinum faðirleysa at fáa rætt, og ikki taka teir sær av málevni einkjunnar.
Esaias 1:24 Esaias
Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, hin veldigi Ísraels: Vei! Eg skal svala vreiði Míni á mótstøðumonnum Mínum og hevna Meg á fíggindar Mínar!
Esaias 1:25 Esaias
Eg skal venda hond Míni móti tær, reinsa ilskuna úr tær í ovninum og skilja frá alt blýggið.
Esaias 1:26 Esaias
Eg skal aftur geva tær slíkar dómarar sum í forðum og slíkar ráðharrar, sum tú einaferð átti, og so skalt tú eita Rættferðarstaður, Trúfestibýur.
Esaias 1:27 Esaias
Við rætti skal Zion verða endurloyst, og við rættferð tey, sum umvenda seg har.
Esaias 1:28 Esaias
Men undirgangur skal ráma allar illgerðarmenn og syndarar; tey, sum venda sær frá HARRANUM, skulu ganga til grundar.
Esaias 1:29 Esaias
Ja, skomm skulu tit fáa av eikitrøunum, ið tit elska; til skammar skulu tit verða av urtagørðunum, ið vóru tykkum so kærir.
Esaias 1:30 Esaias
Tí tit skulu verða sum eik við følnaðum bløðum og sum vatnleysur urtagarður.
Esaias 1:31 Esaias
Hin sterki skal verða til hálm, og verk hansara til neista; tey skulu brenna tilsamans bæði, og eingin skal sløkkja.
Esaias 6:1 Esaias
Tað árið ið Uzzias kongur doyði, sá eg Harran sita í ógvuliga høgum hásæti, og sleip kápu Hansara fylti templið.
Esaias 6:2 Esaias
Serafar stóðu rundan um Hann; seks veingir hevði hvør; við tveimum fjaldi hann andlitið, við tveimum fjaldi hann føturnar, og við tveimum fleyg hann.
Esaias 6:3 Esaias
Og teir róptu hvør til annan: „Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna – øll jørðin er full av dýrd Hansara!“
Esaias 6:4 Esaias
Grundin undir durastøvunum skalv, táið rópið ljóðaði, og húsið fyltist av royki.
Esaias 6:5 Esaias
Tá segði eg: „Vei mær, tað er úti við mær! Tí eg eri maður við óreinum vørrum, og eg búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum – og nú hava eygu míni sæð kongin, HARRAN Gud herskaranna!“
Esaias 6:6 Esaias
Men ein serafurin fleyg yvir til mín; í hondini hevði hann glóð, sum hann við klova hevði tikið av altarinum;
Esaias 6:7 Esaias
við henni nam hann við munn mín og segði: „Hygg, hetta hevur nomið við varrar tínar – skyld tín er burtur, og bøtt er fyri synd tína!“
Esaias 6:8 Esaias
So hoyrdi eg HARRAN siga: „Hvønn skal Eg senda, hvør vil bera boð fyri Okkum?“ Og eg svaraði: „Her eri eg – send meg!“
Esaias 6:9 Esaias
Tá segði Hann: „Far og sig við hetta fólk: „Hoyrið og hoyrið, men fatið ikki, síggið og síggið, men skiljið ikki!“
Esaias 6:10 Esaias
Ger hjartað hart í hesum fólki, ger oyru teirra dul og eygu teirra blind, so tey síggja ikki við eygunum, hoyra ikki við oyrunum og skilja ikki við hjartanum – og venda ikki við og verða grødd!“
Esaias 6:11 Esaias
Eg spurdi: „Hvussu leingi, Harri?“ Hann svaraði: „Inntil býirnir eru lagdir í oyði og fólkatómir, og ikki menniskja er í húsunum, og inntil landið er lagt í oyði og vorðið oyðimørk.
Esaias 6:12 Esaias
HARRIN skal reka menniskjuni langt burtur, og ógvuliga tómligt skal verða í landinum.
Esaias 6:13 Esaias
Og er enn tíggjundapartur eftir í tí, skal eisini hann verða fyribeindur. Men eins og rótstubbi verður standandi eftir, táið terebintan ella eikin verður høgd niður, so skal heilagt sáð vera stubbin, ið eftir verður av fólkinum.“
Esaias 7:14 Esaias
Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel.*
Esaias 33:24 Esaias
Og eingin, sum býr har, skal siga: „Eg eri sjúkur.“ – Fólkið, ið har býr, hevur fingið synd sína fyrigivna.
Esaias 53:1 Esaias
Hvør trúði tí, ið vit hoyrdu, og hvørjum varð armur HARRANS opinberur!
Esaias 53:2 Esaias
Hann* rann upp sum veik planta fyri ásjón Hansara, sum rótskot úr turrari jørð; Hann var ikki fagur og hevði onga dýrd; vit sóu Hann, men Hann sá ikki so út, at vit kundu hava tokka til Hansara.
Esaias 53:3 Esaias
Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.
Esaias 53:4 Esaias
Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg – og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi.