prisoners
18 versir um "prisoners"
Versir
Síða 1 av 1Hebrearabrævið 13:3 Hebrearabrævið
Minnist fangarnar, sum høvdu tit sjálv verið fangar við! Minnist tey, sum ilt líða, sum tey, ið eisini sjálv eru í likami!
Sálmarnir 69:33 Sálmarnir
Táið hini eyðmjúku síggja tað, skulu tey gleðast; tit, sum søkja Gud, hjørtu tykkara livi!
Matteus 25:35 Matteus
Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;
Matteus 25:36 Matteus
Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín.“
Matteus 25:37 Matteus
Tá skulu hini rættvísu svara Honum: „Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta ella tystan og góvu Tær at drekka!
Matteus 25:38 Matteus
Nær sóu vit Teg fremmandan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg!
Matteus 25:39 Matteus
Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín!“
Matteus 25:40 Matteus
Kongurin skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“
Matteus 25:41 Matteus
So skal Hann eisini siga við tey við vinstru lið Sína: „Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara!
Matteus 25:42 Matteus
Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær ikki at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær ikki at drekka;
Matteus 25:43 Matteus
Eg var fremmandur, og tit tóku ikki ímóti Mær; Eg var nakin, og tit klæddu Meg ikki; Eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu Meg ikki.“
Matteus 25:44 Matteus
Tá skulu eisini tey svara: „Harri! Nær sóu vit Teg svangan, tystan, fremmandan, naknan, sjúkan ella í fangahúsi og tæntu Tær ikki!“
Matteus 25:45 Matteus
Men Hann skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit ikki hava gjørt einum av hesum minstu, hava tit heldur ikki gjørt Mær.“
Matteus 25:46 Matteus
Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.“
Esaias 42:7 Esaias
so Tú skalt lata upp hini blindu eygu og leiða hini bundnu út úr fangahúsinum, leiða tey, sum í myrkri sita, út úr varðhaldinum.
Esaias 61:1 Esaias
Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys,
Sálmarnir 102:20 Sálmarnir
Tí Hann hevur hugt niður av heilagu hædd Síni, HARRIN hevur úr Himli skoðað niður á jørðina
Sálmarnir 146:7 Sálmarnir
Hann, sum ger, at kúgað fáa rætt, sum gevur svongum breyð! HARRIN loysir hini bundnu,