prison

9 versir um "prison"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 61:1 Esaias

Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys,

6
Matteus 25:36 Matteus

Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín.“

6
Hebrearabrævið 13:3 Hebrearabrævið

Minnist fangarnar, sum høvdu tit sjálv verið fangar við! Minnist tey, sum ilt líða, sum tey, ið eisini sjálv eru í likami!

6
Ezra 7:26 Ezra

Er onkur, sum ger ikki eftir lóg Guds tíns og eftir lóg kongsins, yvir hann skal í rættvísi fellast dómur, tað veri nú til deyða, útlegd, peningabót ella fangahús.“

5
Sálmarnir 69:33 Sálmarnir

Táið hini eyðmjúku síggja tað, skulu tey gleðast; tit, sum søkja Gud, hjørtu tykkara livi!

4
Triðja Mósebók 24:12 Triðja Mósebók

Teir settu hann fastan, inntil teir kundu fáa dóm hansara ásettan við orði frá HARRANUM.

3
Seinna Timoteusarbrævið 2:9 Seinna Timoteusarbrævið

sum eg líði ilt fyri, líka til hetta, at vera bundin sum illgerðarmaður! Men orð Guds er ikki bundið.

3
Fjórða Mósebók 15:34 Fjórða Mósebók

Og teir settu hann fastan; tí einki serskilt boð var givið um, hvat ið gerast skuldi við hann.

2
Opinberingin 2:10 Opinberingin

Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt líða! Djevulin skal seta nøkur av tykkum í fangahús – fyri at tit skulu verða roynd – og tit skulu hava trongd í tíggju dagar. Ver trúgv til deyðan, so skal Eg geva tær krúnu lívsins!

2