priorities
29 versir um "priorities"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Lukas 12:34 Lukas
Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók
Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.
Lukas 12:22 Lukas
Og Hann segði við lærisveinar Sínar: „Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu eta, ei heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fara í!
Lukas 12:23 Lukas
Lívið er meir enn maturin, og likamið er meir enn klæðini.
Lukas 12:24 Lukas
Aktið eftir ravnunum! Teir hvørki sáa ella heysta, teir hava ongan hjall og onga løðu, og Gud føðir teir; hvussu mangan meiri eru ikki tit verdir enn fuglarnir!
Lukas 12:25 Lukas
Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!
Lukas 12:26 Lukas
Eru tit nú ikki førir fyri at gera so frægt sum hitt minsta, hví stúra tit tá fyri hinum!
Lukas 12:27 Lukas
Aktið eftir liljunum, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki, og Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.
Lukas 12:28 Lukas
Klæðir Gud nú so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, hvussu mikið meiri tá ikki tykkum, tit trúarveiku!
Lukas 12:29 Lukas
Spyrjið tí ikki um, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, og latið ikki huga tykkara reika higar og hagar!
Lukas 12:30 Lukas
Øllum slíkum søkja jú heidningarnir í heiminum eftir; men Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar hetta.
Lukas 12:31 Lukas
Nei, søkið ríki Hansara! So skal hetta verða givið tykkum umframt!
Lukas 12:32 Lukas
Óttast ikki, lítla fylgi! Tí Faðir tykkara líkaði at geva tykkum ríkið.
Lukas 12:33 Lukas
Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur!
Fyrra Timoteusarbrævið 3:5 Fyrra Timoteusarbrævið
dugir ein ikki at standa fyri sínum egna húsi, hvussu kann hann tá veita samkomu Guds umsjón!
Fimta Mósebók 6:5 Fimta Mósebók
Og tú skalt elska HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av allari styrki tíni.
Markus 8:36 Markus
Hvat batar tað menniskjanum at vinna allan heimin og bøta við sál síni!
Markus 8:37 Markus
Hvat man menniskja kunna geva sum viðurlag fyri sál sína!
Lukas 10:38 Lukas
Meðan teir nú ferðaðust, kom Hann til eina bygd; og kvinna, sum æt Marta, tók ímóti Honum í húsi sínum.
Lukas 10:39 Lukas
Hon hevði systur, ið æt Maria; hon setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði.
Lukas 10:40 Lukas
Men Marta stríddist og gjørdi sær nógvan ómak fyri Honum. Hon kom tá yvir og segði: „Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!“
Lukas 10:41 Lukas
Men Harrin svaraði henni: „Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum;
Lukas 10:42 Lukas
men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.“
Sálmarnir 90:12 Sálmarnir
At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!
Orðtøkini 24:27 Orðtøkini
Fullfør verk títt harúti, ger teg lidnan á markini! So kanst tú byggja tær hús.
Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Jóhannes 14:15 Jóhannes
Elska tit Meg, so haldið boð Míni!