priest
7 versir um "priest"
Versir
Síða 1 av 1Malakias 2:7 Malakias
Tí varrar prests skulu halda fast við kunnskap, og lóg vænta tey sær av munni hansara; tí hann er sendiboð HARRANS Guds herskaranna.
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,
Hebrearabrævið 5:1 Hebrearabrævið
Ein og hvør høvuðsprestur verður jú tikin millum menniskju og innsettur fyri menniskju til tænastu fyri Gudi, til at bera fram bæði gávur og sláturoffur fyri syndir
Fyrra Timoteusarbrævið 2:5 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí ein Gud er, og ein millummaður millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus,
Hebrearabrævið 7:21 Hebrearabrævið
– tí hinir gjørdust prestar uttan eið, men Hann við eiði – við Honum, ið sigur við Hann: „Harrin svór, og Hann skal ikki angra tað: „Tú ert prestur í allar ævir““
Opinberingin 5:10 Opinberingin
og gjørdi tey til kongaríki og prestar fyri Gudi okkara; tey skulu vera kongar á jørðini!“
Opinberingin 20:6 Opinberingin
Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin annar deyðin einki vald; nei, tey skulu vera prestar Guds og Kristusar og vera kongar við Honum 1000 ár.