prestari í zoroastriskari trúgv
10 versir um "prestari í zoroastriskari trúgv"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 17:22 Ápostlasøgan
Paulus steig nú fram mitt á Areopagus og segði: „Tit menn í Aten! Eg síggi, at tit á allan hátt eru ógvuliga ídnir fyri gudsdýrkan tykkara.
Ápostlasøgan 17:23 Ápostlasøgan
Tí táið eg gekk um og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini altar við hesi innskrift: „Fyri ókendan Gud.“ – Hann, ið tit soleiðis dýrka og ikki kenna, Hann kunngeri eg tykkum.
Dániel 2:2 Dániel
Kongurin sendi tá boð eftir spámonnunum, andamanarunum, gandakøllunum og Kaldearunum og vildi hava teir at siga sær, hvat hann hevði droymt. Teir komu so og stigu fram fyri kongin.
Dániel 5:11 Dániel
Maður er í ríki tínum, sum Andi hinna heilagu Guda er í; á døgum faðirs tíns sást, at hann átti ljós og klókskap og vísdóm sum gudavísdóm, og Nebukadnezar kongur, faðir tín, gjørdi hann til fyristøðumann spámannanna, andamanaranna, Kaldearanna og stjørnutýðaranna. Hetta gjørdi faðir tín, kongurin,
Ezra 1:1 Ezra
Fyrsta árið ið Kýrus kongur í Persia sat við stýrið, vakti HARRIN – fyri at orð Hansara, sum Jeremias hevði talað, skuldu ganga út – anda Kýrusar persarakongs, so hann læt boð ganga út um alt ríki sítt og eisini skrivliga kunngera:
Ezra 1:2 Ezra
„So sigur Kýrus kongur í Persia: HARRIN Gud Himmalsins hevur givið mær øll ríki á jørðini, og Hann hevur álagt mær at byggja Sær hús í Jerusalem í Juda.
Ezra 1:3 Ezra
Hvør tann av tykkum, ið hoyrir til fólk Hansara, við honum veri Gud hansara, hann kann fara til Jerusalem í Juda og byggja hús HARRANS Guds Ísraels – Hann er tann Gud, sum býr í Jerusalem!
Ezra 1:4 Ezra
Og allastaðni har sum onkur enn er eftir, skal fólkið á staðnum, har hann býr sum fremmandur, veita honum styrk við silvuri og gulli, við góðsi og fæi – umframt tað, ið sjálvkravt verður givið til hús Guds í Jerusalem.“
Jeremias 10:11 Jeremias
So skulu tit siga við tey: Gudarnir, ið ikki hava gjørt himmal og jørð, teir skulu hvørva av jørðini og undan himlinum.
Dániel 4:7 Dániel
Teir komu tá inn, spámenninir, andamanararnir, Kaldeararnir og stjørnutýðararnir, og eg segði teimum dreymin; men teir vóru ikki førir fyri at týða mær hann.