preaching the gospel

78 versir um "preaching the gospel"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrra Korintbrævið 15:33 Fyrra Korintbrævið

Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!

2
Fyrra Korintbrævið 15:34 Fyrra Korintbrævið

Vaknið av álvara og syndið ikki! Tí summi kenna einki til Gud – tykkum til skomm sigi eg tað.

2
Fyrra Korintbrævið 15:35 Fyrra Korintbrævið

Nú sigur onkur: „Hvussu rísa hini deyðu upp? Hvørjum slagi av likami koma tey við?“

2
Fyrra Korintbrævið 15:36 Fyrra Korintbrævið

Dári tín! Tað, sum tú sáar, fær jú ikki lív, uttan tað doyr.

2
Fyrra Korintbrævið 15:37 Fyrra Korintbrævið

Og táið tú sáar, sáar tú ikki likamið, ið verða skal, men nakið korn, veri tað nú av hveiti ella onkrum øðrum slagi.

2
Fyrra Korintbrævið 15:38 Fyrra Korintbrævið

Men Gud gevur tí likam, eftir sum Hann vil, og hvørjum slagi av sáði tess egna likam.

2
Fyrra Korintbrævið 15:39 Fyrra Korintbrævið

Ikki alt kjøt er av sama slagi; nei, eitt er kjøt á menniskjum, eitt annað á dýrum, aftur eitt annað á fuglum, uppaftur eitt annað á fiskum.

2
Fyrra Korintbrævið 15:40 Fyrra Korintbrævið

Og himmalsk likam eru, og jørðisk likam eru; men hini himmalsku likamini hava eina dýrd, hini jørðisku eina aðra.

2
Fyrra Korintbrævið 15:41 Fyrra Korintbrævið

Sólin hevur ein ljóma, mánin ein annan, stjørnurnar uppaftur ein annan, ja, munur er á ljómanum, ið stjørnur hava.

2
Fyrra Korintbrævið 15:42 Fyrra Korintbrævið

So er eisini við uppreisn hinna deyðu. Tað verður sáað forgeingiligt, tað rísur upp óforgeingiligt;

2
Fyrra Korintbrævið 15:43 Fyrra Korintbrævið

tað verður sáað í vanæru, tað rísur upp í dýrd; tað verður sáað í veikleika, tað rísur upp í styrki;

2
Fyrra Korintbrævið 15:44 Fyrra Korintbrævið

náttúrligt likam verður sáað, andaligt likam rísur upp. So satt sum náttúrligt likam er, er eisini andaligt likam.

2
Fyrra Korintbrævið 15:45 Fyrra Korintbrævið

So er eisini skrivað: „Hitt fyrsta menniskja, Ádam, varð livandi sál.“ – Hin seinni Ádam er vorðin livandigerandi Andi.

2
Fyrra Korintbrævið 15:46 Fyrra Korintbrævið

Men hitt andaliga kemur ikki fyrst, men hitt náttúrliga; síðani hitt andaliga.

2
Fyrra Korintbrævið 15:47 Fyrra Korintbrævið

Hitt fyrsta menniskjað var av jørðini, jørðiskt; hitt annað menniskjað er av Himli.

2
Fyrra Korintbrævið 15:48 Fyrra Korintbrævið

Sum hin jørðiski var, eru hini jørðisku við, og sum hin himmalski er, eru hini himmalsku við.

2
Fyrra Korintbrævið 15:49 Fyrra Korintbrævið

Og sum vit hava borið mynd hins jørðiska, skulu vit eisini bera mynd hins himmalska.

2
Fyrra Korintbrævið 15:50 Fyrra Korintbrævið

Men tað sigi eg, brøður, at hold og blóð kunnu ikki arva ríki Guds, ei heldur arvar forgeingiligleiki óforgeingiligleika.

2
Fyrra Korintbrævið 15:51 Fyrra Korintbrævið

Eg sigi tykkum loyndarmál: Vit skulu ikki øll sovna, men vit skulu øll umbroytast,

2
Fyrra Korintbrævið 15:52 Fyrra Korintbrævið

og tað í einum nú, í einum eygnabragdi, við hin seinasta lúður. Lúðurin skal ljóða, og hini deyðu skulu rísa upp óforgeingilig, og vit skulu umbroytast.

2
Fyrra Korintbrævið 15:53 Fyrra Korintbrævið

Tí hetta forgeingiliga má lata seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga má lata seg í ódeyðiligleika.

2
Fyrra Korintbrævið 15:54 Fyrra Korintbrævið

Táið tá hetta forgeingiliga hevur latið seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga hevur latið seg í ódeyðiligleika, tá gongur orðið út, sum skrivað er: „Deyðin er uppsvølgdur í sigur!“

2
Fyrra Korintbrævið 15:55 Fyrra Korintbrævið

Deyði, hvar er sigur tín! Deyði, hvar er broddur tín!

2
Fyrra Korintbrævið 15:56 Fyrra Korintbrævið

Broddur deyðans er syndin, og kraft syndarinnar er lógin.

2
Fyrra Korintbrævið 15:57 Fyrra Korintbrævið

Men Gudi veri tøkk, sum gevur okkum sigurin við Harra okkara Jesusi Kristi!

2
Fyrra Korintbrævið 15:58 Fyrra Korintbrævið

Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum!

2
Galatiabrævið 3:26 Galatiabrævið

Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus.

2
Seinna Timoteusarbrævið 4:2 Seinna Timoteusarbrævið

Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi!

2