praying for a sign
10 versir um "praying for a sign"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 7:11 Esaias
„Krev tekin frá HARRANUM Gudi tínum! Tú kanst krevja tað niðanífrá, úr djúpinum, ella omanífrá, av hæddini.“
Jóhannes 15:7 Jóhannes
Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað!
Markus 8:12 Markus
Tá suffaði Hann djúpt í anda Sínum og segði: „Hví krevur henda ætt tekin? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hesi ætt skal einki tekin verða givið!“
Dómararnir 6:36 Dómararnir
Nú segði Gideon við Gud: „Er tað nú so, at Tú ætlar at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað,
Dómararnir 6:37 Dómararnir
so hygg nú her: Eg leggi hetta seyðaskinnið á treskiplássið; kemur so døgg bert á skinnið, men øll markin er turr, tá veit eg, at Tú fert at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað.“
Dómararnir 6:38 Dómararnir
Soleiðis varð; táið hann tíðliga morgunin eftir vant skinnið, vant hann døgg burtur úr tí, upp í fulla skál av vatni.
Dómararnir 6:39 Dómararnir
Men Gideon segði við Gud: „Verð ikki illur við meg, um eg tali til Tín eina ferð enn! Lat meg bert eina ferð enn vita við skinninum: Lat skinnið einsamalt vera turt, men døgg falla á jørðina rundanum!“
Dómararnir 6:40 Dómararnir
Tá gjørdi Gud so náttina eftir: Skinnið var einsamalt turt, men døgg fall á jørðina rundanum.
Matteus 16:4 Matteus
Ónd og ótrúgv ætt krevur tekin; men einki tekin skal verða henni givið uttan tekin Jónasar.“ So fór Hann frá teimum og fór avstað.
Sálmarnir 86:17 Sálmarnir
Unn mær tekin fyri góðsku Tína, so fíggindar mínir kunnu síggja tað og verða til skammar, tí Tú, HARRI, hjálpir mær og troystar meg!