prayers of the unrighteous

11 versir um "prayers of the unrighteous"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 28:9 Orðtøkini

Tann, ið vendir oyrað burtur frá lógini – um tað so er bøn hansara, er hon andstygd.

5
Jóhannes 9:31 Jóhannes

Vit vita, at Gud hoyrir ikki syndarar; men óttast onkur Hann og ger vilja Hansara – hann hoyrir Hann.

5
Sálmarnir 66:18 Sálmarnir

Hevði eg stílað upp á órætt í hjarta mínum, so hevði HARRIN ikki hoyrt.

4
Fyrra Pætursbrævið 3:12 Fyrra Pætursbrævið

Tí eygu Harrans eru yvir hinum rættvísu, og oyru Hansara eru vend til bøn teirra; men ásjón Harrans er ímóti teimum, sum gera ilt.

4
Orðtøkini 15:29 Orðtøkini

HARRIN er langt burtur frá hinum gudleysu, men bøn rættvísra hoyrir Hann.

3
Esaias 59:2 Esaias

– Nei, tað eru misbrot tykkara, ið hava gjørt skilnað millum tykkum og Gud tykkara, og syndir tykkara fjala andlit Hansara fyri tykkum, so Hann hoyrir ikki.

3
Jákupsbrævið 4:3 Jákupsbrævið

tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa – fyri at spilla tað burtur í lystum tykkara.

3
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið

Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.

3
Jóhannes 15:7 Jóhannes

Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað!

2
Jákupsbrævið 4:4 Jákupsbrævið

Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Gudi? Tann, ið vil vera vinur heimsins, verður tí fíggindi Guds.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

2