Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

prayer of jabez

295 versir um "prayer of jabez"

Versir

Síða 5 av 6
Hebrearabrævið 11:35 Hebrearabrævið

Kvinnur fingu hinar deyðu sínar aftur við uppreisn. Onnur vórðu løgd á pínubonk og tóku ikki við útloysing – fyri at tey kundu fáa lut í betri uppreisn.

4
Hebrearabrævið 11:36 Hebrearabrævið

Onnur máttu tola spott og húðfleinging, ja, bond og fangahús;

4
Hebrearabrævið 11:37 Hebrearabrævið

tey vórðu steinað, sagað sundur, freistað, dripin við svørði; tey gingu um í seyðaskinnum og geitaskinnum; tey liðu neyð, trongd, ringa viðferð

4
Hebrearabrævið 11:38 Hebrearabrævið

– heimurin var tey ikki verdur – tey flakkaðu um í oyðimørkum og fjøllum, í hellum og skorum jarðarinnar.

4
Hebrearabrævið 11:39 Hebrearabrævið

Og øll hesi – tóat tey høvdu vitnisburð fyri trúgv sína – fingu tó ikki tað, sum lovað var.

4
Hebrearabrævið 11:40 Hebrearabrævið

Tí Gud hevði frammanundan ætlað okkum nakað betri, so tey skuldu ikki fullkomast uttan okkum.

4
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið

Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.

4
Jákupsbrævið 4:2 Jákupsbrævið

Tit tráa – og hava ikki; tit drepa og bera øvund – og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og ófriði. Tit hava ikki, tí tit biðja ikki;

3
Fyrra Krønikubók 3:1 Fyrra Krønikubók

Synirnir, sum Dávid fekk í Hebron, vóru hesir: Amnon, hin frumborna, fekk hann við Ahinoam úr Jizre’el, hin annan, Dániel,* við Abigajil úr Karmel;

2
Fyrra Krønikubók 3:2 Fyrra Krønikubók

hin triði, Absalom, var sonur Ma’aku, dóttur Talmai kong í Gesur; hin fjórði, Adonja, var sonur Haggit;

2
Fyrra Krønikubók 3:3 Fyrra Krønikubók

hin fimta, Sefatja, fekk hann við Abital, hin sætta, Jitream, við konu síni Eglu.

2
Fyrra Krønikubók 3:4 Fyrra Krønikubók

Hesar seks fekk hann í Hebron; har stýrdi hann í sjey ár og seks mánaðir. Í Jerusalem stýrdi hann í 33 ár.

2
Fyrra Krønikubók 3:5 Fyrra Krønikubók

Synirnir, sum hann fekk í Jerusalem, vóru hesir: Simea, Sobab, Natan og Sálomo – hesar fýra átti hann við Batsuu, dóttur Ammiel –

2
Fyrra Krønikubók 3:6 Fyrra Krønikubók

framvegis Jibhar, Elisama, Elifelet,

2
Fyrra Krønikubók 3:7 Fyrra Krønikubók

Noga, Nefeg, Jafia,

2
Fyrra Krønikubók 3:8 Fyrra Krønikubók

Elisama, Eljada og Elifelet – níggju tilsamans.

2
Fyrra Krønikubók 3:9 Fyrra Krønikubók

Hetta vóru allir synir Dávid – umframt synirnar, ið hann fekk við hjákonum sínum – og Tamar var systir teirra.

2
Fyrra Krønikubók 3:10 Fyrra Krønikubók

Sonur Sálomo var Rehabeam; sonur hansara var Abia; sonur hansara var Asa; sonur hansara var Jósafat;

2
Fyrra Krønikubók 3:11 Fyrra Krønikubók

sonur hansara var Jóram; sonur hansara var Ahazja; sonur hansara var Jóas;

2
Fyrra Krønikubók 3:12 Fyrra Krønikubók

sonur hansara var Amazja; sonur hansara var Azarja; sonur hansara var Jótam;

2
Fyrra Krønikubók 3:13 Fyrra Krønikubók

sonur hansara var Akaz; sonur hansara var Ezekias; sonur hansara var Manasse;

2
Fyrra Krønikubók 3:14 Fyrra Krønikubók

sonur hansara var Amon; sonur hansara var Josias.

2
Fyrra Krønikubók 3:15 Fyrra Krønikubók

Synir Josias vóru Jóhanan – hin frumborni sonur hansara – og Jójakim, hin annar, Zedekias, hin triði, og Sallum, hin fjórði.

2
Fyrra Krønikubók 3:16 Fyrra Krønikubók

Synir Jójakim vóru sonur hansara Jekonja og sonur hansara Zedekias.

2
Fyrra Krønikubók 3:17 Fyrra Krønikubók

Synir Jekonja – fangan – vóru sonur hansara Sealtiel

2
Fyrra Krønikubók 3:18 Fyrra Krønikubók

og Malkiram, Pedaja, Senazzar, Jekamja, Hosama og Nedabja.

2
Fyrra Krønikubók 3:19 Fyrra Krønikubók

Synir Pedaja vóru Zerubbabel og Sime’i; synir Zerubbabel vóru Mesullam og Hananja – systir teirra var Selomit –

2
Fyrra Krønikubók 3:20 Fyrra Krønikubók

og Hasuba, Ohel, Berekja, Hasadja og Jusab-Hesed – fimm.

2
Fyrra Krønikubók 3:21 Fyrra Krønikubók

Synir Hananja vóru Pelatja og Jesaja, framvegis synir Refaja, synir Arnan, synir Obadja og synir Sekanja.

2
Fyrra Krønikubók 3:22 Fyrra Krønikubók

Sonur Sekanja var Semaja; synir Semaja vóru Hattus, Jigal, Baria, Nearja og Safat – seks.

2
Fyrra Krønikubók 3:23 Fyrra Krønikubók

Synir Nearja vóru Eljoenai, Hizkia og Azrikam – tríggir.

2
Fyrra Krønikubók 3:24 Fyrra Krønikubók

Synir Eljoenai vóru Hodavja, Eljasib, Pelaja, Akkub, Jóhanan, Delaja og Anani – sjey.

2
Fyrra Krønikubók 5:1 Fyrra Krønikubók

Synir Ruben, hin frumborna Ísraels – tí hann var hin frumborni, men aftur fyri at hann vanhalgaði song faðirs síns, varð frumburðarrætturin givin sonum Jósef, son Ísrael; tó varð hann* ikki skrivaður inn í ættarbókina sum hin frumborni.

2
Fyrra Krønikubók 5:2 Fyrra Krønikubók

Tí víst fekk Juda valdið yvir brøðrunum, og høvdingin skuldi vera ein av eftirkomarum hansara, men frumburðarrættin fekk Jósef –

2
Fyrra Krønikubók 5:3 Fyrra Krønikubók

synir Ruben, hin frumborna Ísraels, vóru Hanok, Pallu, Hezron og Karmi.

2
Fyrra Krønikubók 5:4 Fyrra Krønikubók

Synir Jóel vóru: Sonur hansara Semaja, sonur hansara Gog, sonur hansara Sime’i,

2
Fyrra Krønikubók 5:5 Fyrra Krønikubók

sonur hansara Mika, sonur hansara Reaja, sonur hansara Ba’al,

2
Fyrra Krønikubók 5:6 Fyrra Krønikubók

sonur hansara Be’era – sum Tilgat-Pilneser kongur í Assýria flutti burtur í útlegd – hann var høvdingi Rubenita.

2
Fyrra Krønikubók 5:7 Fyrra Krønikubók

Brøður hansara vóru eftir ættum sínum, táið teir vórðu uppskrivaðir í ættarbókina eftir ættarliðum sínum: Je’iel, hin fyrsti, harnæst Zakarja,

2
Fyrra Krønikubók 5:8 Fyrra Krønikubók

og Bela, sonur Azaz, son Sema, son Jóel; hann búði í Aroer og líka at Nebo og Ba’al-Meon;

2
Fyrra Krønikubók 5:9 Fyrra Krønikubók

og fyri eystan náddu bústaðir hansara yvir ímóti oyðimørkini, sum røkkur líka frá ánni Frat; tí teir høvdu stór fylgi av fæi í Gileadslandi.

2
Fyrra Krønikubók 5:10 Fyrra Krønikubók

Á døgum Sauls bardust teir við Hagritar – sum vórðu kúgaðir av teimum; teir búðu so í tjøldum teirra fram við allari eystursíðu Gileads.

2
Fyrra Krønikubók 5:11 Fyrra Krønikubók

Synir Gad høvdu bústaðir sínar beint yvir av teimum í Basanslandi líka til Salka:

2
Fyrra Krønikubók 5:12 Fyrra Krønikubók

Jóel, hin fyrsti, harnæst Safan, Janai og Safat í Basan.

2
Fyrra Krønikubók 5:13 Fyrra Krønikubók

Brøður teirra vóru, eftir fedrahúsum sínum, Mikael, Mesullam, Seba, Jorai, Jakan, Zia og Eber – sjey.

2
Fyrra Krønikubók 5:14 Fyrra Krønikubók

Hesir vóru synir Abihajil, son Huri, son Jaroa, son Gilead, son Mikael, son Jesisai, son Jado, son Buz.

2
Fyrra Krønikubók 5:15 Fyrra Krønikubók

Ahi, sonur Abdiel, son Guni, var høvd fedrahúsa teirra.

2
Fyrra Krønikubók 5:16 Fyrra Krønikubók

Teir búðu í Gilead, í Basan og í býunum, sum hartil hoyrdu, og á øllum graslendi Sarons, so langt sum tað gekk.

2
Fyrra Krønikubók 5:17 Fyrra Krønikubók

Á teimum døgum, ið Jótam var kongur í Juda, og Jeroboam var kongur í Ísrael, vórðu allir hesir uppskrivaðir í ættarbókina.

2
Fyrra Krønikubók 5:18 Fyrra Krønikubók

Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse vóru raskir menn, menn, ið bóru skjøld og svørð og spentu boga og vóru hervandir; teir vóru 44760 vápnaførir menn.

2