prayer cloths
20 versir um "prayer cloths"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 19:11 Ápostlasøgan
Gud gjørdi við hondum Paulusar størri kraftargerðir enn vanligt,
Ápostlasøgan 19:12 Ápostlasøgan
so at enntá sveittadúkar og fyriklæði, sum verið høvdu á likami hansara, vórðu borin til hini sjúku; sjúkurnar viku tá frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út.
Lukas 8:43 Lukas
Og ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, og hevði latið alt, ið hon átti, til læknar og onga hjálp kunnað fingið frá nøkrum,
Lukas 8:44 Lukas
kom aftanífrá og nam við klædnafald Hansara; við tað sama steðgaði blóðsótt hennara.
Lukas 8:45 Lukas
Tá spurdi Jesus: „Hvør var tað, sum nam við Meg?“ Táið eingin vildi vera við tað, søgdu Pætur og teir, ið við Honum vóru: „Meistari, fólkið trokar og treingir Teg jú!“
Lukas 8:46 Lukas
Men Jesus segði: „Onkur nam við Meg; tí Eg kendi, at kraft gekk út frá Mær.“
Lukas 8:47 Lukas
Táið kvinnan nú sá, at tað var ikki dult, kom hon skelvandi og fall niður fyri Honum og segði, so alt fólkið hoyrdi, hví hon hevði nomið við Hann, og hvussu hon við tað sama varð grødd.
Lukas 8:48 Lukas
Tá segði Hann við hana: „Dóttirin, trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!“
Fyrra Timoteusarbrævið 6:5 Fyrra Timoteusarbrævið
støðugt klandur – millum menniskju, sum eru hugspilt og hava mist sannleikan, so tey halda gudsóttan vera vinning.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:6 Fyrra Timoteusarbrævið
Ja, saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur!
Fyrra Timoteusarbrævið 6:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Vit hava jú einki havt við okkum inn í heimin; tað er opinbert, at vit heldur einki kunnu hava við okkum út haðani.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Nei, táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.
Seinna Kongabók 13:21 Seinna Kongabók
Nú bar so á, einaferð ið nakrir júst jarðaðu ein mann, at teir fingu eyga á ránsflokk; teir kastaðu tá mannin í grøvina, sum Elisa var lagdur í, og við tað sama sum maðurin nam við bein Elisa, livnaði hann upp aftur og reistist á føtur.
Malakias 4:2 Malakias
Men yvir tykkum, ið óttast navn Mítt, skal rættvísisólin renna upp við grøðing undir veingjum sínum, og tit skulu fara út og spæla sum gøðingarkálvar.
Matteus 14:34 Matteus
Táið teir vóru komnir yvirum, løgdu teir at landi í Genezaret.
Matteus 14:35 Matteus
Táið fólkið har á staðnum nú kendi Hann aftur, sendu tey boð allastaðni har á leið, og tey komu til Hansara við øllum hinum sjúku.
Matteus 14:36 Matteus
Og tey bóðu Hann um bert at sleppa at nema við faldin á klæðum Hansara; og øll, sum numu við Hann, vórðu grødd.
Rómverjabrævið 12:12 Rómverjabrævið
Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.