praising oneself
13 versir um "praising oneself"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 27:2 Orðtøkini
Lat aðrar rósa tær, og ikki tín egna munn, fremmandar, og ikki tínar egnu varrar!
Esaias 64:6 Esaias
Og eingin er, sum kallar á navn Títt, sum mennir seg upp at halda fast við Teg; tí Tú hevur fjalt ásjón Tína fyri okkum og latið okkum tærast burtur av misgerðum okkara.
Fimta Mósebók 10:21 Fimta Mósebók
Hann er lovsongur tín, og Hann er Gud tín, Hann, sum hevur gjørt fyri teg alt hetta stóra og øgiliga, sum tú við egnum eygum hevur sæð.
Sálmarnir 103:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!
Sálmarnir 103:2 Sálmarnir
Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara!
Sálmarnir 103:3 Sálmarnir
Hann er jú tann, ið fyrigevur allar misgerðir tínar og grøðir allar sjúkur tínar,
Sálmarnir 103:4 Sálmarnir
sum loysir lív títt frá grøvini og krýnir teg við náði og miskunn,
Sálmarnir 103:5 Sálmarnir
sum mettar sál tína við tí, ið gott er, so tú yngist upp aftur sum ørnin.
Orðtøkini 27:1 Orðtøkini
Rósa tær ikki av deginum í morgin, tí tú veitst ikki, hvat dagur kann føða!
Lukas 1:37 Lukas
Tí einki er Gudi ómøguligt.“
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Hebrearabrævið 13:15 Hebrearabrævið
Latið okkum tá – við Honum – altíð bera Gudi fram lovoffur – tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara!