praising god
20 versir um "praising god"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 150:1 Sálmarnir
Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!
Sálmarnir 150:2 Sálmarnir
Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara!
Sálmarnir 150:3 Sálmarnir
Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara!
Sálmarnir 150:4 Sálmarnir
Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!
Sálmarnir 150:5 Sálmarnir
Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum!
Sálmarnir 150:6 Sálmarnir
Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! – Halleluja!
Sálmarnir 95:1 Sálmarnir
Komið, latið okkum fegnast fyri HARRANUM, rópa av gleði fyri frelsukletti okkara!
Sálmarnir 95:2 Sálmarnir
Latið okkum við tøkk stíga fram fyri ásjón Hansara, rópa av gleði fyri Honum við sálmum!
Sálmarnir 95:3 Sálmarnir
Tí HARRIN er veldigur Gud, kongur, stórur yvir øllum gudum;
Sálmarnir 95:4 Sálmarnir
í hond Hansara eru jarðardjúpini; fjallatindarnir eru Hansara;
Sálmarnir 95:5 Sálmarnir
havið er Hansara, Hann hevur skapt tað; og hendur Hansara hava gjørt turrlendið.
Sálmarnir 95:6 Sálmarnir
Komið, latið okkum falla niður og boyggja okkum, latið okkum falla á knæ fyri HARRANUM, skapara okkara!
Sálmarnir 95:7 Sálmarnir
Tí Hann er Gud okkara, og vit eru fólkið, ið Hann røktar, fylgið, ið hond Hansara leiðir. – Høvdu tit tó í dag viljað lurtað eftir rødd Hansara!
Sálmarnir 95:8 Sálmarnir
Herðið ikki hjørtu tykkara sum við Meriba, sum hina ferðina við Massa í oyðimørkini,
Sálmarnir 95:9 Sálmarnir
táið fedrar tykkara freistaðu Meg, táið teir royndu Meg, teir, sum tó høvdu sæð verk Mítt!
Sálmarnir 95:10 Sálmarnir
Í 40 ár beyð tann ættin Mær ímóti, og Eg segði: „Tey eru fólk við vilstum hjarta, tey kenna ikki vegir Mínar!“
Sálmarnir 95:11 Sálmarnir
So svór Eg í vreiði Míni: „Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!“
Sálmarnir 115:1 Sálmarnir
Ikki okkum, HARRI, ikki okkum, men navni Tínum gevi Tú heiður fyri náði og trúfesti Tínar skuld!
Hebrearabrævið 13:15 Hebrearabrævið
Latið okkum tá – við Honum – altíð bera Gudi fram lovoffur – tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara!
Jákupsbrævið 5:13 Jákupsbrævið
Líður nakar av tykkum ilt – hann biði! Er nakar glaður – hann syngi lovsong!