praises
46 versir um "praises"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 150:1 Sálmarnir
Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!
Sálmarnir 150:2 Sálmarnir
Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara!
Sálmarnir 150:3 Sálmarnir
Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara!
Sálmarnir 150:4 Sálmarnir
Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!
Sálmarnir 150:5 Sálmarnir
Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum!
Sálmarnir 150:6 Sálmarnir
Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! – Halleluja!
Sálmarnir 100:1 Sálmarnir
Sálmur. Við takkofrinum. Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin!
Sálmarnir 100:2 Sálmarnir
Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!
Sálmarnir 100:3 Sálmarnir
Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.
Sálmarnir 100:4 Sálmarnir
Farið inn í portur Hansara við takkarsongi, við lovsongi inn í forgarðar Hansara, takkið Honum og lovið navni Hansara!
Sálmarnir 100:5 Sálmarnir
Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann.
Sálmarnir 147:1 Sálmarnir
Halleluja! Ja, tað er gott at lovsyngja Gudi okkara, ja, tað er lívsælt, lovsongur sømir seg.
Sálmarnir 147:2 Sálmarnir
HARRIN byggir Jerusalem upp aftur, Hann savnar hini spjaddu av Ísrael saman aftur;
Sálmarnir 147:3 Sálmarnir
Hann grøðir tey, ið hava sundurbrotið hjarta, og bindur um sár teirra;
Sálmarnir 147:4 Sálmarnir
Hann ger av, hvussu mangar stjørnurnar skulu vera, og Hann gevur teimum øllum navn.
Sálmarnir 147:5 Sálmarnir
Harri okkara er stórur og veldigur í megi, vit Hansara stendur ikki til at meta.
Sálmarnir 147:6 Sálmarnir
HARRIN heldur eyðmjúkum uppi, men boyggir gudleys til jarðar.
Sálmarnir 147:7 Sálmarnir
Syngið fyri HARRANUM við tøkk, lovsyngið Gudi okkara við sitara,
Sálmarnir 147:8 Sálmarnir
Honum, sum fjalir himmalin við skýggjum, letur jørðina fáa regn, letur grógva gras á fjøllunum,
Sálmarnir 147:9 Sálmarnir
Honum, sum gevur fænum føði, ravnaungunum, ið rópa!
Sálmarnir 147:10 Sálmarnir
Honum líkar ikki sterkar hestar, Hann hevur ikki tokka til kvikan mann;
Sálmarnir 147:11 Sálmarnir
nei, HARRIN hevur tokka til teirra, sum óttast Hann, sum bíða eftir náði Hansara.
Sálmarnir 147:12 Sálmarnir
Prísa HARRANUM, Jerusalem, lova Gudi tínum, Zion!
Sálmarnir 147:13 Sálmarnir
Tí Hann ger porturstengur tínar sterkar, Hann signar børn tíni í tær;
Sálmarnir 147:14 Sálmarnir
landamarkum tínum gevur Hann frið, mettar teg við bestu hveiti;
Sálmarnir 147:15 Sálmarnir
Hann sendir boð Sítt til jarðar, skjótt rennur orð Hansara avstað;
Sálmarnir 147:16 Sálmarnir
Hann gevur kava sum ull, stroyir út rím sum øsku;
Sálmarnir 147:17 Sálmarnir
Hann kastar hegling Sín sum breyðmolar; hvør kann standa fyri frosti Hansara!
Sálmarnir 147:18 Sálmarnir
Aftur sendir Hann orð Sítt; tá tiðnar ísurin; Hann letur vind Sín blása; tá renna vøtnini.
Sálmarnir 147:19 Sálmarnir
Hann hevur kunngjørt Jákupi orð Sítt, Ísrael boð Síni og lógir Sínar;
Sálmarnir 147:20 Sálmarnir
tað hevur Hann ikki gjørt við nakra aðra tjóð; lógir Hansara kenna tær ikki. – Halleluja!
Sálmarnir 148:1 Sálmarnir
Halleluja! Lovið HARRANUM av Himli, lovið Honum á hæddini!
Sálmarnir 148:2 Sálmarnir
Lovið Honum, allir einglar Hansara, lovið Honum, allir herskarar Hansara!
Sálmarnir 148:3 Sálmarnir
Lovið Honum, sól og máni, lovið Honum, allar lýsandi stjørnur!
Sálmarnir 148:4 Sálmarnir
Lovið Honum, himlar himlanna, og tit vøtn, ið eru yvir himlunum!
Sálmarnir 148:5 Sálmarnir
– Tey skulu lova navni HARRANS, tí Hann beyð, og tey vórðu skapt;
Sálmarnir 148:6 Sálmarnir
og Hann setti tey á stað teirra fyri allar tíðir, í allar ævir; Hann gav lóg, sum einki av teimum brýtur.
Sálmarnir 148:7 Sálmarnir
Lovið HARRANUM av jørðini, tit havdýr og øll djúp,
Sálmarnir 148:8 Sálmarnir
eldur og heglingur, kavi og roykur, stormur, sum setur orð Hansara í verk,
Sálmarnir 148:9 Sálmarnir
tit fjøll og allir heyggjar, frukttrø og øll sedristrø,
Sálmarnir 148:10 Sálmarnir
tit villdýr og alt fæið, skriðdýr og fuglar við veingjum,
Sálmarnir 148:11 Sálmarnir
tit kongar á jørðini og øll fólkasløg, høvdingar og allir dómarar jarðar;
Sálmarnir 148:12 Sálmarnir
ungir dreingir og ungar gentur, gomul við ungum!
Sálmarnir 148:13 Sálmarnir
– Tey skulu lova navni HARRANS; tí einki navn er høgt uttan Hansara, heiður Hansara er yvir jørð og himli.
Sálmarnir 148:14 Sálmarnir
Og Hann hevur lyft fólki Sínum upp horn, øllum hinum heilagu Sínum til lovsong, børnum Ísraels, fólkinum, ið stendur Honum nær. – Halleluja!
Jákupsbrævið 5:13 Jákupsbrævið
Líður nakar av tykkum ilt – hann biði! Er nakar glaður – hann syngi lovsong!