praise worship in church
9 versir um "praise worship in church"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 149:1 Sálmarnir
Halleluja! – Syngið HARRANUM nýggjan song, prís Hansara í samkomu hinna heilagu!
Sálmarnir 149:2 Sálmarnir
Ísrael skal gleðast í skapara sínum, børn Zions skulu frøast í kongi sínum.
Sálmarnir 149:3 Sálmarnir
Tey skulu lova navni Hansara við dansi, lovsyngja Honum við trummu og sitara.
Sálmarnir 149:4 Sálmarnir
Tí HARRIN hevur tokka til fólk Sítt, Hann prýðir hini eyðmjúku við frelsu.
Sálmarnir 149:5 Sálmarnir
Tey, sum óttast Gud, skulu frøast í dýrd, tey skulu rópa av gleði á legum sínum.
Sálmarnir 149:6 Sálmarnir
Lovsongur til Gud er í munni teirra, og tvíeggjað svørð í hond teirra
Sálmarnir 149:7 Sálmarnir
fyri at fullføra hevnd á heidningunum, straff á fólkasløgunum,
Sálmarnir 149:8 Sálmarnir
fyri at binda kongar teirra við leinkjum, stórmenn teirra við jarnketum,
Sálmarnir 149:9 Sálmarnir
fyri at fullføra fyriskrivaðan dóm á teimum. – Hetta er øllum hinum heilagu Hansara heiður. – Halleluja!