praise dancing
15 versir um "praise dancing"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 149:3 Sálmarnir
Tey skulu lova navni Hansara við dansi, lovsyngja Honum við trummu og sitara.
Sálmarnir 150:4 Sálmarnir
Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!
Onnur Mósebók 15:20 Onnur Mósebók
Tá tók Mirjam profetinna, systir Áron, trummu í hondina, og allar kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummum og dansi.
Seinna Sámuelsbók 6:14 Seinna Sámuelsbók
Og Dávid dansaði fyri ásjón HARRANS, alt tað hann var mentur; hann var í lívkyrtli av líni.
Sálmarnir 30:11 Sálmarnir
HARRI, hoyr og ver mær náðigur, HARRI, ver hjálpari mín!“
Prædikarin 3:4 Prædikarin
at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína;
Dómararnir 11:34 Dómararnir
Men táið Jefta kom aftur til Mizpa, heim til sín sjálvs, kom dóttir hansara ímóti honum við trummum og dansi. Hon var einasta barn hansara – umframt hana hevði hann hvørki son ella dóttur.
Fyrra Krønikubók 15:29 Fyrra Krønikubók
Men táið sáttmálaørk HARRANS kom inn í Dávidsstað, hugdi Mikal, dóttir Saul, út um vindeygað; og táið hon sá Dávid kong hoppa og dansa, vanvirdi hon hann í hjartanum.
Sálmarnir 150:1 Sálmarnir
Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!
Sálmarnir 150:2 Sálmarnir
Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara!
Sálmarnir 150:3 Sálmarnir
Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara!
Sálmarnir 150:5 Sálmarnir
Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum!
Sálmarnir 150:6 Sálmarnir
Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! – Halleluja!
Jeremias 31:4 Jeremias
Eina ferð enn skal Eg byggja teg, og tú skalt verða bygd, tú moyggin Ísrael! Eina ferð enn skalt tú prýða teg við trummum tínum og fara út í dansin við hinum glaðu.
Jeremias 31:13 Jeremias
Tá skulu moyggjar gleðast í dansi, og ung og gomul skulu gleðast saman; Eg skal venda sorg teirra í gleði og troysta tey og gleða tey eftir sorg teirra.