praise dance in church
9 versir um "praise dance in church"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 149:3 Sálmarnir
Tey skulu lova navni Hansara við dansi, lovsyngja Honum við trummu og sitara.
Sálmarnir 150:4 Sálmarnir
Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!
Onnur Mósebók 15:20 Onnur Mósebók
Tá tók Mirjam profetinna, systir Áron, trummu í hondina, og allar kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummum og dansi.
Seinna Sámuelsbók 6:14 Seinna Sámuelsbók
Og Dávid dansaði fyri ásjón HARRANS, alt tað hann var mentur; hann var í lívkyrtli av líni.
Jeremias 31:4 Jeremias
Eina ferð enn skal Eg byggja teg, og tú skalt verða bygd, tú moyggin Ísrael! Eina ferð enn skalt tú prýða teg við trummum tínum og fara út í dansin við hinum glaðu.
Sálmarnir 150:1 Sálmarnir
Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!
Prædikarin 3:4 Prædikarin
at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína;
Fyrra Sámuelsbók 18:6 Fyrra Sámuelsbók
Men táið teir komu heim – táið Dávid kom aftur, eftir at hann hevði felt Filistaran – fóru kvinnurnar úr øllum býum Ísraels ímóti Saul við songi og dansi, við trummum, gleðirópum og spæli.
Jeremias 31:13 Jeremias
Tá skulu moyggjar gleðast í dansi, og ung og gomul skulu gleðast saman; Eg skal venda sorg teirra í gleði og troysta tey og gleða tey eftir sorg teirra.