praise

19 versir um "praise"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 150:1 Sálmarnir

Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!

4
Sálmarnir 150:2 Sálmarnir

Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara!

4
Sálmarnir 150:3 Sálmarnir

Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara!

4
Sálmarnir 150:4 Sálmarnir

Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!

4
Sálmarnir 150:5 Sálmarnir

Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum!

4
Sálmarnir 150:6 Sálmarnir

Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! – Halleluja!

4
Hebrearabrævið 13:15 Hebrearabrævið

Latið okkum tá – við Honum – altíð bera Gudi fram lovoffur – tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara!

4
Sálmarnir 100:1 Sálmarnir

Sálmur. Við takkofrinum. Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin!

3
Sálmarnir 100:2 Sálmarnir

Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!

3
Sálmarnir 100:3 Sálmarnir

Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.

3
Sálmarnir 100:4 Sálmarnir

Farið inn í portur Hansara við takkarsongi, við lovsongi inn í forgarðar Hansara, takkið Honum og lovið navni Hansara!

3
Sálmarnir 100:5 Sálmarnir

Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann.

3
Sálmarnir 69:30 Sálmarnir

Men Eg eri armur og pínufullur; lat frelsu Tína, Gud, bjarga Mær!

2
Sálmarnir 71:8 Sálmarnir

Muður mín er fullur av prísi Tínum, allan dagin av heiðuri Tínum.

2
Sálmarnir 99:3 Sálmarnir

Tey skulu prísa navni Tínum, hinum stóra og øgiliga; heilagur er Hann.

2
Sálmarnir 106:1 Sálmarnir

Halleluja! Lovið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!

2
Sálmarnir 109:30 Sálmarnir

Eg skal stórliga takka HARRANUM við munni mínum, mitt ímillum mong skal eg lova Honum;

2
Esaias 25:1 Esaias

HARRI, Tú ert Gud mín, eg prísi Tær, lovi navni Tínum! Tí Tú hevur gjørt undurverk, ráð Tíni frá forðum eru sannleiki og trúfesti.

2
Fyrra Pætursbrævið 1:3 Fyrra Pætursbrævið

Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu

2